mánadagur 17. juni 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Jógvan Philbrow
Gerið
íløgur í
kvinnur
Frank Davidsen
Skatt
ainntøkur
eftir hæli
Tingbólkurin hjá Sambandsflokki
num skal nú viðgera sosiala profilin
hjá Sambandsflokkinum. Tingbólk
urin gevur Edmundi Joensen rætt
í kritikkinum, hann javnt og samt
hevur av løgmanni, at hann lurtar
ov nógv eftir Fólkaflokkinum – og
at profilurin hjá Jørgen Niclasen
ikki sampakkar heilt við tað, sum
fyrr var Sambandspolitikkur.
Løgmaður hevur fleiri ferðir lagt
dent á, at Sambandsflokkurin er ein
borgarligur flokkur, sum sjálvandi
rekur borgarligan politikk. Treyð
ugt so. Men fyri tað um Sambands
flokkurin er í samgongusamstarvi
við Fólkaflokkin, so nýtist tað ikki
at merkja, at Sambandsflokkurin
skal reka borgarligan politikk so
leiðis, sum Jørgen Niclasen heldur,
at hann skal rekast.
Tað er ikki at lasta Fólkaflokki
num ella Jørgen Niclasen, at støðan
er vorðin soleiðis, at tingmanningin
hjá Sambandsflokkin hevur ringan
smakk í munninum. Politikkur
er ávirkan. At reka politikk er at
ávirka, og tá tú ert í einum politisk
um samstarvi, so ræður um at vera
tann gløggasti, tann sum fær sann
ført hinar í samstarvinum at reka
tín politikk.
Í sitandi samgongu hevur Jørgen
Niclasen havt hendan leiklutin
longu frá byrjan. Tað gav at býta, tá
hann beint sum samgongan varð
skipað, for niður til Danmarkar og
lætst vilja bidda 200 milliónir krón
ur í øktum ríkisstuðuli.
Sjálvandi meinti Jørgen Niclasen
einki við hetta. Hann visti væl, at
ein slík ætlan var burtur úr vón
og viti, men við at gera sum Sam
bandsflokkurin vildi, so fekk hann
ávirkan. Úrslitið var kortini at liva
við hjá Fólkaflokkinum, tí fullveldi
verður hvørki fyrr ella seinni, fyri
tað um ríkistuðulin verður javnaður
við tveimum prosentum um árið.
Tað er einki dulsmál, at Sam
bandsflokkurin hevur havt fólk við
sosialinum profili, so sum Edmund
Joensen, Lisbeth Petersen og Eilif
Samuelsen bara fyri at nevna nøk
ur. Tingmanningin hjá flokkinum í
dag hevur at kalla ongan serstakan
profil. Tey hvørva øll í ein stóran
Fólkaflokk, sum stýrir øllum.
Tí er tað áhugavert at hoyra
Rósu Samuelsen í útvarpinum
greiða frá, at Sambandsflokkurin
ikki hevur verið sjónligur í eitt nú
málinum um eldrarøktina.
Hon viðgongur, at Sambands
flokkurin nú eigur at skifta kós,
og tað er áhugavert at frætta frá
framsøgufólki Sambandsfloksins í
almannamálum.
Spíska sosiala profilin
– Eg ætli mær at brúka teir
10 yrkadagarnar, sum mær
er heimilað, til at svarað
Høgna Hoydal og Aksel V.
Johannesen.
Soleiðis segði Kári P. Høj
gaard við úvarpið leygar
dagin.
Og Kári P. Højgaard hev
ur púra rætt, tá hann sig
ur, at honum er heimilað 10
dagar at svara einum grein
52 spurningini frá løgtings
monnum.
Men eins og við lógini um
alment innlit, so merkir tað
ikki, at landsstýrismaðurin
skal brúka 10 yrkadagar, sum
merkir í minsta lagi tvær vik
ur.
Men hetta er almenni
forhálingspolitikkurin, sum
landsstýrismaðurin í inn
lendismál avdúkar.
