týsdagur 11. juni 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Kvinnan hevði drigist við
gallstein í longri tíð, og var
undir lækna eftirlitið.
Í
november
1999
var
hon til ERCP viðgerð á
Landssjúkrahúsinum, hvar
avgerð bleiv tikin um ikki
at skurðviðgera, fyrr enn
allir gallsteinar vóru tiknir.
Í staðin varð hon kallað inn
aftur á sjúkrahúsið 26. januar
at taka gallbløðruna, men
orsakað av einum forkølilsi
og harav fylgjandi fepuri,
bleiv einki gjørt við konuna
á tí sinni, og hon varð send
heim aftur.
Síðani
hendir
tað,
at
kvinnan fær ikki færri enn
tveir
innleggingarseðlar
sama dag, ein, ið er ætlaður
framhaldandi viðgerð fyri
gallstein, sokallað ERCP og
ein, ið er ætlaður skurðvið
gerð.
Tá hon ringir og spyr,
hvønn innleggingarseðil, hon
skal halda seg til, fær hon at
vita, at hon skal skurðvið
gerðast.
Hon verður innløgd 23.
februar 2000, og síðani verð
ur 57 ára gamla kvinnan so
løgd undir skurð dagin eftir,
24. februar.
Kvinnan fær so at vita frá
skurðviðgerandi læknanum,
at alt var gingið sum ætlað,
men at hann skuldi av
landinum dagin eftir.
So far so good, kann sig
ast. Sama dag gekst eisini alt
væl, men dagin eftir sóu vin
ir og kenningar, at alt ruggaði
ikki rætt.
Í rættinum mánadagin
greiddi maðurin frá, at talan
var um eina lutfalsliga lítla
skurðviðgerð, so tey sóu tað
ikki fyri neyðini, at maðurin
skuldi koma norður um fjørð
saman við konuni, men at
hann skuldi koma norður
fríggjadagin eftir konuni.
Maðurin
og
børnini
og
familjan annars tosaði ofta
í telefon við konuna. Seinni
segði ein lækni at tað var
best at konan ikki fór suður
fyrr enn mánadagin.
- Ein systir mín og ein
svigarinna saman við hvør
sínari dóttur vitjaðu konuna,
og tey sóu skjótt, at har rugg
aði ikki rætt, greiddi maðurin
frá í rættinum.
Ógvusliga pínu
Tað gekk ikki long tíð, áðrenn
57 ára gamla kvinnan visti
tekin um, at alt ikki var, sum
tað skuldi. Hon fekk sterka
pínu, gjørdist bæði gul og
bleik og so spýði hon.
- Tá systur mín og svigar
innan komu at vitja tann 26.
februar greiddi konan frá,
at pínan hevði verið so ring
náttina fyri, at tey máttu
leggja hana í einarúm, so
nógv ýldi og brølaði hon av
pínu, greiddi maðurin frá í
rættinum mánadagin.
Sunnudagin
tann
27.
februar hevði dóttirin hjá
systrini ringan illgruna um,
at okkurt var áfatt. Hon
gjørdi tí av at fara oman
aftur á Landssjúkrahúsið
um kvøldið tann 27. februar,
og komin á sjúkrahúsið fær
hon at vita, at kvinnan hevði
fingið hjartasteðg og nú lá í
respiratori.
Læknarnir høvdu annars
ætlað at skriva kvinnuna út,
men av tí at veðrið var rætti
liga ruskut varð mælt til,
at kvinnan varð liggjandi á
Landssjúkrahúsinum held
ur enn at fara suður við
Smyrli og koma í vanda fyri
at spýggja illa.
Tað lá tí ongantíð rætti
liga í kortunum, at maðurin
skuldi koma norður til Havn
ar, men leygardagin hevði
kvinnan biðið starvsfólkið
um at ringt eftir manninum,
men hesari áheitan høvdu
tey ikki eftirkomið.
Maðurin og nøkur av
børninum fingu tí ikki møgu
leika at koma norður um
fjørð fyrr enn klokkan 15.30
sunnudagin, og tá bíðaði fólk
eftir teimum á kaini, og tey
fingu tá at vita, at skuldi tey
síggja konuna á lívi, skuldi
berast skjótt at.
Hon lá tá sum kunnugt
í respiratori, og raknaði
ongantíð við aftur. Hon var
søgd deyð at vera dagin eftir,
mánadagin 28. februar 2000.
Kærdi beinanvegin
Tað stóð øllum greitt, at her
var talan um forsømilsi av
onkrum slag, og longu dagin
eftir deyðsfallið, 1. mars 2000,
var ein kæra latin til lands
læknan.
Men tað spurdist ikki
nógv burtur úr fyrstu roynd
ini.
