Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. apríl 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 79 - 27. apríl 2004 Nr. 79 - 27. apríl 2004 33 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2061, P/F Christian í Grótinum, 700 Klaksvík. Viðtikið 01.04.2004 at lækka partapeningin við annulatión av egnum partabrøvum sambært § 48b, jvb kap. 7 í P/F-lógini, við kr. 250.000,00 til kurs 20.800 til kr. 500.000,00, har B: partabrøv lækka við kr. 250.000,00 til kr. 0,00 eftir at proklama er runnin. Skráseting Føroya tann 23. apríl 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2948, Sp/f á Krossbakka, 650 Toftir. Nevnd: Farin úr nevndini: Aksel Petersen, 650 Toftir. Innkomin í nevndina: Johannes Johannesen, 640 Rituvík. Skráseting Føroya tann 23. apríl 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag móttikið fusiónsætlan samsv. § 134 a í P/F- lógini: A.Navn: P/F S.M.S. (P/F-nr. 207), 100 Tórshavn. og B. Navn: P/F Perlan í SMS (P/F-nr. 3359), 100 Tórshavn. Harumframt hava vit móttikið váttan frá metingarmanninum samsv. § 134 c, stk. 4 í P/F-lógini. Skráseting Føroya tann 23. apríl 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3761 Navn: P/F FB Holding Adressa: Húsagøta 3, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 15.04.2004 Viðtøkudato: 15.04.2004 Kapitalur: Kr. 500.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 500.000,00 til kurs 1000. Stovnari: P/F Føroya Banki, 100 Tórshavn (P/F 10). Nevnd: Jørn Astrup Hansen, Heygsbreyt 4, 100 Tórshavn (formaður), Janus Petersen, Varðabú 1, 100 Tórshavn og Jean Djurhuus, Kovalág 2, 100 Tórshavn. Stjórn: Torbjørn Andreasen, Niðaragøta 2-8, 188 Hoyvík. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av allari nevndini ella av nevndarformanninum saman við stjórnini. Grannskoðari: Sp/f KPMG, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn og P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 15.04.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at ogna sær kapitalpartar í vinnufyritøkum, við tí fyri eyga at endurskipa vinnufyritøkuna og hereftir selja fyritøkuna. Skráseting Føroya tann 23. apríl 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3764 Navn: Sp/f 20. apríl 2004 Adressa: 520 Leirvík Kommuna: Leirvíkar Kommuna Stovningardato: 20.04.2004 Viðtøkudato: 20.04.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Sp/f Sæborg, 520 Leirvík (Sp/f 3034). Stjórn: Tummas Justinussen, Dalakrókur 17, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Grannskoðari: Sp/f KPMG, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 20.04.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil, skiparakstur og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 20. apríl 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3762 Navn: Sp/f Undir Torvbrekku Adressa: 490 Strendur Kommuna: Sjóvar Kommuna Stovningardato: 31.03.2004 Viðtøkudato: 31.03.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Tummas Johansen, 490 Strendur. Stjórn: Tummas Johansen, 490 Strendur. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f KPMG, statsaut.revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.01.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamálið er at fáast við fiskivinnu og hava annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 22. apríl 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3763 Navn: Sp/f 04.04.04. Adressa: Skansavegur 1, Box 85, 110 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 01.04.2004 Viðtøkudato: 01.04.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Sigmund Poulsen, undir Gráasteini 17, 100 Tórshavn og Jákup Páll Nielsen, Mýrisnípuvegur 21, 100 Tórshavn. Stjórn: Sigmund Poulsen, undir Gráasteini 17, 100 Tórshavn og Jákup Páll Nielsen, Mýrisnípuvegur 21, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift hjá einum stjóra. Grannskoðari: P/F Grannskoðaravirkið Inpact, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.04.