Hann kundi saktans svar
að beinanvegin. Men hann
veit, at hann kann forhálað
svarið soleiðis, at hesir ting
menninir ikki fáa svarið
fyrr enn í allarsíðstu løtu.
Áhugavert
at
hoyra,
hvussu ein landsstýrismaður
ger fyri at forhála fólkaræði.
– Tá ið Voxbotn fer av bakka
stokki 29. juni, verður tað
eisini við Føroya best um
tókta bólki í nýggjari tíð - Páll
Finnur Páll.
Tað skrivar fyrireikararnir
av festivalinum Voxbotn í
morgun.
Teir vísa á, at seinastu 10
árini hava Páll Finnur Páll
ferð eftir ferð savnað tjóðina
við sínum vælsvingandi og
provokerandi sangum.
– Við hittum sum Forelsk
aður Sjónleikari, Herbergið,
Eg, Fari mín Egna Veg, Mín
Russiski Vinur, Grannin og
mangt annað hava menninir í
Páll Finnur Páll tikið Føroyar
á bóli og savnað tjóðina ótelj
andi ferðir. Umframt eina
ørgrynnu av hittum, eru Páll
Finnur Páll eisini at meta
sum besti live bólkurin í
Føroyum, og hvørja ferð teir
trína á ein pall, kunnu áskoð
ararnir vænta eitt brak av
einari framførslu, skriva fyri
reikararnir, og leggja afturat:
– Tað er eingin ivi um, at Páll
Finnur Páll fara at geva øll
um Voxbotn fjepparum eina
festliga, fríska og freka løtu
29. juni, tá ið teir byrja sína
summarrundferð í ár í Vox
botni.
Páll Finnur Páll á Voxbotn
Í kvøld kl. 20.00 verður eitt
stuðulstiltak í KFUM & K í
Klaksvík. Dokumentarfilm
urin Pray The Devil Back to
Hell verður sýndur og Bárður
Lydersen sýnir fram sterkar
myndir úr Liberia
»Taylor megnar at biðja
hin ónda upp úr helheimi!«
Soleiðis segði Gbowee sum
Taylor. Tað eru hesum orðu
num, sum heitið á filminum
hevur sín uppruna í.
Men djarvar liberiskar
kvinnur, bæði kristnar og
muslimskar, settu sær fyri at
stríðast saman í bøn og biðja
hin ónda aftur til heljar.
Í hálvttriðja ár blivu tær
við, einans vápnaðar við hvít
um t-blusum, sangi og bøn. Tá
tað ikki var nóg mikið, gjørdu
tær av at noktað monnum
sínum atgongd til songina. At
enda eydnaðist hesum djørvu
kvinnunum at fáa frið í land
inum.
Filmurin
hevur
fingið
fleiri virðislønir.
Í mars í fjør var Bárður
Lydersen í Liberia og tók
myndir. Í kvøld sýnir hann
á fyrsta sinni fram myndir
sínar. Myndirnar eru sterkar
og sýna fátækradømið í Mon
rovia í Liberia.
Hilda Viderø arbeiðir fyri
ABC barnahjálp í Liberia. Hon
fer at greiða frá arbeiðinum
har, og um hvussu tað var
at noyðast at flýggja úr
landinum orsakað av borgar
akrígnum.
Í árunum 1984 til 1987 virk
aðu tey í Liberia, inntil tey
máttu rýma undan ófriðinum.
Hilda og maðurin arbeiddu í
Afrika í tilsamans 12 fram til
1996. Tey eiga tveir synir, tann
eldri var bara tveir mánaðir,
tá tey fóru, og tann yngri er
føddur í Liberia.
– Øll eru hjartaliga væl
komin, siga fyrireikararnir.
Stuðulstiltak fyri
ABC barnahjálp
Tingfólk Sambandsfloksins
vilja finna sosiala stevið aftur
Kári forhálar fólkaræði