týsdagur 11. juni 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ber til at gera stórhavn í Føroyum?
Zakarias Wang
Tað mesta av tí, sum verður
ført fram fyri eitt val, verður
skjótt gloymt. Tó kann okkurt
hanga eftir í huganum eitt
vet aftaná.
Eitt, sum eg ofta havi
hugsað um, er tað sum
núverandi løgtingsmaðurin
Hanus Samró segði um eina
stórhavn í Føroyum. Hann
segði, at ein av lærarum
hansara
í
Niðurlondum
hevði víst á, at sum var, vóru
Niðurlond miðdepilin fyri
flutningi til og úr Europa, og
eingin kundi standa teimum
kurl. Men so legði hann
afturat: Einasta alternativið
til Niðurlond í so máta eru
Føroyar.
Tað niðurlendingar bera
ótta fyri, er sostatt, at um
ein stórhavn verður gjørd í
Føroyum, so kann hon fara
at bjóða skipum so góðar
umstøður, at tað fer at bera
til at kappast við størstu
havnirnar aðrastaðni. Tá fer
at bera til at skipa um farm
í Føroyum og flyta hann til
smærri havnir í Europa.
Vit kunnu sjálvandi siga,
at hetta er reinur heilaspuni.
Føroyar eru smáar, og tí ber
ikki til at gera eina stórhavn
her.
Men hinvegin eru Føroyar
tríggjar ferðir størri enn
Singapore, sum hevur eina
av heimsins størstu havnum,
og sum júst hevur sama
lutverk sum Niðurlond hava
í Europa.
Men hvar í Føroyum kundi
ein slík havn verið gjørd?
Hetta er sjálvandi ein
hóskandi spurningur fyri
arkitektar. Men yvirhøvur
kunnu vit siga, at fyri at
fáa eina stóra havn er
umráðandi, at brimgangurin
ikki er ov nógvur, at vindurin
er sum minst, og at vítt lendi
er uppi á landi. Harumframt
er ynskiligt, at farleiðin
til havnina er so rein sum
møguligt. Ikki hevði verið
verri, um tað slapst undan
at órógva verandi bygging.
Hvat stað, ið lýkur hesar
treytir í mestan mun, ber
til at fáa svarað við teimum
upplýsingum, sum longu eru
til taks.
Ein slík havn krevur
stórar
íløgur.
Nógvur
kapitalur
skal
reisast.
Sjálvandi verður farið undir
verkætlanina av tí at hildið
verður, at inntøkurnar kunnu
renta íløguna. Men tað kann
hugsast, at inntøkurnar av
havnargjaldi ikki røkka til at
gjalda allar útreiðslurnar tey
fyrstu árini. Tí er tað, at tað
almenna vanliga fer í veð fyri
slík tiltøk. Sum er, eru havnir
kommunalar, og tí hefta
kommunurnar fyri tey lán
havnirnar taka. Skal ein so
stór íløga gerast sum henda,
noyðast skattaborgararnir tí
á onkran hátt at taka váða á
seg.
Verður
verkætlanin
væl úr hondum greidd, og
sannlíkt er, at hon tekniskt
og fíggjarliga er forsvarlig,
er valla nakað at ivast í, at
tað hevði verið rætt at farið
undir tað tiltak, sum Hanus
Samró nevndi, so skip upp
á 300.000 tons kunnu leggja
inn her.
Málið er sera áhugavert
og
hevur
í
sær
stórar
møguleikar
fyri
Føroyar.
Verður tað væl fyrireikað og
sett í verk við dugnaskapi og
uttan óneyðugt drál, kann
tað skúgva land okkara á
batarveg.
kjak
Klaksvíkar sjúkrahús
á rættari kós
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna
Klaksvíkar sjúkrahús hevur
í langa tíð havt sum strategi
at fáa serlæknar á ymsum
økjum hendavegin. Hetta eru
serlæknar á altjóða høgum
støði, sum gera eitt høgt tal
av somu uppgávum. Sama
rutina fæst neyvan við bert
at arbeiða i Føroyum. Til
tess er fólkagrundarlagið
ov lítið.
