Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66 18 Sosialurin Eystanstevnan 2013 Vilmund Jacobsen Fýra ymiskar framførslur verða á gospelkonsetini í Løkshøll á eystan­stevnu. Sofus Hansen er kendur og garvaður country-og gospel­ sangari, men í hesum døgum er hann mest kendur frá síni luttøku í útvarpssendingini, Also. Zamar hava nýliga givið út nýggja fløgu, og á gospelkonsertini fara tey eitt nú at framføra løg av fløguni. Kristina Bærendsen er væl kend og hevur eisini nýliga givið út fløgu. Frálíka sangkvinnan úr Saltangará rakar altíð seymin á høvdið, og tí er hon við aftur í ár. Politikarar framføra Í fleiri ár hava lokalir lands­ politikarar havt eitt innslag á konsertini, og í ár eru tað kommunupolitikarar í Runavíkar kommunu, sum sleppa framat. Atgongumerki til gospel­ konsertina, sum byrjar hóskvøldið 13. juni klokkan 20, fáast til keyps á www.loksholl.fo - ella við dyrnar ein tíma, áðrenn konsertin byrjar. Kostnaðurin fyri atgongumerki er 200 krónur. Startskotið verður gospel­konsert í Løkshøll Sum siður er, verður gospelkonsert í Løkshøll á eystanstevnu. Í ár verður konsertin hóskvøldið 13. juni, og soleiðis verður konsertin startskotið til stevnuna Heilsu­ renning í Runavík hósdagin Aftur í ár byrjar eystanstevnan við eini heilsurenning, har øll eru boðin við. Luttakararnir fáa vatn og frukt, og tilmelding er ikki neyðug, eins og heilsurenningin er ókeypis Vilmund Jacobsen Úr Runavík verður sagt, at heilsurenningin verður nú hós­ kvøldið 13. juni klokkan 17.30, og byrjað verður við ítróttar­ høllina í Runavík. Skipað verður eisini fyri eini felags upphiting, áðrenn farið verður avstað. Til ber at ganga ella renna tveir teinar. Teinarnir eru 2,4 kilo­metrar og 4,2 kilometrar, og báðir teinarnir byrja við ítróttarhøllina. Teinarnir eru hesir Runnið verður inneftir Gerðis­ vegi. Við rundkoyringina fara tey, sum ætla sær stytra teinin, oman Posthúsbrekkuna. Síðan verður snarað til vinstru út á Heiðaveg, og runnið verður nú úteftir til ítróttarhølina. Lagt verður aftrat, at tey, sum fara longra teigin, snara niðaneftir Leitisbrekku, tá tey koma úr rundkoyringini. – Síðani verður farið inneftir Leitisvegi, og tá rennarar koma í Dalaveg, verður farið om­ an Dalaveg, út á Glyvraveg, og síðan úteftir Heiðavegi til ítróttarhøllina. Heilsurenningin, sum verður hósdagin 13. juni klokkan 17.30, er ókeypis. Skipað verður aftur í ár fyri ókeypis heilsurenning og renningin, sum byrjar hósdagin klokkan 17.30, er fyrsta tiltak á skránni fyri eystanstevnu So kend nøvn sum Zamar (mynd) og Kristina Bærendsen verða við á gospelkonsertini, sum verður startskotið til eystanstevnu Hondbóltsfelagið Tjaldur var endur­ stovnað 29.10.1998. Hondbólturin var frá fyrsta degi (1957) ein partur av Nes Sóknar Ítrótt­ar­felag (NSÍ). Hesi fyrstu árini var eingin skipað kapping, og ei heldur var nøkur ítróttarhøll í øki­ num. Tískil varð spælt niðri á keiini, á økinum undir EIK og Hæddini. Tjaldur hevur síðan tað var end­urstovnað verið í eini støðugari menn­ing. Fyrstu árini vóru tað serliga ungdómsliðini, ið kláraðu seg væl, meðan vaksnamannaliðini vóru meiri trilvandi. Síðstu árini hevur Tjaldur tó verið eitt av førandi liðunum í bestu kvinnudeildini. Fyri at hava eitt so stórt felag koyrandi er sera umráðandi at fólkið í økinum stuðlar og hjálpir til við at halda øllum koyrandi. Alt frítíðararbeiði skal helst vera sjálvboðið arbeiði, men nøkur átaka sær størri uppgávur og