mikudagur 28. apríl 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 80 - 28. apríl 2004
Nr. 80 - 28. apríl 2004
3
Tey, ið vilja síggja
Jethro Tull mugu taka
beinini á nakkan,
vilja tey ogna sær eitt
av fáu atgongumerkj-
unum, sum eru eftir
LISTASTEVNAN
Eydna Skaale
Eydna Skaale@sosialurin.fo
Listastevnan hevur veruliga
fingið eina dreyma byrjan,
hvat ið undirtøku viðvíkur.
Fyrireikararnir hava valt
longu nú at byrja søluna av
atgongumerkjum til fýra
konsertir, og eftir øllum at
døma endar sølan til hesar
eisini nakað skjótt. Bert 22
atgongumerki til standi-
pláss eru eftir til Jethro Tull
konsertina í Norðurlanda-
húsinum 11 august, har
pláss verður fyri 900 fólk-
um.
Tað er tó ikki bara rock-
urin ið dregur, eisini kenda
operasangarinnan Kiri Te
Kanawa hevur drigið føroy-
ingar eftir atgongumerkj-
um. Til hennara konsert
rúmast 382 áskoðarar, og
uml. helvtin av atgongu-
merkjunum eru longu seld.
Í heyst sang hon fyri full-
settum sali í Reykjavík, og í
Ålborg var áhugin fyri
henni eisini sera stórur.
Sølan er somuleiðis byrja
til konsertina hjá írsku
Celtic Tenors, sum spæla
bæði siðbundnan og nýggj-
ari írskan fólkatónleik. 382
pláss verða til hesa konsert-
ina, harav nøkur og trýss
eru seld.
Forsølan er eisini byrja til
einastu konsertina, sum
Teitur Lassen fer at hava
her heima á klettunum í ár.
Til hansara konsert rúmast
millum 400 og 500 fólk, og
har hava fólk eisini ligið
framvið fyri at tryggja sær
atgongumerki.
Nógv at arbeiða við
Oddvá Nattestad, skrivari
fyri listastevnustýrið, sigur,
at undirtøkan millum lista-
fólki er sera góð. Tey hava
fingið nógvar fyrispurning-
ar frá útlendskum listafólki,
sum ynskja at luttaka. Hon
sigur, at skráin er um at
koma uppá pláss, og at
teimum nú bert manglar
nøkur smáting, sum hon
væntar fara at koma í rætt-
lag heilt skjótt.
Hon staðfestir eisini, at
eftirspurningurin
eftir
stevnuni er so stórur, at
longu nú liggur nógv niður-
fyri til stevnuna komandi
ár.
Av áhugaverdum tiltøk-
um í ár verða, umframt
nevndu konsertir, t.d., før-
oyska skaldsøgukappingin,
har 11 handrit eru innkom-
in, eitt stórt sápubløðru-
sirkus,
marionettdukku
framførsla, alment prát við
Josevein Gaarder, sum m.a.
hevur skrivað bókina um
Sofies Verden, framsýning
við glasskulpturum hjá
Tróndi Patursyni og ein
fyrilestur um Niels Finsen
og føroyska gransking.
Listastevnan verður hild-
in 6. til 15 august, og fyri-
reikararnir siga, at at-
gongumerkjasølan til hini
tiltøkini allarhelst fer at
byrja í juni.
Næstan útselt til listastevnuna
myndatekstur: longu nú er um at verða útselt til nøkur at tiltøkunum á listastevnuni, sum verður í august
mynd: savnsmynd
Í sambandi við, at
Josvein Gaarder vitjar
listastevnuna 6-15 aug-
ust, koma tvær av bók-
um hansara út á før-
oyskum. Tríggjar bøk-
ur eftir hann eru longu
týddar. Tær eru Jóla-
gátan, Kabalugátan og
Sum í spegli, sum í
gátu. Laura Joensen
hevur týtt hesar bøk-
urnar, og hon skal eis-
ini týða aðra av teim-
um báðum bókunum,
sum koma út í summar.
Tað verður bókin við
u p p r u n a h e i t i n u m
Appelsinpiken. Á lista-
stevnuni
fer
Laura
Joensen eisini at lesa
upp úr hesi bókini.
