mánadagur 10. juni 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Heðin Mortensen
kjak síða 27
Skansin
fær betri
karmar
Brandur í dali
Kjak síða 26
Eingin
andstøða í
Havn?
Sum vit nevndu á hesum stað her
fyri, so sigur tað ikki sørt um okk
ara samfelag, tá sagt verður, at 500
børn í Føroyum liva í størsta fá
tækradømi.
Vit skulu skunda okkum at
siga, at hetta eru gitingar – um enn
kanska kvalifiseraðar gitingar frá
fólki, sum hava fingurin á pulsinum.
Í hesum føri vóru tað fólkini handan
felagsskapin »Í menniskjum góður
tokki«, sum bóru tað fram.
Nú hava so danir ásett eitt fá
tækramark. Har hava tey avrátt,
at persónur, sum hevur tøka upp
hædd undir 103.200 krónur um árið
er fátækur. Er talan um tvey fólk, er
talið 156.400 kr, um trý fólk 199.400
krónur og so framvegis.
Í Føroyum hava vit tosað um
hetta markið leingi. Politikarar í
øllum flokkum hava havt hetta
frammi, men einki hendir.
Fyri góðum fimm árum síðani
kom áheitan á løgtingið frá Samtaki
um at áseta slíkt mark, men einki
hendi.
Sum vit áður hava víst á, so er
tað ikki so løgið, at hetta mark ikki
verður sett: Tað er heilt einfalt tí,
at politikarar vilja ikki hava eitt fá
tækramark! Tað ljóðar pent at siga
tað í røðum og yvirlýsingum, men
at fremja tað í verki, tað megna teir
ikki.
Ofta kunnu vit kritisera landsins
stýri fyri ikki at hava handlikraft,
fyri ikki at klára at fáa sín politikk
ígjøgnum. Men tað kunnu vit so
ikki siga um sitandi samgongu, tí
hon hevur hevur klárað tað so nógv
betur enn aðrar samgongur.
Tað sum beint eftir ólavsøku
í 2011 var eitt paraduuppskot um
flatskatt frá Fólkaflokkinum –
sum ongan kjans hevði at verða
samtykt, var fimm mánaðir seinni
umsett til lóg. Harímillum høvdu
vit fólkatingsval, løgtingsval og
skipaðu nýtt landsstýrið.
Tað er stuttligari sum politikari
at arbeiða fyri teimum, sum hava
pengarnar. Tað er sjón fyri søgn.
Hini, sum ikki hava pengarnar, tey
kunnu politikarar tosa um – fáa at
kvøðurnar frá – og so aftur tosa um
tey.
– Samgongan førir borgarlig
an politikk, sigur løgmaður, hóast
Edmund Joensen javnan eftirlýsir
sosiala profilinum, sum Sambands
flokkurin hevði. Fólkaflokkurin før
ir sama borgarliga politikk – eftir
síni egnu stevnuskrá, meðan ískoyt
isflokkarnir í samgongu bara tosa.
Miðflokkurin
kundi
kanska
prógvað sítt virði sum »sosiala sam
vitskan« í samgonguni – og trumfað
eitt fátækramark ígjøgnum.
Ella er sannleikin kanska, at pol
itikkur er mest fyri politikarar?
1200 fátækir føroyingar?
Johan
Dahl,
landsstýris
maður í vinnumálum, skal
greiða frá, um almennir
pengar verða brúktir upp á
at kappast við privatu flutn
ingsvinnuna
Málið snýr seg um ein
serbygdan síðulyftara, sum
Strandferðslan
keypti
til
fiskaflutning millum Hvalba
og Tvøroyri. Vognurin var
serbygdur til at kunna flyta
bingjur
gjøgnum
tronga
Hvalbiartunnilin.
Bjarni Djurholm vil hava
landsstýrismannin at greiða
frá, um Strandferðslan er
farin undir serflutning av
maskinum við síðulyftar
anum, sum keyptur varð at
flyta fisk millum Hvalba og
Tvøroyri. Hann spyr eisini,
um
Strandferðslan
átek
ur sær at hava serflutning
við
síðulyftaranum
fyri
Landsverk.