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamálið er at reka advokatvirksemi. Skráseting Føroya tann 22. apríl 2004 Kristin Balle _______________________ Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Frítíðarskúlin í Vági Børn verða innskrivað til skúlaárið 2004/2005. Seinasta freist er 01. juni 2004. Frítíðarskúlin í Vági Telefon 37 33 83 / 22 94 82 Hølir í Tórshavn til leigu Skrivstovuhøli til leigu. Hølini er uml.100 m2 og er møguleiki fyri at víðka til 200 m2. Hølini hava egna inngongd og møguleika til allar hentleikar sum t.d. toilet, køk. vm. Eisini er goymsluhøli 200 m2 til leigu. Høli hevur 2 portur sum eru 4,0 x 4,5 metur til støddar hvørt. Toilet og aðrir hentleikar eru í goymsluhølinum. Sosialurin Box 76 · FO-110 Tórshavn Bill.mrk. 609 Kunngerð frá útskiftingarnevndini í Sørvági Útskiftingin av Selvíkarhaga í Sørvági varð endað við úrskurði sagdur á nevndarfundi á Matrikul- stovuni 18. mars. Hesin úrskurður verður latin til ákæru frá 23. apríl 2004 sbrt. kap. 9 í útskiftingarlógini frá 27. mars 1939. Eftir kap. 9 kunnu útskiftingin og úrskurðurin hjá útskiftingarnevndini kærast til yvirútskiftingarnevndina, og er kærufreistin 3 mánaðir frá 23. apríl at rokna. Kærufreistin er úti 23. juli 2004. Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast til Yvirútskiftingarnevndina, Sorinskrivarin, C. Pløyensgøta 1,Tórshavn. Útskrift úr gerðabókini og útskiftingarkortið liggja frammi hjá Sørvágs kommunu og á Matrikulstovuni, til kærufreistin er úti. Útskrift úr gerðabókini, útskiftingarkort og avrit av kap. 9, "Anke og Gennemsyn" í útskiftingarlógini er sent øllum eigarum í Selvíkarhaga. N. v. Øssur Á. Midjord útsk. form. Vága Dansifelag Ársveitslan 7. februar Góði tú, sum hevur tikið eina myrkabláa knappa- troyggju feil, sum hevur Sigmundarkross stima- knappar. Tína havi eg. Vónandi fái eg hana aftur, tað hevði glett meg ómetaliga nógv. Tlf. 322953/212953 ella Edvard í Skorini Kokkur Søkt verður eftir royndum kokki at standa fyri mat- gerðini við køki okkara at byrja beinanvegin ella sambært nærri avtalu. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl.08 til uml. 14.00. Keypmaðurin »úti í Grønlandi« Johannes Andreasen Grønlandsvegur 16 · 100 Tórshavn Tlf. 312087 Avloysari fyri skrivstovufólk í barnsburðarfarloyvi Søkt verður eftir avlosara at arbeiða 3/4 tíð frá 9. august 2004 og fyribils til 11. februar 2005. Starvið umfatar Alt vanligt skrivstovuarbeiði í samband við skúlan. Førleikakrøv Fólk við skrivstovuútbúgving hava fyrimun. Í starv- inum hevur tú samband við nógv fólk, bæði innan- hýsis og uttanhýsis, og mást tú tí vera opin og virk- in. Setanartreytir Sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreist Umsóknin skal vera Handilsskúlanum á Kambsdali í hendi í seinasta lagi mikudagin 19. mai 2004. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til deildarstjóran á tlf. 444 900. Føroya Handilsskúli Kambsdalur · 530 Fuglafjørður Tlf. 444 500 · Fax 444 901 Teldupostadr. fh@kambsdal.olivant.fo Bilar til sølu Hesi akfør hjá Klaksvíkar Kommunu verða hervið lýst til sølu fyri hægstbjóðandi. Slag: Mercedes 814 bussur við 24 setrum Árgangur: 1994 Koyrt: 399.000 km Eykaútgerð: Bakkikamera og lyft. Eykasett av píkadekkum fylgja við. Í góðum standi. Slag: Toyota Dyna v/ krana og grabba Árgangur: 1986 Koyrt: 165.500 km Eyka sett av píkadekkum fylgja við. Boð kunnu verða latin á telefon 456387 ella 225158 innan 10. mai 2004. Klaksvíkar Kommuna Skrivstovu- lærlingur søkist Kundi tú hugsað tær eina framtíð innan skrivstovu- yrkið? Vit hava brúk fyri einum skrivstovulærlingi (m/k). Vit kunnu bjóða tær: • Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu, har tú gerst partur av einum góðum toymi, og har arbeiðsandin er av teim bestu • Tryggar arbeiðsumstøður • Góðar møguleikar fyri persónligari menning Tú mást hava HH ella FHS prógv. Lærutíðin er ávíkavist 2 ella 3 ár. Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/-ur, ágrýtin og til reiðar at taka við nýggjum lærdómi og ikki vera bangin fyri at taka eina hjálpandi hond í tá á stendur.Til tíðir kann vera sera nógv at gera. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til okkara og tosa við Jan Danielsen, stjóra. Er hetta nakað fyri teg,so send eina umsókn saman við prógvum og ummælum í seinasta lagi 11. mai 2004. Tlf. +298 447560 · Fax +298 448460 e-mail: jandan@klementpetersen.fo Pf.Klement Petersen er ein fyritøka í støðugari menning,sum í løtuni hevur 9 fólk í starvi.Vit selja í høvuðsheitum tilfar til byggivinnuna og til hús, so sum køkar,hvítvørur,tak,gólv o.m.a. C M Y K 33 32