mánadagur 17. juni 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 17. juni 2013
vikusíðan
VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld.
Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðardeildini
í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan.
Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00.
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
Grafisk framleiðsla: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útbering: Posta
Miðlahúsið
Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sos.fo
Viðmerkjast: Vikublaðið
Eyðun Samuelsen
Lýsingarráðgevi
es@sos.fo
tel. 212577
Signar í Homrum
Lýsingarsamskipari
lysing@sos.fo
tel. 278860
Magnus Gunnarsson
Lýsingarráðgevi
maggi@sos.fo
tel. 216135
Hetta skulu
læknarnir
svíða fyri
– Eg lovaði konuni, meðan
hon lá í respiratorinum, at
hetta skuldu teir sleppa at
svíða fyri. Tað sigur Poul
Johannes Joensen, sum fyri
13 árum síðani misti konuna
av læknafeili
Krevja eina
millión í
endurgjaldi
Maður og dóttir krevja
endurgjald fyri, at læknar á
Landssjúkrahúsinum ikki
gáaðu eftir komplikatiónum
eftir eina gallsteins
skurðviðgerð. Tað førdi til,
at ein 57 ára gomul kvinna
doyði
Akademiska
nálareygað
19 ára gamla Lilja
Hansdóttir Sørensen er
ein av teimum umleið 600
næmingunum, sum ganga til
endapróvtøkur á gymnasialu
miðnámsskúlnum í
hesum døgum. Fleiri enn
fyrr fara beina kós á teir
hægru lærustovnarnar,
har karakterkrøvini til tær
vælumtóktu útbúgvingarnar
samstundis hækka støðugt.
Sosialurin hevur fylgt
nøkrum av næmingunum,
sum ganga við próvtøkfjáltri
og vóna at sleppa ígjøgnum
akademiska nálareygað.
Vikan
ið fór
Birgir W. Høgnesen
marknaðarleiðari
birgir@sos.fo
tel. 284444
Avgreiðsla/bókhald
tel. 341800
Vitjan úr Basel
Klaksvíkar býráð fær oftani vitjan av
ymiskum bólkum - serliga í summar
hálvuni, sum vilja vita hvat hendir í
Norðoyggjum og um søguna annars
her á staðnum. Herfyri vóru tað
Norðurlendsku sendiharrarnir í Íslandi,
sum vitjaðu.
Fríggjadagin var ein bólkur av 17
lesandi frá lærda háskúlanum í Basel
á vitjan og er hetta aðru ferð í ár, at
bóklur hagani vitjar býráðið. Fyrru
ferðina vóru tey 28 lesandi. Tey lesa
mál, bókmentur og søgu og í hesum
sambandi hava tey eina 10-daga
vitjan í Føroyum á skránni.
Tað er Jürg Glanser, professari í
Nordisk Filologi við lærda háskúlanum
í Basel og Zürich, sum stendur fyri
ferðini og dugir hann væl danskt. Men
han tosar ræðið íslendskt, av tí hann
hevur undirvíst har. Ein av sergreinum
hansara eru føroyskar bókmentir.
Í dag vitja tey Norðoyggjar, har tey
eftir vitjanina í býráðshøllini síggja
Christianskirkjuna. Sjálvandi vitja tey
eisini Fróðskaparsetrið, Løgtingið,
Tjóðsavnið og Mentamálaráðið og
skulu aðrar útferðir.
Tey fingu nógv ymiskt at vita fra
Dáva Winther, mentanarleiðara, sum
greiddi frá – Tó at søga og mál er
teirra lestrarøki, so spurdu tey nógv
um fiskivinnuna og serliga hvussu
laksaalingin gekk fyri seg. Tað undraði
tey, at laksavinnan hevur so stóran
týdning, at hon t.d. fyrsta ársfjórðing
í fjør av samlað útflutningsvirðinum lá
um 40 %.
Tey fegnaðust um vakra um
hvørvið, klaksvíkingar dagliga liva og
virka í.
Landsstýrismaðurin í skúlamálum,
Bjørn Kalsø, hevur sett Jónleif Jo
hannesen í starvið sum fyrstalærari
í Skúlanum á Fossanesi. Jónleif tekur
við starvinum tann 1. august 2013.
Jónleif Johannesen er 34 ára
gamal, tók læraraprógv í 2004,
AKT-útbúgving í 2009 og hevur um
framt tikið onnur viðkomandi skeið.
Jónleif hevur fleiri ára royndir,
bæði sum lærari og AKT-lærari og
hevur hann eisini í nøkur ár sam
skipað og lagt til rættis AKT-arbeið
ið á fleiri skúlum. Jónleif Johannesen
hevur harumframt royndir frá fak
felagsarbeiði.
Jónleif fyrstilærari
á Fossánesi