týsdagur 11. juni 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rinda nú prísin
fyri at misbrúka
skeinkiloyvi
PRIVATAR VEITSLUR Skeinkistøð hava misbrúkt loyvi til at halda
privatar veitslur somikið illa, at nú hevur loyvisnevndin gjørt bart
Áki Bertholdsen
Nú sleppa skeinkistøð ikki
longur at hava privatar
veitslur uttanfyri vanliga
skeinkingartíð.
Tað hevur loyvisnevndin
avgjørt.
Síðani 2011 hava skeinki
støð kunnna fingið undan
taksloyvi til at halda privatar
veitslur, har almenningurin
ikki hevði atgongd, uttanfyri
vanliga skeinkingartíð.
Jóanna Djurhuus, for
kvinna í loyvisnevndini sigur,
hesa seinastu tíðina hevur
tað vundið upp á seg, at
skeinkistøð hava søkt um
undantaksloyvi at hava pri
vatar veitslur uttanfyri van
liga skeinkingartíð.
Kortini hava fleiri víst á,
at hesi loyvini eru misbrúkt,
tí í roynd og veru hevur talan
ikki verið um privatar veitsl
ur, men um almenna skeink
ing.
Skeinkistøðini hava bara
kallað tað privatar veitslur
fyri at hava eitt skálkaskjól
fyri at hava barrina opna
longri enn enn tey annars
hava loyvi til.
Tað eru eisini dømi um, at
lýst varð við slíkum ”privat
um” veitslum á Facebook.
Gjørdu bart
Eisini
Loyvisnevndin
er
kunnað um treytin fyri at fáa
loyvið til privatar veitslur,
verður ikki hildin.
Forkvinnan í nevndini
sigur, at tað eru bæði nøkur,
sum hava skeinkiloyvi, og
onnur, sum hava gjørt vart
við, at treytirnar verða ikki
hildnar, sigur.
– Hóast tað skuldi eitast
at vera ein privat veitsla,
vóru treytirnar fyri at sleppa
inn, so mikið lagaligar, at í
roynd og veru var talan um
almenna skeinking.
– Sostatt mugu vit ásanna,
at skipanin við privatum
veitslum ikki hevur virkað
eftir ætlan, sigur Jóanna
Djurhuus.
Tískil hevur loyvisnevndin
gjørt av, at nú verða loyvi
ikki longur givin til at halda
privatar veitslur uttanfyri
vanliga skeinkingartíð, legg
ur hon afturat.
– Sostatt sleppa skeinki
ngarstøð ikki longur at halda
privatar uttanfyri vanliga
skeinkingartíð. Men í van
ligari skeinkingartíð, kunnu
tey sjálvandi hava privatar
veitslur.
Øðrvísi á bygd og í bý
Forkvinnan í Loyvisnevndini
sigur, at í Havnini er vanlig
skeinkingartíð frá klokkan
11 á morgni til klokkan
23.45 á kvøldi, mánadag,
týsdag, mikudag, hósdag og
sunnudag.
Á bygd er vanlig skeink
ingartíð frá klokkan 11 á
morgni til klokkan 22.45
hesar somu dagar.
Orsøkin til, at skeinkitíðin
er ein tíma styttri á bygd,
hevur einki við loyvisnevnd
ina at gera.
– Tað er ein spurningur
sum er ásettur í politivið
tøkunum. Vit hava eina
politiviðtøku fyri Havnina og
eina aðra fyri bygdir og býir
uttanfyri Havnina og tær eru
ikki heilt líka, sigur Jóanna
Djurhuus.
Hon sigur at fríggjadag og
leygardag er vanlig skeinki
ngartíð frá 11 á morgni til
klokkan 03.45 um náttina.
Nøkur heilt fá undantøk
eru frá hesi reglu, eitt nú á
ólavsøku og øðrum serligum
tiltøkum.
Framvegis loyvt
Hóast tað nú ikki longur
er loyvt hjá skeinkistøðum
at hava privatar veitslur
uttanfyri vanliga skeinki
ngartíð, er tað kortini fram
vegis loyvt at skeinkja í
brúdleypum, føðingardøgum
ella øðrum privatum veitsl
um uttanfyri vanliga skeink
ingartíð.
Er talan um at hava slíkar
veitslur á støðum, sum hava
skeinkiloyvi, er tað ein treyt,
at
staðið
hevur
serstøk
veitsluhøli, har eingin barr
er.
- Tað ber væl til at hava
slíkar privatar veitslum á
hotellum og øðrum støðum,
sum hava serstøk veitsluhøli,
har ongin barr er, sigur
Jóanna Djurhuus.
