Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66 22 Sosialurin Eystanstevnan 2013 Vilmund Jacobsen Karnivalgongan, sum er vorðin fastur táttur á eystanstevnu, hevur verið mannaður við ítróttarfólki, og hóast hetta tiltak hevur verið ein stór succes við fleiri hundraðtals luttakandi á hvørjum ári, vilja tey í Runavík gjarna hava karnivalið enn størri. - Fyri at gera hetta umtóktað tiltak enn størri, bjóða vit nú øllum at fylgjast við ítróttar­ fólkunum. Øll, sum eru í stevnu­ hýri og sum hava hug at luttaka, verða biðin um at møta við kantinuna við Løkin fríggjadagin 14. juni klokkan 18. Sjeytiárini Úr Runavík verður sagt, at evnið hesaferð er sjeytiárini. – Vit vænta, at luttakararnir fara at lýsa evnið við fløggum, búnum ella øðrum. Men, hetta er tó ikki ein treyt. Øll, sum hava hug at luttaka, eru hjartaliga vælkomin. Tað er ókeypis at luttaka í karnival-tiltakinum, og fyrireikararnir gleða seg til at síggja størsta luttakaratal nakrantíð. Karnivalurin ein stór succes Tað er ókeypis at luttaka í karnival-tiltakinum í Runavík, sum verður fríggjadagin klokkan 18. Fyrireikararnir gleða seg til at síggja størsta luttakaratal nakrantíð Báta-og kamping­ treff á eystan­ stevnu Luttøkugjaldið til báta-og kampingtreffið á eystanstevnu er bert 300 krónur - líka mikið, hvussu nógv fólk eru við bátinum ella kampingvogninum Vilmund Jacobsen Skipað verður soleiðis fyri, at siglt verður av Saltnesgrynnuni fríggjakvøldið klokkan 18 og inn í bátahylin í Runavík. Eftir at bátarnir hava lagt til bryggju, verður móttøka á neystaloftinum í Gamla Handli. Her verður suppa og felagssangur við harmoniku. Kostnaðurin fyri alt vikuskiftið er 300 krónur fyri bátin ella vognin - líkamikið, hvussu nógv fólk eru við. Við í prísinum er eisini el, vatn og internet. Úr Runavík verður sagt, at húsvognar eru vælkomnir til økið á havnalagnum hjá Runavíkar havn frá fríggjadegnum 14. juni – eftir døgurða. Tilmelding til báta-og kampingtreffið á eystanstevnu fer fram á bakka@mail.fo - ella við at ringja til Charles Jakobsen á tlf. 717171/ Sonju S. Danielsen, tlf. 220561. Kostnaður fyri alt vikuskiftið í Runavík - við báti ella kampingvogni - er bert 300 krónur, og tá er el, vatn, internet, suppa og undirhald við í prísinum Stevnuøkið á eystanstevnu hevur seinastu árini verið á Heiðavegi uttanfyri býráðskrivstovuna. Í ár hevur eystanstevnunevndin gjørt av at royna nýggjar leiðir og hevur valt at flyta stevnuøkið oman á havnalagið við parkeringsøkið hjá Faroe Origin. Fyri nógvum árum síðan var stevnuøkið á eystanstevnu niðri á bryggjuni, men hevur seinnu árini ferðast um í Saltangará. – Nýggjar og gamlar leiðir renna nú saman aftur, og stevnuøkið verður nú aftur á havnalagnum - á parkeringsøkinum hjá Faroe Origin. Fyrireikararnir vóna, at nýggja stevnuøkið fer at skapa ein hugnaligan dám, har stevnubásar, hoppiborgir, bátar og kampingvognar saman við ymiskum øðrum upplivingum fara at renna saman í eitt hugnaligt stevnuvikuskifti. vilmund@sosialurin.fo Eystanstevna oman á bryggjuna