týsdagur 11. juni 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Zakarias Wang
Kjak síða 38
Ber til
at gera
stórhavn í
Føroyum?
Elsebeth M. Gunnleygs
dóttur Kjak síða 38
Klaks
víkar
sjúkrahús
á rættari
kós
At alment drál kostar fólki pengar
hoyrdu vit dømi um í útvarpinum
hendan dagin, tá ljós varð varpað
á trupulleikan av, at løgtingið sam
tykkir lógir, sum ikki verða fylgdar
upp í landsstýrinum.
Hesaferð snúði tað seg um lóg
ina um ognarskiftistrygging, sum
løgtingið samtykti 6. oktober í 2011,
men sum ikki kann brúkast, tí eing
in kunngerð er komin frá landsstýr
ismanninum um, hvussu lógin skal
umsitast.
Dømið, sum útvarpið vísti, vóru
eini hjún, sum hava keypt eini hús
– uttan at vita, at húsini vóru so illa
fongd við soppi, at ikki var búgv
andi í húsunum.
Tað var eitt stórt framstig –
hildu vit – tá løgtingið samtykti
lógina um ognarskiftistrygging og
støðufrágreiðing, sum snýr seg um
brúkaravernd í sambandi við keyp
og sølu av fastogn.
Frammanundan vóru serliga
keyparar »på herrens mark« í sam
bandi við húsakeyp, tí tú sum keypir
at kalla eingi rættindin hevði – og tú
hevði onga trygd fyri, at seljari og
meklari vístu tær neyðugu virðing.
Tí er tað gott, at ein slík lóg
varð samtykt, men líka so stórt
spell, at landsstýrið ikki fylgir
slíkum málum upp, so lógin kann
praktiserast.
Løgmaður
hevur
fyri skjótt tveimum árum síðani
undirskrivað lógina. Hann hevur
ábyrgdina av, at landsstýrisfólk
ini røkja sítt arbeiði álitisfult, so
hetta átti at verið lætt og greitt
hjá løgmanni at fingið upp á pláss,
nú hann hevur fingið eina slíka
áminning.
Men í Føroyum hava vit eisini
aðrar trupulleikar í sambandi við
keyp og sølu av fastogn, tí her eru
so nógv áhugamál blandað saman.
Bankarnir eiga báðir hvør sítt
húsameklarafelag. Meðan annar
bankin eigur eitt tryggingarfelag,
so er tað eitt tryggingarfelag, sum
eigur hin bankan. Tí eru sam
anfallandi áhugamál hjá mekl
arafelag,
fíggingarstovnum
og
tryggingarfeløgunum, sum áttu at
skundað undir, at skil fekst á hesi
viðurskifti.
Vinnumálaráðið boða annars á
heimasíðuni frá í fjør, tá lógin kom
í glidi, at kunngerðin »fer at koma
seinni í ár«.
– Keyp av fastari ogn er, fyri tey
flestu, størsta íløgan, tey nakarantíð
gera. Uttan tryggign kunnu slík
ábrek og slíkir skaðar í hesum
sambandi hava stórar fíggjarligar
avleiðingar við sær, skrivar Vinnu
málaráðið á heimasíðuni.
Konkreta dømið hjá útvarpinum
er um fólk, sum líða tap, tí at Vinnu
málaráðið ikki hevur gjørt sítt ar
beiði. Tað eigur løgmaður ikki at
góðtaka!
Onga virðing fyri keypara
Í morgin verður alment há
tíðarhald í Havn at minnast
tann fyrsta av Lützen-ættini í
Føroyum. Høvið er, at Andre
as Christian Lützen varð
føddur hendan dagin fyri 200
árum síðani, 13. juni í 1813.
Andreas Christian Lützen
var úr Suðurjyllandi, upp
runaliga av frísiskari ætt, og
hann søkti av tilvild lærara
starv í Føroyum í 1839, tá Till
isch, amtmaður, hevði sett á
stovn almúguskúlan.
Við
lærarastarvinum
fylgdi eisini starvið sum org
anistur við Havnar kirkju
– og hesin vældámdi maður
gjørdist skjótt eisini deknur
í Havnar kirkju.
Tiltakið í morgin byrjar tí
í Havnar kirkju, har Uni Næs,
próstur, fer at siga nøkur orð,
eins og Heine Lützen, ein av
fyrireikarunum av tiltaki
num, eisini fer at siga nøkur
orð. Sangur verður eisini á
skránni í kirkjuni.