Hin
bókin,
sum
verður týdd, er tann
heimskenda
heim-
spekisbókin fyri børn,
Sofies Verden. Bókin
er týdd til óteljandi
mál, og í summar kem-
ur hon so út á føroysk-
um eisini. Tað er Ed-
ward Olsen, sum í
fleiri ár hevur arbeitt
við at týða bókina.
Føroyska heitið verður
Heimurin hjá Suffíu.
Bøkurnar verða givnar
út av Bókadeild Føroya
Lærarafelags.
eys
Herfyri frættist, at ár-
liga tiltakið á Gøtu-
sandi, G! Festivalurin,
varð í vanda at verða
avlýstur, vegna vant-
andi fíggjarliga orku.
Men nú kunnu allir
G! fjepparar gleðast
aftur, tí Føroya Banki
og Grót hava nú skriv-
að undir eina sponsor-
avtalu av festivalinum.
Sum ætlað verður tón-
leikur at hoyra á Gøtu-
andi 16. og 17. juli
2004.
Á heimasíðuni hjá
Konto In er møguleiki
at keypa sær atgongu-
merki til festivalin, og
at frætta tey feskastu
tíðindini um tiltakið.
Eitt av høvuðsnøvn-
unum á G! í ár, verður
uttan iva svenska Lisa
Ekdahl,
sum
bleiv
kend við lagnum Vem
vet. Hon hevur vunnið
nógvar prísir uttan-
lands, fyri sín ser-
merkta
jazzfólka-
tónleik. Hetta verður
fyrstu ferð, at kendi
sangfuglurin kemur at
framføra í Føroyum.
eys
Mikudagin 28 apríl fer
Jørgen Niclasen aftur á
fund í Danmark, fyri at
greiða frá um fiski-
dagaskipanina. Hesu-
ferð er tað matvøru-
nevndin hjá danska
fólkatinginum,
sum
hevur sent boð eftir
Jørgeni. Har verður
eisini ein íslendskur
fiskufrøðingur við.
Vikuna eftir, koma
m.a. danski matvøru-
ráðharrin
Marianne
Ficher Boel til Føroya,
fyri at kunna seg enn
betri
um
føroysku
skipanina.
Jens Christian Lar-
sen, sum er limur í
matvøruráðnum, sigur,
at danskarar skulu læra
av føroyingum, tá tað
kemur til havið. Hann
sigur, at føroyingar liva
av havinum, og hava tí
verið noyddir at finna
eina skipan, sum bæði
fiskivinnan og fiski-
frøðingar kunnu vera
nøgdir við.
Jørgen Niclasen hev-
ur annars verið bæði í
Scotlandi, Onglandi,
Írlandi og Danmark og
greitt frá um skipanina,
so stórur áhugi er fyri
henni.
eys
Sofies verden á
føroyskum
Jørgen Niclasen aftur
til Danmarkar
G! Festivalurin
fingið stuðul
Alzheimerfelagið
hevði
aðalfund tann 25.apríl í
auluni á Føroya Lærara-
skúla, og tá var frumsýning
av leikinum »Svíkja vit
Hannis«. Tað vóru starvs-
fólk og onnur, sum fram-
førdu sjónleikin, ið snýr
seg um fólk við demens-
sjúkum. Sjónleikurin krev-
ur av áskoðaranum, at hann
fylgir væl við, tí hesin er
eisini við til at skapa sjón-
leikin.
- Tey spæla fyrst leikin
einaferð, og síðani spæla
tey umaftur, og tá er tað, at
áskoðarin kann blanda seg
uppí. Hetta er jú inni á
einum røktarheimi, og tað
er um ein dementan mann.
Og har kann áskoðarin so
siga frá, hvussu tey heldur
høvdu gjørt tað, og so
broytist sjónleikurin, sigur
Sigrun Mohr, forkvinna í
Alzheimerfelagnum.
Alzheimerfelagið hevði
eisini aðalfund, og bert ein
limur tók ikki við afturvali.
Tað var Kári Árting, men í
hansara stað kom Sigborg
Arge. Øll hini tóku við
afturvali.