At fáa serlæknar henda
vegin er eftir mínum tykki
júst tann rætti vegurin at
ganga. Kann nevna, at aðra
staðni er krav til ein ser
lækna, at hann minimum
skal gera 50 skurðviðgerðir
av sama slagi, fyri yvirhøvir
framhaldandi at kunna kalla
seg serlækna.
Hvussu er í Føroyum,
hava vit møguleika til hetta
við 48000 íbúgvum?
Trúgvi neyvan, at vit
kunnu uppnáa somu rutina
við so lítlum fólkagrundar
lagi. Vit eiga at seta sjúkling
in í fokus. Tí skulu vit eisini
hava serlæknar á høgum
altjóða støði aðrastaðni frá
hendanvegin. Vit fara sjálv
andi altíð at hava nakrar ser
læknar í Føroyum, sum fara
at hava rutinu innan teirra
øki.
Klaksvíkar
sjúkrahús
hevur í áratíggjur verið
slóðbrótandi við at fáa ser
læknar hendanvegin. Her
er talan um serlæknar á al
tjóða høgum støði og sum
eru viðurkendir um allan
heim fyri teirra dugnaskap.
Teir hava rutinu og royndir,
sum ikki er møguligt at upp
náa við bert at arbeiða í Før
oyum.
Starvsfólkið á Klaksvíkar
sjúkrahúsi
er
somuleiðis
vælútbúgvid júst til tær ser
greinar, sum verða gjørdar
á sjúkrahúsinum. Hesi hava
í fleiri umførum verið á ser
deildum
á
framkomnum
sjúkrahúsum
uttanlanda
fyri at fáa sær upplæring í at
geva 1.floks viðgerð til sjúk
lingarnar, sum eru skurðvið
gjørdir av serlækna.
Eftir mínum tykki skulu
vit duga at seta prís uppá
tað arbeiði, sum Klaksvíkar
sjúkrahús ger á sínum øki,
heldur enn at royna at
leggja fótonglar. Lat okkum
seta prís uppá at læknar,
starvsfólk og leiðsla , sum
allatíðina royna at gera
seg dugnaligari, effektivari
og finna nýggjar leiðir. Í
hesum sambandi er eisini
vert at minna á, at Klaks
víkar sjúkrahús fekk gott
skoðsmál í sjúklinganøgd
semiskanningini, so hví skal
nakað broytast her? Kanska
broytingar ella niðurlegg
ingar skuldu verið gjørdar
onkra
aðrastaðni
ístaðin
! Never change á winning
team.
Klaksvíkar
sjúkrahús
veitir eisini grundleggjandi
viðgerð til øll. Og sum grein
í Norðlýsinum vísir á, so er
talið, sum leitað sær hjálp á
Klaksvíkar sjúkrahúsi vaks
andi. Tað sigur seg sjálvt, at
fólki fer har, sum tey merkja,
at tey fáa ta bestu viðgerðina.
So kanska dupultfunktiónin,
sum verður gjørd aðrastaðni,
skuldi verið spard burtur.
Fyri at fáa frið og ró á
hesum økinum vil eg staði
liga heita á Karsten Hansen,
landstýrismann
í
heilsu
málum, skjótast gjørligt at
melda út - so tað ikki er til at
misskilja - hvørjar sergreinar
skulu verða á hvørjum sjúkra
húsi. Veit væl, at aðalorða
skifti skal verða í heyst um
heilsuverkið. Tá trúgvi eg
veruliga, at Karsten Hansen
vísir sínar gomlu dygdir og
sker ígjøgnum.
RBR flísaR, lock-Block
15x30x17,5 cm.
3995 pr stk.
gráir
4995 pr stk.
koksgráir
RBR flísar, Hjertingstein
21x14x5,5 cm.
RBR flísaR, HeRRegåRd
21x14x5,5 cm.
17995 pr m2
gráir
18995 pr m2
gráir blandaðir
15995 pr m2
gráir
16995 pr m2
gráir blandaðir
borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
ALSKYNS ÚTIFLÍSAR