Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. apríl 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 80 - 28. apríl 2004 Nr. 80 - 28. apríl 2004 5 Tað er onki endamál bara at gera skipar- arnar og stýrimenn- inar til tænastu- menn, sigur fíggjar- málaráðið STRANDFERÐSLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er onki endamál at gera bara yvirmenninar hjá Strandferðsluni til tænastumenn. Thomas Magnussen, leiðari á lønardeildini í fíggjarmálaráðnum, sigur, at tað var orsøkin til, at lønardeildin ikki vildi taka av tilboðnum frá Skipara- og navigatørfelagnum um at gera yvimenninar hjá Strandferðsluni til tæn- astumenn. Í aðrari grein her á síð- uni, sigur, formaðurin í Skipara- og navigatørfe- lagnum, at í samráðingun- um, sum júst eru lidnar, fekk Fíggjarmálaráðið til- boð um at gera yvirmenn- inar á Strandferðsluni til tænastumenn, men teir tóku ikki av. – Tað er onki endamál at taka ein fakbólk burturúr og gera hann til tænastu- menn, tí skipini sigla ikki bara við yvirmonnum, sigur Thomas Magnussen. Hann sigur, at fimm fakfeløg eru knýtt at skipunum hjá Strand- ferðsluni: Skipara- og na- vigatørfelagið, Maskin- meistarafelagið, Starvs- mannafelagið og á landið eru tað Føroya Arbeið- arafelag, sum bindur og loysir endan í Suðuroy og Havnar Arbeiðsmannafe- lag, sum bindur og loysir í Havn. – Antin gera vit øll til tænastufólk, annars er onki endamál í tí, sigur leiðarin á lønardeildini. Ongin politisk avgerð Annars vísir hann á, at enn er ongin politisk avgerð tikin um at gera nakað við hetta málið. – Tað hevur verið umrøtt nakrar ferðir, men ongin avgerð er tikin. Annars sigur Thomas Magnussen, at í veruleik- anum er tað ikki ein sam- ráðingarspurningur, um tey, sum eru knýtt at skip- unum hjá Strandferðsluni, skulu vera tænastufólk, ella ikki. – Tað er ein politiskur spurningur, antin eitt starv skal vera tænastumanna- starv ella sáttmálasett starv. – Sostatt kann landsstýr- ið nær sum helst lýsa eitt ávíst starv at vera tæn- astumannastarv. Thomas Magnussen sigur, at sjálvsagt kann Landsstýrið ikki tvinga nakran at vera tænastu- maður. – Men landsstýrið kann gera av, at størvini, sum eru knýtt at strandfara- skipunum eru tænastu- mannastørv. So stendur tað til fólkið sjálvt, um tey vilja arbeiða undir eini tænastumannaskipan, ella um tey siga upp, so at onnur kunnu søkja starvið, sigur Thomas Magnussen. Landsstýrið kann altíð gera fólkið á Strandferðsluni til tænastufólk – Landsstýrið hevur lumpað okkum so illa, at tað verður ikki við góðum, at maskinmeistararnir hjá Strandferðsluni siga verkfalsrættin frá sær, sigur formaðurin í Maskinmeistara- felagnum STRANDFERÐSLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað verður við ringum tannabiti, at vit siga verk- falsrættin frá okkum. Tað sigur Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Annars veit hann ikki rættiliga, hvat hann skal halda um útspælið frá løg- manni um at finna eina skipan, sum ger skipini hjá Strandferðsluni óheft av ósemjum á arbeiðsmarkn- aðinum. –Tað ber illa til at hava nakra meining um hetta, fyrrenn vit vita, hvat liggur í tí, sum landsstýrið ætlar. Men Jógvan Nybo sigur, at ætlar Landsstýrið bara at taka verkfalsrættin frá teimum, fyri siðani at fara vit teimum, sum tað lystir, er hann hart ímóti tí. Hann er eisini hart ímóti at gera maskinmenninar hjá Strandferðsluni til tænastu- menn. – Vit hava gjørt maskin- menninar á vaktar- og bjargingartænastuni til tænastumenn, men tað hava vit so ringar royndir av, at tað góðtaka vit ikki eina- ferð afturat. Jógvan Nybo sigur, at á ið maskinmenninir á vaktar og bjargingartænastuni blivu tænastumenn, mistu teir samstundis verkfals- rættin. – Men síðani teir blivu tænastumenn, hava vit havt sera ringar royndir av