Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-06, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 64 · 7. juni 2013 10 VIKUSKIFTI Kynsligur ágangur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Seinastu mánaðirnir hava Heidi Han­ sen, Maria Vágsgarð og Sila Øzkaranfil skrivað eina størri verkætlan við heiti­ num "Når tabu forhandles - en under­ søgelse af italesættelsen af seksuelt mis­brug af børn på Færøerne". Tær hava í hesum sambandi kann­ að hvussu orðaskiftið í Føroyum er broytt, eftir at Facebook átakið Steðga pedofili í Føroyum byrjaði í 2011. Verkætlanin byggir á eina kann­ing sum vísir, at 5.2 prosent av næm­ ingunum í 8. flokki í Føroyum hava verið fyri kynsligum ágangi, meðan talið í Danmark er 1.5. Tað var mun­urin millum føroysku og donsku viður­ skiftini, sum fangaðu áhugan hjá ungu kvinnu­num, og tí hava tær nú kannað støðuna. Eisini vansar við at bróta tøgnina At tøgnin nú er brotin, og kynsligur ágangur ikki longur er eitt tabuevnið, hevur nógvar jaligar fylgjur við sær. Fleiri offur hava nú staðið fram, og harvið hava tey fingið sálarliga hjálp. Samstundis sæst, at politisku myndug­ leikarnir nú hava tikið málið upp, og hava sett lógina um barnaváttanir í gildi í Føroyum, og arbeitt verður við øðrum politiskum broytingum á øki­num. Men samstundis sum hetta Facebook átakið hevur sett gongd á politisku viðgerðina av kyns­ lig­um ágangi, so er neiliga kjakið um hetta evnið eisini ein vansi. - Samstundis sum Facebook átakið hevur flutt nøkur mørk, so síggja vit eisini, at tey ikki koma við nakrari hald­góðari loysn fyri hvussu kynsligur ágangur skal steðgast ella viðgerast í Før­oyum. Kjakið á Facebook er ógvuliga kenslu­borið, og tað er væl skilligt. Men tað er eisini vandamikið at seta hol á eitt kjak sum hetta, og lata kenslurnar stýra, siga Heidi og Maria. Tær halda ikki tað er ein gongd leið at gera ein almennan lista yvir dømdar pedo­filar. Tær vísa á, at ein listi er í um­ferð á Facebook í dag, og hesin inni­heldur bæði dømdar persónar og slatur­søgur. Ein stórur vansi við hesum lista­num er, at ósek fólk vera nevnd, og at rættartrygdin hjá tí einstaka, og hjá familjunum hjá tí pedofila, verð­ur skúgva til viks. Haraftrat vísa roynd­ir­nar hjá íslendarum við einum al­mennum lista, at nakrar óvæntaðar av­lei­ð­ingar fylgja við. - Í Íslandi hevur almenni listin við dømd­um pedofilum millum annað ført við sær, at íslendskir menn halda seg burt­ur frá størvum sum pædagogar og lærarar, tí teir óttast at vera lagdir undir kynsligan ágang. Tað er heldur ikki rætt, siga tær báðar. Heidi og Maria vísa á, at Facebook kjaka­r­ar tykjast hava trupult við at skilja, at tað ikki ber til at nevna fólk við navni á Facebook. Men her vísa tær á rættartrygdina í Føroyum, sum vit øll hava; hon inniber, at tað ikki er lógligt at leggja fólk undir eitt hvørt – óansæð um tey eru dømd fyri ein brotsgerð ella ikki. Viðgerarstovnar til pedofilar At bróta tøgnina um kynsligan ágang er fyrsta stigið á leiðini, og næsta stig­ið er at finna haldgóð átøk, sum kunnu minka um ágangin móti børnum og ungum. Eitt átak, sum Heidi og Maria halda vera neyðugt, er at seta á stovn viðgerðarmøguleikar til fólk, sum eru seksuelt áhugað í børnum. - Eingin ynskir at vera pedofil; tað er ein trongd, sum summi hava, og vit mugu lata upp fyri møguleikanum at veita viðger til fólk, sum hava áhuga í børn­um, tí soleiðis kunnu vit møguliga forða fyri, at tey gera seg inn á nakran, sig­ur Heidi. Samstundis vísa tær báðar á, at fyri at hetta kann gerast møguleiki, er neyðugt at hava viðgerðartilboðini til offr­ini í lagið áðrenn, tí hetta er als ikki nøkt­andi í dag. -Hóast evnið pedofili er blivi minni tabui­ser­að í Føroyum seinastu árini, so er kjakið kortini ikki búgvið til, at kjakast um viðgerartilboð til pedofilar. Í dag vera pedofilar sæddir sum ódjór, og ikki sum menniskju, sum hava tørv á hjálp, sigur Heidi Hansen. Neyðugt er at góðtaka, at summi fólk eru seksuelt áhugað í børnum, men tað ikki er einstýðandi við, at ein góð­tek­ur kynsligan ágang. Trupulleikar í kirkjum og samkomum Orsøkin til, at kynsligur ágangur er nógv útbreiddur í Føroyum, er smáu um­støður­nar í Føroyum. Familju­sam­ bondini eru sterk, og álitið á hvønn annan stórt. Men tað eru eisini onnur viður­skifti, sum ávirka støðuna. Á Facebook siga brúkararnir av bólki­num Steðga pedofili í Føroyum, at kirkjur og samkomur góðtaka kynsligan ágang, men hesum eru tær báðar Heidi og Maria ikki samdar í. - Sjálvsagt verja samkomurnar ikki pedofilar. Men samstundis vita vit, at nógvar søgur um kynsligan ágang koma úr samkomum og kirkjum í Føroyum. Tey kristnu virðini um at fyrigeva og ikki døma onnur føra við sær, at pedofilar misnýta samkomurnar til at koma tættari at børnum – eitt nú við sjálvbornum arbeiði, siga Heidi og Maria. Tær báðar vísa á, at barna­vátt­anir­ nar eru eitt stórt stig á leiðini, men neyðugt er at føra barnaváttanir inn í øll lið í samfelagnum - eisini tá ið umræður sjálvboðið arbeiði. Samstundis siga tær í sínari verk­ ætlan, at tað finst ikki nøkur løtt loysn á málinum, og tað er júst tí, at kjakið á Face­book verður til klandur og ákærur móti rættarskipanini, móti politisku skipan­ini og móti samfelagnum sum heild. Men at bróta tøgnin er eitt neyð­ ugt stig á leiðini, og tað hava Face­book kjakararnir megnað. Tó so er lang­ur vegur eftir á mál, halda Heidi og Maria. Tøgnin er brotin Facebook átakið »Steðga pedofili í Føroyum« hevur havt stóra ávirkan á samfelagið, og broytingar eru framdar, síðani hesin bólkur setti hol á kjakið um kynsligan ágang. Tað er hetta, sum tvær føroyskar kvinnur, sum lesa sálarfrøði á bachelorstøði á Roskilde Universitet í Danmark, eru komnar fram til. Ein longri verkætlan um júst hetta evnið er komin til ta niðurstøðu, at tøgnin um kynsligan ágang nú er brotin