fáa hesi fólk eina samsýning fyri arbeiði. Hetta umframt leikarar, ið fáa løn, ger, at felagið kostar at reka, og harvið krevur tað, at nevndin í felagnum má út at útvega nógv meiri pengar, enn fyrr var neyðugt. Í júst farna kappingarári hava vit gjørt eitt spennandi og mennandi sam­starv við VÍF. Talan var um sam­ an­legging av bestu kvinnuliðum hjá báðum feløgunum, og hóast nógv ivaðust í, um tað bar til at fremja eina samanleggin yvir so langt landa­ frøði­ligt strekki, so vístu kvinn­ur­nar, at tað als ikki er nakar trupulleiki. Eitt kvøld um vikuna vandu tær í Runavík, eitt kvøld í Vestmanna, og eitt kvøld vandu tær hvør sær. Eitt samstarv, sum endaði við, at okkara kvinnur akkurát gjørdust ov stuttar til at koma í FM finaluna, men end­ aðu sum nummar trý. Dreingir 10 b hava eisini góðar taktir. Teir, ið leika við dreingjum (b-liðnum), eru dreingir í 3. og 2. flokki. Teir hava góð evnir til bólt og duga væl at spæla. Dreingir 12 ár (a-liðið) gjørdust nummar trý, bæði í FM og í steypa­ kappingini, so teir vera spennandi at fylgja komandi árini. Dreingir 12 ár (b-liðið) var greiður vinnari av b-bólkinum og vera spennandi at fylgja í komandi ár. Gentur 10 leiktu í b-bólkinum, og góvu tær hinum liðunum ein skarpan gang. Hóast okkara ikki vóru tær størstu og sterkastu, so dugdu tær sera væl at flyta seg og at spæla bólt. Hetta rakk til eitt bronsu merkið ájavnar í stigum við nummar tvey. Á gentusíðuni hevur felagið síðstu árini ment seg nógv. Frá slett ikki at hava nakað gentulið við í FM- kappingini 2009/2010, hevði Tjaldur tvey lið við í 2010/2011. Í fjør hevði Tjaldur fýra lið við, og í ár hava trý gentu lið luttikið, sum gjøgnum árið gjørdust til so nógvar gentur, at vit høvdu klárað at mannað minst fýra lið. Í ungdómsdeildini hava vit síðstu nógvu árini havt sera gott fólk til at venja liðini. Fyrrverandi landsliðsmálmað­ urin, Jóhan Danielsen, gjørdi eitt stórt arbeiði í dreingjum 10 og dreingjum 12 ár, meðan Dejan Lacok, ið kom sum leikari til Tjaldur í 1999, og síðan hevur spælt við bæði Neistanum og VÍF, vandi dreingir 14 og dreingir 16. Jóhan hevur nógvar royndir sum leikari og hevur eisini roynt seg sum venjara í bestu deildini. Úrslitini hjá dreingjunum tala fyri seg. Teir hava fingið nógv burtur úr, og vit í felagnum eru tískil sera glað fyri at hava ein slíkan mann knýttan at okkara hondbóltsspírum. Dejan minnast nokk fleiri frá fyrstu árunum, eftir at Tjaldur bleiv stovnað. Dejan var ein framúr góður málmaður og var ofta tann sum helt Tjaldur inni í dystunum. Dejan er búsitandi í Vestmanna og hevur koyrt til Runavíkar at vant mánadagar og mikudagar. Okkara gentulið hava Remus, Adina og Johnny vant. Tey hava í fleiri ár verið knýtt at felagnum, og tað hevur verið ein støðug menning at sæð í samband við ungdóms hondbóltin hjá gentum. Stuttligt er at síggja, at gentur og dreingir úr bæði Gøtu og av Toftum er við til at manna okkara hondbótslið. Hetta er og hevur verið okkara ynski, at Tjaldur skal vera eitt hondbóltsfelag fyri allar bygdirnar her á leið. Heilt av Nesi til Fuglafjarðar. Vit vóna, at gongdin kann halda fram, so vit kunnu fáa ein breiðan skara av gentum og dreingjum, ið koma allastaðir frá. Í ungdómsarbeiðnum fáa vit vónandi eisini gott fólk at taka sær av børnunum, tí uttan eina góða ungdómsdeild gerst tað ov dýrt at reka besta lið. Til síðst ynskir Tjaldur at bjóða øllum vælkomnum á eystanstevnu 2013. Tjaldur í støðugari menning