Alzheimerfelagið varð
stovnað fyri trimum árum
síðani undir MFB, og
felagið hevur umleið 300
limir.
hkm
Áskoðarin myndar sjónleikin
Fiski- og aliloyvis-
skipanin er ein
stongdur heimur fyri
kvinnur. Tí áttu
politikarar at havt
umhugsað eina kyn-
skvotering av loyvun-
um, áðrenn skipanin
varð sett í gildi. Hetta
hevði ikki minst
komið alivinnuni til
góðar, nú hon meir
enn nakrantíð hevur
brúk fyri øðrvísi
hugsunarhættum og
nýggjum kreftum.
Hetta kom millum
annað fram á Kvinnu-
ráðstevnuni seinasta
leygardag
KVINNURÁÐSTEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Kvinnurnar hvørva úr hag-
tølunum, tá vit nærkast
leiðslunum
í
føroyska
vinnulívinum. Spurning-
urin er, um tað er, tí tær ikki
halda seg framat, ella tí
vinnan er skipað á ein
slíkan hátt, at dyrnar meir
ella minni eru stongdar fyri
kvinnunum.
Ingvør Nolsø, leiðari á
r e k l a m u v i r k i n u m
Stephanssons
Hús
og
Marita Rasmussen, sam-
skipari
av
fiskivinnu-
granskingini,
umboðaðu
føroyska
vinnulívið
á
Kvinnuráðstevnuni á Hotel
Hafnia leygardagin.
Ein kvinna á
toppinum …
Ingvør Nolsø er ein av
kvinnuligu veteranunum í
føroyska vinnulívinum og
undagongukvinnu
í
kvinnurørsluni í Føroyum.
At kvinnur ikki síggjast
aftur í leiðslunum í vinnu-
lívinum er sum so onki
nýtt. Hvørki her heima ella
aðrastaðni, minti Ingvør á.
Og tað er eyðsæð, at okkurt
má broytast fyri at venda
skeivu
gongdini.
Tann
áhugaverdi spurningurin er,
um tað er vinnan ella
kvinnan sum skal broytast,
helt Ingvør, sum í síni tíð
sjálv tók málið i egnar
hendir og stovnaði sítt egna
reklamuvirki.
– Í Danmark stovna kvin-
nur oftast sítt egna virki, tí
tær vilja sleppa at arbeiða
annaleiðis.
Tær uppfata ofta sið-
bundnu fyritøkurnar sum
snævurskygdar, hierarkisk-
ar, konservativar og nógv
merktar av maktspæli. Við
at stovna sína egnu fyri-
tøku, kunnu tær laga hana
eftir sínum egnu virðum,
sum eru øðrvísi enn tey í
fyritøkum, sum eru stýrdar
av monnum. Og okkurt
bendur á, at tað júst eru
hesi virðini, nógvar fyri-
tøkur hava brúk fyri. Ein
kanning fyri og onnur eftir
vísir nevniliga, at ein
kvinna á toppinum, merkir
eitt gott úrslit í botninum.
Skapið netverk!
– Okkurt bendir sostatt á, at
tað er vinnulívið og ikki
kvinnurnar,
sum
skulu
broytast. Ikki tí kvinnurnar
eru lýtaleysar. Tær áttu
millum annað at lagt seg
nógv meir eftir at skapa eitt
sínamillum netverk, soleið-
is sum mannfólkini altíð
hava gjørt tað. Tað hava tær
ikki gjørt, og tí standa tær
veikari, serliga í hesum
tíðum, har eitt sterkt net-
verk í vinnulívinum hevur
alt at siga. Eitt sterkt net-
verk er ikki bara neyðugt.
Tað fremur eisini ein ser-
ligan solidaritet, sum vit
kundu ynskt okkum at sæð
meir av millum kvinnur í
føroyska
vinnulívinum,
segði Ingvør Nolsø.
Bert ein kvinnuligur
stjóri
Marita Rasmussen hevur
nógvar royndir frá føroysku
fiskivinnuni og er nýliga
vorðin samskipari av allari
granskingini á økinum.
Marita hevði kannað,
hvussu nógvar kvinnur eru
eigarar, stjórar ella virkis-
leiðarar í ali- og fiskivinn-
uni. Og ikki óvæntað vísa
tølini, at hóast ein stórur
partur av arbeiðsmegini í
fiskivinnuni er kvinnur,
sæst hetta ikki aftur í teim-
um leiðandi størvunum.