Sum heild hava vanlig
skeinkistøð
ikki
serskild
veitsluhøli og tí ber ikki til at
hava privatar veitslur har,
uttanfyri vanliga skeinking
artíð.
Tað er heldur ikki nóg
mikið, at hesi støðini steingja
barrina.
Annars
ber
sjálvandi
framvegis til at halda veitslur
í bygdarhúsum og øðrum
líknandi felagshølum.
Hetta eru høli, sum ikki
hava skeinkiloyvi og har er
einki í vegin fyri at halda
veitslu og at skeinkja fyri
gestunum,
sigur
Jóanna
Djurhuus.
Hesi bæði seinastu árini kundu skeinkistøð fáa loyvi til at halda privatar veitslur uttanfyri vanliga skeinkinartíð.
Men tað varð misbrúkt so mikið illa, at nú hevur Loyvisnevndin gjørt bart og hevur steðgað hesum virkseminum
Fáar umsóknir
um skeinkiloyvi
Loyvisnevndin fær ikki
nógvar umsóknir um nýggj
skeinkiloyvi.
Tað staðfestir Jóanna
Djurhuus, forkvinna í loyv
isnevndini.
– Hesi síðstu tvey árini
hava vit kanska fingið
einar tvær, tríggjar um
sóknir um nýggja skeinki
loyvi, sigur hon.
Hon sigur, at tað tykist
sum um at ein nattúrliga
lega er funnin fyri, hvussu
nógv skeinkistøðum, pláss
er fyri í Føroyum.
Upprunaliga var kvota
á fyri, hvussu nógv skeinki
loyvi kundu vera í teimum
ymsu økjunum í landinum,
men hon er langt síðani
avtikin.
Kortini fóru skeinki
støðini ikki at skjóta seg
upp sum hundalond alla
staðni.
– Tað er ikki barr á
hvørjum horni, sum nøkur
stúrdu fyri. Í veruleikanum
eru
ikki
serliga
nógv
skeinkiloyvi í landinum.
Tað eru nøkur í Havnini og
so nøkur heilt fá afturat
runt um í landinum.
Tað heilt nágreiniliga
talið hevur hon ikki í
høvdinum.
Gott skil á
Jóanna Djurhuus sigur,
at í loyvisnevndini eru
tey somuleiðis av teirri
fatan, at sum heild verða
skeinkiloyvini umsitin við
skili.
– Loyvisnevndin kann
taka eitt loyvi aftur, sum
ikki verður umsitið eftir
lógini, men tað er ikki hent
hesi bæði árini, eg havi
verið
forkvinna,
sigur
Jóanna Djurhuus.
Kortini hava eini tvey
skeinkistøð fingið ávaring
um at fáa ávís viðurskifti í
rættlag, annars missa tey
loyvini.
Tey viðurskiftini eru so
fingið í rættlag, sigur hon.
Tað, mest verður hugsað
um í hesum føri, er, at
skeinkistøðini hava havt
opið longri enn loyvt er, og
at tey hava skonkt fyri ov
ungum fólki.
– Samstundis er tað
eisini okkara fatan, at
borgarin dugir væl við
skeinkiloyvunum,
sigur
forkvinnan í loyvisnevnd
ini.
Skeinkiloyvi skulu end
urnýggjast fjórða hvørt ár
og tað hevur heldur ikki
verið nakar trupulleiki.
Tá ið eitt skeinkiloyvi
verður endurnýggjað, kann
ar loyvisnevndin rokn
skapirnar og raksturin.
– Hetta er ein vinna, har
tað ber orð fyri at verða
svartir pengar uppi í og
tískil verða roknskapirnir
kannaðir og eisini fyri at
vita um fallin mvg skul, og
onnur skuld til tað al
menna, er goldin.
– Samstundis kanna vit
eftir um onnur viðurskifti
eru, sum kunnu forða fyri,
at
skeinkiloyvi
verður
endurnýggja, eitt nú í
sambandi við løgregluna
ella einum fyribyrgjandi
sjónarmiði.
Annars
fær
loyvis
nevndin rættiliga nógvar
umsóknir um tað, tey kalla
hissini skeinkiloyvi. Tað
eru skeinkiloyvi til ávís
tiltøk, eitt nú stevnur av
ymsum slagi.
– Tað voldir okkum í
Loyvisnevndini ikki høv
uðbrýggj, tí út frá einum
fyribyrgjandi sjónarmiði,
halda vit, at tað tálmar
nýtsluna at fólk kunnu
keypa á staðnum, heldur
enn at noyðast at hava við
heimanífrá.