Aftaná verður farið ein
túr út á Skúlareyn í Havn,
har almuguskúlin stóð, ein
túr í gamla Kirkjugarð, har
Andreas Christian og konan
Eva Margretha úr Baianstovu
liggja grivin. Endað verður
við samkomu í Østrøm, har
Óli Jaocbsen fer at leggja
fram bók, sum kemur út í
sambandi við dagin. Bókin
er í høvuðsheitum endur
minningar hjá dóttir A. C.
Lützen, Annu Evensen, sum
er skrivað í 1925. Í bókini
greiðir hon væl frá lívinum í
Havn miðskeiðis í næstsíðstu
øld – og hon greiðir eisini frá
hendingini 25. juli í 1874, tá
Andreas Christian Lützen
small deyður í føvningin á
Christian 9. kongi. Hetta var,
tá fyrsta kongavitjan var í
Føroyum, tá kongur saman
við Valdemar prinsi var á
veg til túsundárhaldið fyri
landnáminum í Íslandi. A.
C. Lützen stóð og helt røðu
fyri kongi, tá hann small.
Kongi tykti so synd og
einkjuni, at hann gav henni
pensjón restina av lívinum.
Undir
samkomuni
í
Østrøm í morgin fer Óli Jac
obsen at greiða frá um bók
ina, sum upprunaliga varð
hondskrivað í trimum ein
tøkum. Bókin fæast til keyps
á samkomuni, har ein drekk
amuður eisini verður at fáa.
Heine Lützen leggur dent
á, at talan er um eitt alment
tiltak, og at øll eru hjartaliga
vælkomin!
Hátíðarhalda Lützen-ættina
“Var tað eitt yvirraskilsi?”
spurdi ein tíðindakvinna nú
ein dagin í eini sending. Her er
betra orðingin: “var tað óvænt
að?” ella “kom tað óvart á?”
Nú á døgum ber nóg illa til
at greiða frá nøkrum, uttan at
orðini “yvirraska”, “yvirrask
andi” og “yvirraskilsi” koma
fyri. Hesi orð eru ikki uppr
unaliga til í norðurlendskum,
men eru komin úr týskum
um danskt. Týska sagnorð
ið er "überraschen", og tað
merkir
sambært
donsku
upprunafrøðiligu orðabókini
"rask komme over en". So tað
er nakað tað sama, sum at
eitthvørt kemur óvart á, t.e. at
okkurt hendir, ið tú ikki hevði
roknað við.
Ein orðing, ið er alsamt at
hoyra, er at vera “positivt yvir
raskaður”. Nøkur eru enntá
farin at týða hetta til “jaliga
bilsin” – men er neyðugt at
fara ein umveg í danskt fyri at
kunna orða seg á føroyskum?
Hví ikki siga “glaður” ella
“fegin”. Tað man í flestum
førum bera til.
Her skal verða mint á,
at orðið “overrasket” hevur
birt undir, at orðini “bilsin”
og “fegin” eru komin í bland.
Tað ber ikki altíð til at skriva
"bilsin", um tú roynir at
finna eitt føroyskt orð fyri
"yvirraskaður", t. d. stóð í
einum blað, at hann, ið stóð
á odda fyri eini stevnu, var
so "bilsin", tí tað høvdu verið
so nógv fólk á stevnuni. Har
skuldi tey havt skrivað "fegin"
ella "glaður”. Tí bilsin merkir
“undrandi, ovfarin, forfardur”,
t.d. hann var púra bilsin, t. e.
vildi gerast býttur.
Hendir nakað, uttan at teg
varir ella grunar, hendir tað
“óvarandi”. Eisini kann okkurt
“koma dátt við”, um tað kemur
so óvarandi ella óvæntað, at
tú verður kløkkur ella illa við,
t.d. tíðindini komu dátt við
(óvæntað), og tað kom teimum
ikki dátt við, t.e. tað kom ikki
óvart á tey.
Yvirraskilsi
Ikki í lagi at bíða í
áravís eftir kunngerðum
Andreas Christian Lützen
er forfaðir til alla Lützen-
ættina í Føroyum. Hann
kom higar sum lærari
í 1839 og giftist við Evu
Margrethu úr Bainastovu
í Havn. Í morgin eru 200 ár
síðani, hann varð fddur.
Tað er dóttir hansra, Anna
Evensen, sum hevur skrivað
endurminningarnar, sum
koma út í bók á samkomu
í Østrøm í morgin
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
2