Kæran varð send til Sund
hedsvæsenets Patientklage
nævn, men í fyrsta svarinum
frá teimum var als eingin
kritikkur av handfaringini
hjá læknunum á sjúkra
húsinum.
Men familjan gavst ikki
so á hondum, og Patient
klagenævnet fekk kæruna á
øðrum sinni.
Nú sigur nevndin, at ikki
var rætt atborið, tá læknar
nir ikki reageraðu upp á sjó
nlig symptomir um, at hol
var á har clipsini vóru, og at
tað rann gallsýra inn í búk
holuna. Tað var hetta, sum
førdi til, at kvinnan gjørdist
gul og bleik, hevði ógvusliga
pínu og spýði illa.
Eisini
Rættslæknaráðið
kom upp í málið, og teirra
niðurstøða var somuleiðis,
at læknarnir áttu at varnast
týðiligi tekinini um, at hol
var á har gallbløðran hevði
verði.
Rættslæknaráðið
segði,
at tað var ikki í lagi, at ein
nýggj skurðviðgerð ikki var
framd beinanvegin. Somu
leiðis funnust teir at, at eigin
contrast kanning var framd
áðrenn undir og aftaná
skurðviðgerðina,
fyri
at
staðfesta, um hol var á gall
gongdini, og harvið ein leki
inn í búkholuna.
ERC-skanning er serfrøði,
og finst hendan serfrøði ikki,
eigur ein kikarakanning at
verða gjørd í staðin fyri at
staðfesta, um gallsýra lekur
inn í búkholuna, segði Rætts
læknaráðið.
Fyri familjuna hevði tað
týdning, at onkur viðgekk
at hava gjørt ein feil. Tey
settu seg tí í samband við
ein danskan advokat, sum
samráði seg fram til eitt
endurgjald upp á 361.000
krónur. Men semja fekst ikki
um orðingina, og fyri so vítt
heldur ikki um upphæddina.
Tikið upp til dóms
Avgjørt varð síðani at stevna
Landssjúkrahúsinum í 2005.
Tá hevði málið longu koyrt í
fimm ár, men at tað skuldu
ganga átta ár aftrat, áðrenn
málið endaliga kom fyri í
rættinum, muni ikki vara
nakran.
Men soleiðis varð.
Rættslæknaráðið
varð
so drigið upp í málið, og
teirra
upprunaliga
svar
kom 10. august 2011. Tað var
henda niðurstøða, sum um
røddi ERC-skanningina, og
operatónina, og har verð
ur eisini sagt, at skurð
læknin ikki handlaði eftir
fyriskriftunum,
og
eisini
verður sagt, at ikki var
handlað eftir røttum norm
um, tá tað gjørdist greitt, at
talan var um leka og fast
kílaðir gallsteinar sum forð
aði gallrensl og sprongdi upp
har clipsini vóru, við pínu,
spýggjan og fepuri.
Heilt
óvanligt
ynskti
Landssjúkrahúsið at stilla
supplerandi spurningar, og
tað gav rætturin loyvi til.
Men
Rættslæknaráðið
endurtók bara sítt uppruna
liga svar, og harvið var tað.
Heilt fram til rættarmálið
mánadagin royndi familjan
at greiða støðuna, so sleppast
kundi undan dómsfelling,
men ein fundur við Trygg
ingarfelagið
Føroyar
gav
kortini einki úrslit, tí felagið
vildi bert gjalda helmingin
av kravinum frá familjuni.
Maður deyðu kvinnuna
vitnaði í rættinum mána
dagin, og greiddi gjølla frá
bæði lívinum, tey høvdu havt
saman, og eisini um lagnu
tungu dagarnar í februar
2000, tá konan doyði.
Kravið frá familjuni er
946.850 krónur í endurgjaldi,
meðan mótparturin bjóðar í
mesta lagi ein bróðurpart av
teirri upphæddini.
Dómarin í málinum tekur
sær sína tíð at døma í máli
num, men vónar at kunna
siga dómin áðrenn summar
frítíðin byrjar av álvara.
Annars ber til at lesa
meira um hetta málið í
Sosialinum fríggjadagin.
Manglandi viðgerð kostaði
57 ára gamlari kvinnu lívið
Tað kann kosta Landssjúkrahúsinum upp móti einari millión, at læknarnir púra yvirsóu komplikatiónirnar eftir
eina gallsteins skurðviðgerð, og tað førdi til, at ein 57 ára gomul kvinna doyði eftir lutfalsliga vandaleysu
skurðviðgerðina. Maðurin og yngsta dóttirin hava stríðst í meira enn 13 ár fyri at fáa eina avgerð i málinum
modellmynd