Ongin kvinna situr í ovastu
leiðsluni í alivinnuni, og
ongin eigur skip ella er
skipari. Ein ella tvær standa
skrásettar sum reiðarar,
men eru tað ivaleyst mest
av navni. Heldur ikki á
fiska- ella kryvjivirkum
fann Marita nakran kvinnu-
ligan eigara ella stjóra, men
longur niðri á stiganum
sóðust ikki so fáar kvinnur
sum millum annað góðsku-
leiðarar og formenn.
Einasti kvinnuligi stjórin
í føroysku fiskivinnuni er
sølustjórin á Kósavirkinum
í Klaksvík.
Ognarleysur
samfelagsbólkur.
– Skulu vit royna at grund-
geva fyri, hví kynsbýtið í
ovastu leiðsluni í fiski-
vinnuni er so skeivt, er tað
lætt at peika á, at kvinnur
sera sjáldan søkja hesi
størvini, segði Marita. Men
tað er ikki einasta orsøkin.
Veruleikin er, at fiskafyri-
tøkur lýsa helst ikki ikki
eftir fólki til tey leiðandi
størvini. Tær leita heldur
sjálvar eftir tí rætta persón-
inum við at brúka síni net-
verk og spyrja seg fram.
– Ein onnur orsøk er, at í
teimum loyvisavmarkaðu
vinnunum, har flestu loyv-
ini longu eru givin, er tað
sera trupult at sleppa fram-
at, um tú ikki hevur nógvan
pening ella strategiskar
samstarvsfelagar. Í hesum
sambandi
vísti
Marita
eisini til átøðið hjá norð-
manninum Ottar Brox, sum
hevur kannað avleiðing-
arnar av loyvisavmarkaðum
skipanum. Hesin vísir á, at
tey ungu og aðrir ognar-
leysir bólkar sleppa ikki
upp í part í einastu lønandi
vinnuni í nógvum stranda-
londum. Og kvinnur eru
sum heild partur af teimum
ognarleysu samfelagsbólk-
unum.
Kynskvotera loyvini.
Sum er, eru útlitini fyri at
sleppa kvinnum framat í
hesi vinnunni sostatt ógvu-
liga vánalig.
Vit hava eina politiska
skipan, sum tryggjar okk-
um umboð úr øllum land-
inum, og ført hevur verið
fram, at hendan skipan
eisini átti at tryggjað báð-
um kynum somu atgongd
til landsins leiðslu.
– Í prinsippinum ber tað
væl til at flyta hendan
hugsunarháttin
yvir
á
loyvisavmarkaðu vinnur-
nar, bæði sum ein liður í
bygdamenningini og fyri at
tryggja
báðum
kynum
somu rættindi til øll øki í
okkara høvuðsvinnu. Men
hetta áttu politikarar at havt
hugsað um, áðrenn loyvis-
skipaninar vórðu settar í
verk, tí tað ber ikki til at
koma afturumaftur nú 10 ár
seinni, uttan at tað fær víð-
fevndar avleiðingar, segði
Marita.
– Um kvinnur við hósk-
andi førleikum vilja sleppa
framat hesi vinnuni, kunnu
tær bjóða seg fram sum
strategiskir samstarvsfelag-
ir saman við fyritøkum ella
persónum, ið ætla at gera
íløgur í hesa vinnur. Tað
upplagt at gera tað beint nú,
ið alivinnan liggur í anda-
leypi og kanska meir enn
nakrantíð hevur brúk fyri
fakligum førleikum, øðr-
vísi hugsunarhættum og
nýggjum
eldhugaðum
kreftum, helt Marita Ras-
mussen.
Kvinnur onga
atgongd til
veiðuloyvini
Marita Rasmussen er
samskipari av føroysku
fiskivinnugranskingini.
Makt er ikki nakað, tú fært. Makt er nakað, tú tekur, minti
Ingvør Nolsø luttakarnar á Kvinnuráðstevnini á
Hugskotið um at kynskvotera veiðuloyvini vakti áhuga millum kvinnurnar á
Kvinnuráðstevnuni
C
M
Y
K
3
2