Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 REPORTASJA. Á ellis- og røktarheimunum stríðast starvsfólkini fyri at tryggja teimum gomlu ein virðiligan gerandisdag, tá skerjingar verða gjørdar fyri at fáa fíggjarjáttaninar at halda. Vit fylgja gerandisdegnum á Tjarnargarði og Lágargarði í Havn, har røktarstarvsfólkini renna um kapp við tíðina og merkja avleiðingarnar av skerdum vaktarætlanunum Tekstur: Dánjal Højgaard Myndir: Anna K. Højgaard Tú merkir tað í somu løtu tú stígur fótin inn um. Skundin. Starvsfólk í reyðbláum kittlum hasta aftur og fram eftir gongina við bakkum í hond. Í køkinum fylla tey havragreyt í tallerkarnar og medisinið verður merkt og doserað í rættar nøgdir, og síðani ganga tær við títtum fetum út í kømørini. Ein nýggjur arbeiðsdagur er byrjaður hjá teimum fimm røktarstarvsfólkunum og vaskikonuni í Miðstovu, sum er ein av trimum bú­eind­um á røktar- og um­lættingar­ heiminum Lágargarði. Ein nýggur gerandisdagur í lívinum hjá teimum 16 bú­ fólkunum. Meira enn Nutri – Halló Hanna, tað er Ruth. Hevur tú droymt nakað gott? Á songarstokkinum inni á kamarinum hjá Hannu Weihe situr deildarsjúkrasystirin Ruth av Fløtum og syngur ein sálm. Hanna er lamin av blóð­ tøppi. Hon má hava hjálpt til alt. Morgunmatin hevur hon fingið gjøgnum eina PEG-sondu, men Ruth royn­ ir eisini at geva henni ann­ an lívsnering, enn tann sum fæst í Nutrison-bland­ inginum, sum rennur gjøg­ num plastikkslanguna. ­– Eg veit at hon var ein ordiliga aktiv kona, sum elsk­aði at syngja. So eg plagi at syngja onkran sálm, sum henni dámar og vóni so at merkja onkra reaktión, sigur Ruth og stríkur Hannu eftir kjálkanum. – Tað gongur nokkso langt ímillum, men onkuntíð so flennur hon. Tað er tað vil leita eftir. Hanna harkar, og tað koma nøkur ljóð frá henni. Men tað er óskiljandi. Ruth kannar um Hanna kann hava fingið sár av sond­uni. Tað er umráðandi, tí Hanna fær einki sagt og má undir ongum umstøðum liggja hjálparleys og pínast. Knappliga fer eitt ljós at bunka á vegginum og ein alarmur sigur frá, at brúk er fyri hjálp á einum ørðum kamari. ”Bibb, bibb, bibb” sig­ ur tað títt, og í hinum end­ anum á deildini hoyrast róp. Ruth sleppur øllum, hon hevur í hondunum og loypir avstað. Eitt av búfólkunum er farið á wc og hevur brúk fyri hjálp, men tá hon kemur fram er onkur longu komið til hjálpar. Tær friðsomu løtunar við persónligari samveru sam­an við búfólkunum eru av­mark­ aðar. Røktin kallar. framhald ➥ skerjingar á eldraøkinum At liva og a TEMPO Deildarsjúkrasysturin í Miðstovu, Ruth av Fløtum, situr á skrivstovuni og skrásetir arbeiðsuppgávurnar meðan sjúkrasysturin Arnleyg Mikkelsen skundar sær út í eitt av kømørunum. Tær ganga ofta 11 km á hvørjari vakt Mann skal ikki bara yvir­liva, mann skal eisini liva Ruth av Fløtum, deildarsjúkrasystir