landsstýrinum. Landsstýrið hevur rætt og slætt slett ikki verið til at tosa við um nakað sum helst. Teir hava i mongum førum ikki so frægt sum svara okkum aftur, tá ið vit hava vent okkum til teir. Hann sigur at í sambandi við Vaktar- og Bjargingar- tænastuna, følir maskin- meistarafelagið seg lumpað so tað stendur eftir. – So tað hoppa vit ikki uppá einaferð afturat, sigur Jógvan Nybo. Hann sigur, at skulu maskinmeistararnir siga verða tænastumenn, skal tað ikki verða upp á sama máta sum við Vaktar- og bjargingartænastuni. – Tað skal í hvussu so er finnast ein greið skipan, so at vit ikki verða fullkomi- liga uttan rættindi á Strand- ferðsluni, soleiðis sum tað er hent á Vaktar- og bjarg- ingartænastuni, sigur Jógv- an Nybo. Skipara- og naviga- tørfelagið bjóðaði sær til at gera yvirmenn- inar hjá Strandferðsl- uni til tænastumenn fyri at sleppa undan at skipini verða løgd av verkfalli. Men fíggjarmálaráðið vildi ikki tosa um tað STRANDFERÐSLA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Landsstýrið sigur eitt, men ger nakað heilt annað. Formaður í Skipara- og navigatørfelagnum hevur púra onki álit á ætlanina hjá landsstýrinum um at finna eina skipan so at skipini hjá Strandferðsluni ikki verða undantikin ósemjum á ar- beiðsmarknaðinum. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, segði í sosialinum í farnu viku, at landsstýrið fór nú at leggja alla orku í at finna eina skipan, so at siglingin hjá Strandferðsl- uni ikki aftur verða løgd av verkfalli ella verbanni. Hann segði, at tað var ikki livandi hjá vinnu- lívinum úti umn landið, at siglingin hjá Strandferðsl- uni í heilum var hótt við at vera løgd tí at fíggjarmála- ráðið og manningarfeløgini ikki kundu semjast um nýggjar sáttmálar. Hann metti hetta at vera størsta politiska málið í løtuni og at landsstýrið tí fer at raðfesta hetta høgt. Bjóðaðu okkum at missa verkfalsrættin Men hetta ivast Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og navigatørfelag- num, stórliga á. Hann sigur, at framferðin hjá landsstýrinum higartil bendir als ikki á eitt veru- ligt ynski um at finna eina skipan fyri at sleppa sigl- ingini hjá Strandferðsluni undan ósemjum á arbeiðs- marknaðinum Skipara- og navigatørfer- lagið og fíggjarmálaráðið hava júst samráðist um nýggjan sáttmála, sum varð undirskrivaður í síðstu viku. – Undir teimum samráð- ingunum beinleiðis bjóð- aðu vit fíggjarmálaráðnum at gera yvirmenninar hjá Strandferðsluni til tæn- astumenn, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann sigur, at í sam- gonguskjalinum stendur, at virkast skal fyri at bera so í bandi, at skipini hjá strand- ferðsluni ikki vberða rakt av ósemjum á arbeiðs- marknaðinum. – Hetta tóku vit til eftir- tektar og bjóðaðu okkum til at gera skipararnar og stýrimenninar hjá Strand- ferðsluni til tænastumenn. Verða skipararnir og stýrimenninir gjørdir til tænastumenn, siga teir samstundis verkfalsrættin frá sær. Ellintur Abrahamsen heldur harafturat, at at tað, sum skipara- og naviga- tørfelagið kravdi afturfyri at siga verkfalsrættin frá sær, var ógvuliga avmark- að. – Men Fìggjarmálaráðið vildi als ikki tosa um hesi viðurskifti, sigur hann. Hann sigur, at eftir hans- ara tykki hevur fíggjar- málaráðið sostatt víst eisini skipan frá sær, har skipini ikki skulu kunna verða rakt av verkfalli. – Tí spyrja vit okkum sjálvar, hvat tað er, teir tosa um. Vit lósu orðini í sam- gonguskjalinum og vit tordu at spæla út. Men tað varð blankt afturvíst, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann sigur, at nú tulkar hann støðuna soleiðis, at landsstýrið ætlar at taka verkfalsrættin frá yvir- monnunum hjá Strand- ferðsluni, uttan at geva teimum høvi til at sam- ráðast um tað fyri at koma til eitt úrslit, har teir vilja geva hendan