Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Um 10 yrkadagar er juni mán­aður farin afturum, og suðr­ing­ar og onnur við farin at halda Jóansøku. Um 10 yrkadagar hev­ur Kári P. Højgaard, lands­stýris­ maður í innlendismálum, svarað einum grein-52 fyri­ spurn­ingi frá for­monnu­ num í Tjóðveldi og Javn­að­ ar­flokkinum. 10 yrka­dagar er freistin at svara grein-52, og hesar dagar ætlar lands­ stýris­maðurin sær at brúka á tamb, áðrenn svarið verður latið. Men áðrenn hesir somu 10 yrkadagar eru farnir, er av­tala gjørd um einkarætt til størstu, einstøku íløgu í Før­oya søgu. Tað boðaði Inn­lendis­ mála­ráðið sjálvt frá í tíðinda­skrivi 19. apríl. Henda dagin segði Kári P. Høj­gaard seg vera farnan í realitetssamráðingar við ein privatan íleggjara um at byggja, fíggja og reka ein Eystur­oy­artunnil. Víðari segði ráðið, at ”bera sam­ráð­ ing­ar­nar á mál, verður ein treytað avtala um einkar­rætt gjørd áðrenn Jóan­søku í ár.” Eisini boðaði lands­stýris­ mað­urin frá, at eftir ætlan verð­ur koyrandi gjøgnum nýgg­ja Skálafjarðartunnilin í 2018. Vandamikil almenningur Eftir fráboðanina úr Inn­ lendis­málaráðnum bað Sosial­urin beinanvegin um innlit í málið um Skála­ fjarðar­tunnilin. Tí eftir okkara meting hevur tað al­ mennan áhuga at vita, hvør er í samráðingum við al­men­ nu Føroyar um at bygg­ja, eiga og reka hesa stóru íløgu í føroyska sam­ferðslu­kervið. Eisini meta vit tað hava almennan áhuga at vita, hvørjar fíggj­ar­ligar metingar og útrokn­ing­ar liggja til grund fyri hesa íløgu. Men svar­ið úr In­n­lendis­mála­ráð­ num var kategoriskt nokt­ andi. Almenningurin skal einki hava at vita. Innlendismálaráðið vís­ti á, at ráð­ið er í eini sam­ráð­ ing­ar­til­gongd um treytir fyri at lata einum sam­starvs­par­ ti einka­rætt til hesa tunnils­ verk­ætl­an. Ráð­ið førdi fram, at tað ber ikki til at føra slíkar sam­ráð­ing­ar alment, tí tað kann ávirka úrslitið til tað verra. Í ringasta føri kann tað forkoma ætlanini, segði Inn­lendismálaráðið í síni grund­geving fyri at nokta al­menn­ing­inum innlit. Fjølmiðlar hava í fleiri umførum spurt Kára P. Højgaard um hesa stóru tunnilsætlan, men lands­ stýris­maðurin hevur ongan­ tíð vilja kunnað almenningin um nakað. Spyrjandi andstøða Formenninir í stóru and­ støðu­flokkunum eftirlýsa somu­leiðis kunning um mál­ ið. Høgni Hoydal og Aksel V. Johanne­sen hava sett Kára P. Højgaard seks spurningar um ætlanina. Formenninir vilja millum annað hava at vita, hvat privat felag talan er um, hvussu langt sam­ ráð­ing­arnar eru komnar og hvørjar treytirnar eru. Spurn­ingar­nir vórðu settir sum grein-52 spurningar, og við útvarpið leygardagin segði Kári P. Højgaard, at hann ætlaði sær at brúka 10 dag­ar at svara. - Ja, formelt hevur lands­ stýris­maðurin 10 dagar, men vil Kári P. Højgaard máli­num væl, so svarar hann bei­n­an­ vegin, sigur Høgni Hoydal ídag. Formaðurin í Tjóðveldi er fortørnaður, tí sambært hon­ um hevur andstøðan líka til nú tikið tað fyri givið, at mál­ ið kemur aftur í løgtingið. - Men nú hoyra vit sum slat­ur, at landsstýrismaðurin ætl­ar sær bara at skriva und­ ir milliardasáttmála vit eitt felag, ið eingin veit nakað um, uttanum