Hann
spyr,
hvørjar uppgávur Strand
ferðslan annars átekur sær
við síðulyftaranum, hvussu
stór gjøldini eru fyri síðu
lyftaran, tá hann flytir mask
inur fyri Landsverk. Hvør
kostnaðurin er fyri at leiga
síðulyftaran í samsvari við
veruliga kostnaðin fyri tæn
astuna, íroknað avskrivingar
v. m.?
Hann vil vita, hvussu
gjøldini verða roknað út, um
flutningsarbeiðini hava verið
boðin út millum privatar o. s.
fr.
Bjarni Djurholm heldur,
at kunnu privatar fyritøkur í
Suðri ikki taka á serflutning,
er tað kunnugt, at flutnings
fyritøkur norðanfjørðs væl
klára at taka á seg nevnda
flutning.
– Tað er tí at undrast á, at
Strandferðslan heitir á annan
almenna stovn at átaka sær
uppgávur, sum sjálvsagt fyrst
áttu at verið bodnar út til
privat vinnurekani at bjóða
uppá. Vinnurekandi, sum
liva av at veita tænastur fyri
tann kostnað, sum veruliga
stendst av flutninginum, sig
ur løgtingsmaðurin.
Hann vísir á, at upp ímóti
hesum veruleika eru tveir al
mennir stovnar nú farnir at
veita hvørjum øðrum tænast
ur fyri gjald, sum vónandi er
í samljóði við veruliga kostn
aðin.
– Um ikki, verða almennir
pengar brúktir til kapping
aravlagandi virksemi, sum
politiska skipanin í áravís
hevur virkað fyri at komið
burturúr, sigur Bjarni Djur
holm, ið hevur sett Johan
Dahl hesar spurningar sum
ein grein 52 spurning, sum
landsstýrismaðurin
skal
svara skrivliga.
Í annaðkvøld, týskvøldið
klokkan 18.00 verður stovn
andi aðalfundur í Miðlahús
inum til eitt felag, sum skal
hava til endamáls at verja
mál teirra eldru
Heimarøktin virkar ikki
nóg væl og á fleiri av røktar
heimunum er kreppa. Stø
ðan snýr seg meira um stýr
ing enn um pengar, halda
stigtakararnir til felagið.
Stigtakararnir meta, at
neyðugt er við einum fel
ag, sum kann verja áhug
amálini, bæði hjá teimum
eldru og teirra avvarðandi.
Tí setti ein arbeiðsbólkur
sær fyri at fyrireika stovn
an av felagnum, sum skal
vera málgagn teirra eldru
og teirra avvarðandi. Ar
beiðsbólkurin sigur, at sam
starvið við tey avvarðandi
eigur at vera ein sameindur
partur av eldrarøktini.
Í løtuni er kreppa á fleiri
av røktarheimunum, men
arbeiðsbólkurin
leggur
upp til, at felagið verður
eitt felag, sum skal tala mál
teirra eldru á øllum økjum.
Serstakliga umráðandi er
at hava í huga, at tey eldru
ikki eru ein einsháttaður
samfelagsbólkur við eins
førleikum og tørvi. Felagið
fer at arbeiða fyri at ávirka,
at politikkurin og tænastan
á eldraøkinum stuðlar undir
at taka støði í førleikum og
tørvi hjá tí einstaka.
Á
fundinum
verður
framløga av viðtøkum og
val av nevndarlimum. Eis
ini verður orðaskifti um
støðuna í eldrarøktini og á
eldraøkinum sum heild.
Arbeiðsbólkurin heitir
á øll, sum hava hjarta fyri
eldramálum, um at møta á
fundinum og vísa sín stuð
ul.
Í arbeiðsbólkinum eru:
Rúna Sivertsen, Mary
Antonsdóttir, Betzy Ludvig,
Kirstin Simonsen, Tóra Tór
garð og Anne-Dot Ludvig.
Verja mál teirra eldru
Tað er stuttligari at vera
politikari fyri tey ríku...
Kappast landið við tað privata?