rætt frá sær. – Siga vit verkfalsrættin frá okkum, er tað eitt rættiliga álvarsligt stig og sostatt mugu vit sjálvsagt hava onkra trygd afturfyri, tí vit skulu hava skipað viðurskifti. Men tað var fíggjarmálaráðið als ikki sinnað at tosa um, sigur Ellintur Abrahamsen. Yvirmenninir hjá Strandferðsluni sinnaðir at siga verkfalsrættin frá sær Lata seg ikki lumpa einaferð afturat – Vit hava so ringar royndir av landsstýrinum, at tað verður ikki lætt at fáa okkum at góðtaka nakað, sigur Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum –Landsstýrið vildi ikki gera eini skipan, so at skipini hjá Strandferðsluni ikki aftur verða rakt av verkfalli, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum Klaksvíkar býráð samtykti á býráðs- fundi í gjárkvøldið at hølini, har komm- unulæknarnir halda til í dag, skulu nýtast til frítíðar og ung- dómshús í Klaksvík. Nýggja læknamið- støðin verður klár í heyst, og tá verður hølið á Klaksvíks- vegnum tómt UNGDÓMSHÚS Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Fyri góðum tveimum árum síðani var rok á posthúshorninum í Klaksvík. Ungdómar í hópatali gjørdu uppreistur, tí onki diskotek fyri ung undir 18 ár var í býnum. Rópini av teimum hoyrdust um allan býin, og sjálvur borgarstjórin fekk sítt av illum ungdómum, sum kringsettu bilin hjá honum. Í dag, næstan tvey ár seinni, er framvegis onki diskotek í býnum fyri tey ungu undir 18 ár. Men nógvar royndir hava verðið gjørdar til tess at skipa fyri ymiskum. Klaksvíkar klubbi legði í eina tíð høli til, so at tey ungu fingu eitt diskotek nakrar ferðir um mánaðin, men tað varð av ymsum orsøkum lagt niður aftur. So støðan í Klaksvík í dag hjá teimum ungu undir 18 ár er, at tey framvegis onki diskotek hava. Tá rok var, segði borgar- stjórin í Klaksvík, at tað var ikki uppgávan hjá komm- ununi at skipa fyri disko- teki í býnum, og tað heldur hann framvegis. Men hann skeyt so upp, at arbeiðast skuldi fram í móti einum ungdómshúsi. Og nú tvey ár seinni er líkt til, at tað fer at verða eitt ungdómshús í býnum, áðrenn langt er umliðið. Læknamiðstøðin verður liðug í oktober eftir tíðar- ætlanini, og tá flyta so kommunulæknarnir heim í hana, og hølini á Klaks- víksvegnum verða so gjørd til eitt frítíðar og ungdóms- hús. Steinbjørn Jacobsen sig- ur, at kommunan hevur ar- beitt við hesum málinum longi, og fegnast hann nú um, at ungdómurin fær eitt hús. Leiðari setast Júst hvat og hvussu verður við húsinum, tá hugsað verður um tiltøk og annan aktivitet, vil Steinbjørn ikki siga so nógv um. Tað vil hann leggja í hendurnar á einum komandi leiðara í húsinum, sum kommunan fer at seta. Men hann legg- ur dent á, at kommunan hevur samtykt, at hetta verður rúsfrítt umhvørvi. Talan er jú um eitt ung- dómshús til tey ungu undir 18 ár. Hann dugir kortini at síggja fyri sær, at húsið kann fara at líkjast Marga- rinfabrikkini í Havn. – Tað er so tað, sum vit hava hugsað okkum til, men sum sagt, so verður tað upp til tann komandi leiðaran, sigur borgarstjór- in í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna hevur somuleiðis sett peng- ar av til eitt ungdómshús seinastu tvey árini, so í dag standa umleið 600.000 krónur, sum eru tøkar at nýta til at umvæla og broyta húsini á Klaksvíksvegnum til eitt ungdómshús. – So skjótt sum læknarnir eru fluttir, verður byrjað upp á hetta, sigur Stein- bjørn Jacobsen, sum sam- stundis ásannar, at hetta er ein máti at halda upp á ungdómin í Klaksvík við atliti til ein komandi undirsjóvartunnil. Skálaberg kom til Klaks- víkar leygardagin seinna- partin við umleið 900 tons- um. Teir høvdu verið í Barentshavinum, og túrurin vardi júst tríggjar mánaðir. Seinastu tíggju dagarnar á túrinum var fiskiskapurin smáligur, og tað sama verður sagt frá Sundabergi, sum í løtuni