týsdagur 11. juni 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarligur myndugleiki, sum vísir til Vinnumálaráðið. Dátueftirlitið er skipað við
skrivstovu, sum tekur sær av dagligu uppgávunum á økinum og Dáturáði, sum tekur avgerð í prinsipiellum málum
og málum av stórum almennum týdningi. Á Dátueftirlitinum starvast 3 fólk og Dáturáðið er mannað við 3 limum.
Dátueftirlitið søkir eftir skrivstovufólki
Uppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í
høvuðsheitum um vanligar skrivarauppgávur,
herundir lættari málsviðgerð, røkjan av
heimasíðu og journal, bókhaldsarbeiði og
telefonavgreiðslu.
Faklig førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava skrivstovuútbúgving
ella aðra samsvarandi útbúgving.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Tann, ið settur verður, skal vera stinnur í
føroyskum máli og hava góðan førleika at nýta
teldu. Royndir innan almenna fyristing eru ein
fyrimunur.
Vit vænta eisini at tann, ið settur verður, hevur
góð samstarvsevni, er tænastuhugaður og skal
kunna tola skiftandi arbeiðsuppgávur
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkis
felag.
Arbeiðstíðin er frá kl. 9.00 til 15.00.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum
viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi mikudagin hin 26. juni 2013 og skulu
sendast til:
Dátueftirlitið
Postboks 300
FO110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Eyðhild Skaalum, stjóra, tlf.
309100.
Starvið verður sett skjótast gjørligt sambært
avtalu.
ANNIJANNI
MentaMálaráðið
summarvørur
Grilla úti!
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
MILLARCO
KÚLUGRILL
39995
GASSGRILL
V/ 3 brennarum
+ síðubrennara
2.399,-