mánadagur 17. juni 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. juni 2013 · Nr. 68
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
S
jáldan hevur ein heimsstjørna verið so kroyst
í dysti móti smátjóð, sum Zlatan Ibrahimovic
var undir dystinum móti Føroyum. Hann
royndi at spæla »kong gularót« og helt at
hann bara kundi gera sum hann vildi á vøllinum.
Men lítið mundi hann vita um Gunnar Nielsen, Atla
Gregersen og Símun Samuelsen, sum ikki bakkaðu
ein metur fyri superstjørnuni.
Tað kendist sum hendan nýggja samansetingin
av føroyska landsliðnum fyri fyrstu ferð av álvara
beit frá sær. Hetta var fyri okkum føroyingar eitt
greitt tekin um, at vit framvegis eiga persónligheitir
á føroyska landsliðnum, sum ikki ræðast at verja
Merkið við fótbóltslívinum sum íløgu.
Allir tríggir høvdu so dyggiliga tapt um teir fóru
at samanbera løn og evnir við svenska liðskiparan,
men alíkavæl stóðu teir við sítt. Sannlíkindini at
vinna dystin og harvið kunna vinna dystin á Zlatan
var heldur ikki stórur, so æran fór helst eisini at fáa
eitt knekk, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
So what!
Fyri fyrstu ferð í eina tíð kendist tað sum at
vit tordu at standa saman um Merkið og føroyska
landsliðið. Í staðin fyri at boyggja okkum fyri ein
heimsstjørnu, so vóru okkara til dystin fúsir og
svaraðu aftur.
Sjálvt tápuligu viðmerkingarnar, ið plaga at koma
streymandi inn á millum annað dystargreinina á
portalinum og áðra staðni á netinum, vóru ikki at
síggja. Brádliga stóðu vit saman um landsliðið og
tað var ein deilig kensla at sita á Friends Arena og
merkja hvussu tað er tá føroyingar rógva í takt og
ikki minst við somu kós.
Gunnar Nielsen og Atli Gregersen góvu ilt av sær
á vøllinum, meðan Símun Samuelsen svaraði aftur í
fjølmiðlunum. Nú er nokk! Nú sleppur ongin at svína
okkum til uttan tiltalu og landsliðið er í betri standi
enn vit hava sæð í eina tíð.
Í seinnu hálvu hava vit fýra dystir. Tríggir eru á
heimavølli, móti Kasakstan, Eysturríki og Týskland,
umframt ein útidyst móti Kasakstan.
Vónandi kann alt Føroyar standa saman um
landsliðið til teir dystirnar!
Vit geva
okkum ikki!
www.ab.fo:
Beint fyri hálvleik verður dømt fyri brotssparkið til KÍ og Jónas fær reytt
kort. Henda døming var óskiljandi fyri øll, sum sóu dystin, uttan dómaran.
www.nordlysid.fo:
KÍ spældi allan seinna hálvleik við einum manni í yvirtali, men hetta
hjálpti einki. AB fekk uppibornan javnleik og KÍ spælandi enn ein av sínum
mongum javnleikum.
www.svimjing.fo:
Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær enn eitt fjórðapláss í altjóða
kapping, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon svam
1500 metra frísvimjing uppá 15:19.66.
www.havnnrok.fo:
Eg eri ein av teimum, sum altíð havi hildið, at tað eru ikki róðrarteinarnir,
sum gera, at tað tekur ov langa tíð at avgreiða róðrarnar. Støðan er bara,
at á summum róðrarstøðum í Føroyum, duga tey betur at leggja út startir
og at flyta startir.
www.hb.fo:
Vit mugu bara staðfesta, at vit heldur ikki megnaðu at vinna í dag. Hini
úrslitini háttaðu seg annars soleiðis, at eingin rættiliga hevur hálað inn á
okkum.
www.if.fo:
Gevi hjálparvenjaranum, Jóannes Jacobsen, rætt í, at um dysturin í dag var
ein boksidystur, so vunnu vit klárt upp á stig.
www.tb.fo:
Tað var harðligt spæl, ið setti sín dám á dystin. TB kendi seg oftani fyri
órætti og vanbýti, og orkan bleiv í ov stóran mun vend móti dómarunum,
heldur enn at royna at fáa nøkur skot á mál. Tá hálvleikur var, var støðan
0-0, og hjálparfólkini hjá TB noyddust at fylgja dómara og linjuverja av
vøllinum, tí viðhaldsfólkini vóru alt annað enn nøgd við avrik teirra.
www.nsi.fo:
Í síðstu roynd at broyta dystargongdina, fremur 07-Vestur eina dupulta
innskifting við vón um at frískar kreftir kunnu hótta NSÍ liðið. Men hetta er
ikki tilfeldið, har NSÍ bara eru ov sterkir til 07-Vestur.
www.vikingur.fo:
Tíverri eydnaðist ikki at fáa nakað mál, hóast møguleikarnir ikki trutu, og
onkuntíð var betri at spælt til viðleikara enn at skotið í einum toluligum
møguleika, men verjan hjá EB/Streymi var góð, og málmaðurin var
serstakliga góður. Vit eru á rættari kós aftur. Nú ræður um at sigla leingi
og stýra væl.
www.eb-streymur.fo:
Men við at bjarga brotssparkinum umframt øðrum góðum bjargingum er
onki at taka seg aftur í, at René Tórgarð í málinum átti størsta heiðurin
fyri, at vit í dag fingu eitt stig.
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Uni Holm
Johannesen
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki:
■ Í morgin eru 51 dagar
síðan Kí vann seinast og
í ovurmorgin 52 o.s.fr.
(KÍ - AB)
Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki
til landsdystin ímillum Føroyar og
Eysturríki 15. oktober 2013
Tróndur Arge
Pál Joensen megnaði í gjár at
vinna sær enn eitt fjórðapláss
í altjóða kapping, tá ið hann
á Mare Nostrum stevnuni í
Canet-en-Roussillon
svam
1500 metra frísvimjing uppá
15:19.66,
skrivar
svimjing.
com.
Japanski
Ayatsugu
Hirai vann við tíðini 15:02.51,
ukrainski Sergiy Frolov vann
silvur við 15:13.58 og franski
Anthony Pannier bronsu
við 15:16.77. Splitt-tíðirnar
benda á at Pál helt fast í
taktikkinum at leggja hart
út, har japanin so svaraði
aftur longu eftir 150 metrum,
og hinir so hingu í teimum
báðum
oddafiskunum.
Pannier dróg framum Pál
tá ið teir høvdu svomið 550
metrar, og Frolov tá ið teir
høvdu svomið umleið 1000
metrar, skrivar svimjing.com
at enda.
Fjórða pláss
til Pál í altjóða
kapping
NSÍ skuldi vindast í gongd NSÍ mátti bíða heilt fram til fimta umfar
áðrenn fyrsti sigurin kom í hús. Men nú teir eru vundnir í gongd – næstan
á sama hátt sum í sjálvum dystinum á Eystanstevnu – skulu teir takast
í álvara. Fimm umfør á rað uttan ósigur hava ført við sær, at teir hava
bestu plaseringina í ár við einum 3. plássi og einans eru eitt stig frá nr. 2.