roynir við Bjarnoynna. Sundaberg hevur um 200 tons. Skálaberg fer ikki avstað aftur fyrr enn 10. mai. Tá fer hann í Irmingarhavið at royna. Hetta má sigast at vera ein longri steðgur heima hjá manningini, tí vanliga liggja trolararnir ikki nógv longur enn eina viku. Men nú passaði tað soleiðis, at teir sleppa ikki í Irmingarhavið at royna fyrr enn tá, so tí verður trolarin liggjandi í Klaksvík inntil 10. mai. Hanus Hansen, reiðari sigur, at teir hava roynt við nakað av hjáproduktum, og at tað hevur roynst væl at arbeiða við tí umborð. Hjá- produktini eru til dømis rogn, uggar, kjálkar, magar, livur og nakað av farsi. Meginparturin fer til Onglands tó nakað fer til USA, Japan og Spania. – Tað hevur riggað væl umborð, men nú er so spurningurin, hvat fæst fyri hetta. Tað vita vit ikki rættuliga enn, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol. - sae - Ungdómshús í Klaksvík Gamli Sjóvinnubankin ella Norðoya Bankin, sum hann eisini varð kallaður, har sum kommunulæknarnir í Klaksvík halda til í dag, verður ungdómshús í Klaksvík. Tað samtykti býráðið á býráðsfundi í gjárkvøldið Savnsmynd Smáligur fiskiskapur Reumatikarar (t.e. giktsjúk) hava lív- langa og framhald- andi rehabilitering fyri neyðini fyri at minka um pínuna GIKT Tíðindaskriv Nordisk Råd hevur til- mælt Nordisk Ministeråd at fáa kortlagt lívsstøð- una og viðgerðarmøgu- leikarnar hjá reumat- ikarum (giktsjúkum) og øðrum, sum hava leingi varandi sjúku. Endamál- ið er at bøta um lívs- virðið. Nordisk Reumaråd - sum umboðar meira enn 250.000 limir og onnur við sjúkum í vøddum og beinagrindini - hevur í vikuskiftinum 17.18. apríl 2004 hildið fund í Danmark, og mælir nú ríkisstjórunum í norður- londunum til at fáa hetta arbeiðið sett í gongd. Umframt at bøta um lívsvirðið er tað mangt, ið bendir á, at røtt og støðug rehabilitering loysir seg samfelagsbú- skaparliga. Nøkur norð- urlond hava eftirkannað, hvønn týdning rehabili- tering av fólki við kron- iskari sjúku hevur, og kanningarnar vísa, at tað lønar seg. Ùrslitið av rættari rehabilitering ger, at nógv kunnu varðveita starv sítt. Nordisk reumaråd, NRR, er eitt samstarvs- málgagn hjá norðurlanda reumatikarafelagskapinu m. Hesin varð settur á stovn í 1989. Tað eru seks felagskapir í ráð- num, ein úr hvørjum landi: Danmark, Finland, Føroyum, Ìslandi, Noregi og Svøríki. Felagskap- irnir hava í dag tilsamans eitt limatal, sum er umeið 1/2 millión. Ætlanin er at savna tey, sum í sínari tíð hava sungið við streingjakórinum, sum varð sett á stovn í Missións- húsinum í Porkeri í 1961 STREINGJAKÓR Tíðindaskriv Í 1961 varð eitt streingja- kór sett á stovn í Missi- ónshúsinum í Porkeri. Hetta kórið var knýtt at tí arbeiði, sum gjørt varð í hesum húsi. Sungið varð til møtir, stevnur og missiónsvikur í Porkeri og øðrum bygdum í Suð- uroynni við. Nakrar ferð- ir var kórið eisini norðan- fjørðs og sang. Nøkur ár í nítiárunum var einki kór, men um aldarskiftið tóku nøkur av teimum, sum høvdu sungið við í Streingja- kórinum seg saman og fóru aftur at syngja. Nú er tað ikki streingjatón- leikurin, sum er tað ber- andi í kórinum, men harafturímóti harmon- ikan. Hesi 43 árini, síðan kórið varð sett á stovn, hava mong sungið við í bæði styttri og longri tíðarskeið. Nøkur av teimum eru eisini farin hiðan av foldum. Um Guð vil er ætlanin er at savna so mong sum til ber aftur í Missións- húsinum í Porkeri tann 1. mai kl 18 at minnast farnar løtur. Tey, ið vilja vera við, mugu siga frá áðrenn 28. apríl á tlf. 37 38 50, 37 32 34 ella 37 40 66. Giktsjúk vilja hava betri lívsvirði Porkeringar minnast streingjakórið Leygardagin kom Skálaberg inn á Klaksvík við 900 tonsum. Teir hava roynt í Barentshavinum, og túrurin vardi tríggjar mánaðir. Skálaberg fer avstað aftur 10. mai C M Y K 5 4