løgtingið. Tað er fullkomuliga burturvið, og tí seta vit spurningarnar nú, sigur Høgni Hoydal. Sambært formanninum í Tjóð­veldi er málið fult av git­ ing­um, av tí einføldu orsøk, at landsstýrismaðurin hevur full­komuliga lagt lok á málið. - Eitt nú frættist, at priv­ ata felagið skal hava einka­ rætt í 50 ár. Er tað veruliga so, og hvørjar eru so fíggjarligu út­rokn­ingarnar aftanfyri tað, spyr Høgni Hoydal. Í fyrispurninginum til landsstýrismannin vísa Høgni Hoydal og Aksel V. Johanne­sen á út­rokn­ing­ar í nýggj­as­tu samferðslu­ætlan­ ini hjá Landsverki, ið siga at eyka kostnaðurin fyri før­ oys­ka brúkaran verður 800 millión­ir krónur, um eitt pri­vat felag fær rættin til upp­gávu­na, heldur enn tað al­menna. - Sjálvandi kemur ein­ ki, útlendskt privat felag til Føroya at gera sam­ferðslu­ íløg­ur fyri meira enn eina milliard, uttan at pengar eru at tjena. Men uppgávan hjá landsstýrismanninum er at tæna almenninginum í Føroyum, sigur Høgni Hoy­ dal. Prestiguprojekt Tað var á vári í fjør, at lands­ stýrið enn einaferð gjørdi av at bjóða Skálafjarðartunnilin út til privat at byggja, eiga og reka. - Nú er hetta málið bli­við til eitt persónligt prestigu­ projekt hjá einum lands­ stýris­manni, sum partú vil hava sítt navn á tunnilin, hó­ ast tað í ringasta føri kann kosta føroyska brúkaranum hund­rað­tals milliónir krónur í eyka kostnaði næstu nógvu árini, sigur Høgni Hoydal. Í løtuni sær út til til, at landsstýrismaðurin kann skriva undir av­talu um einka­rætt til Skála­fjarð­ar­ tunnilin við privat felag, áðr­ e­nn almenningurin og and­ støðan á løgtingi fær nakað at vita um málið. Sambært Høgna Hoydal er andstøðan, og løgtingið í síni heild, hildin púr­asta uttanfyri. - Vit vita ikki eingongd, hvør samráðist vegna al­ mennu Føroyar. Hvørja ser­ frøði brúkar lands­stýris­mað­ urin. Hetta tykist alt meira sum ein desperat handling hjá einum landsstýrismanni, sum koyrir solo uttan um løgtingið, sigur Høgni Hoy­ dal. Loyniligur einkarrættur Fakta -Grundgeving hjá Innlendis­ málaráðnum fyri at nokta innlit í málið: Innlendismálaráðið er í eini samráðingar­ tilgongd um treytir fyri at lata einum sam­ starvsparti einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tanga­fjørð, og ikki ber til at føra slíkar samráðingar alment. Um givið verður alment innlit í málið, er stórur vandi fyri, at tað fer at ávirka endaliga úrslitið av samráðingunum til tað verra, og í ringasta føri kann tað forkoma ætlanini. Tí kann Inn­lendis­mála­ ráðið tíverri ikki kann ganga umbøn tygara á møti. Avgerðin er vísandi til oman fyri nevndu orsøk grundað á § 13, stk. 1. nr. 5)–6) í løgtingslóg nr. 133 frá 10 juni 1993 um innlit í fyri­sit­ingina Fakta Greinin í lóg um alment innlit, ið Innlendismálaráðið brúkar fyri at nokta innlit í ætlanina við Skálafjarðartunnlinum: § 13. Rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna ella privatum ella almennum áhugamálum, har tað vegna serligar umstøður í hesum føri er neyðugt at dylja málið Hvørki andstøða ella almenningur fær at vita nakað um, hvat felag kann fáa einkarrætt til at byggja, eiga og reka størstu íløgu í Føroya søgu, nevniliga Skálafjarðartunnilin