mánadagur 17. juni 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 17. juni 2013
4
vikutíðindi
Nýggi Bónushandilin í Hoyvík er á
horninum við Karlamagnusarbreyt
og Atlagøtu í Hoyvík. Karlamagnus
arbreyt er nýggi vegurin niðan frá
Hoyvíkar kirkju.
Talan er um fyrsta handil í nýggju
handilsgøtuni, og hóast tað búgva út
við 4.000 fólk í Hoyvík, so er eingin
matvøruhandil komin har, síðani
Føroya Keypsamtøka í sjeytiárunum
bygdi høvuðsdeild sína í Hoyvík –
sum kanska meira var til havnarfólk.
Tá var Hoyvík ein lítil bygd.
Tað er SMS, sum eigur og rekur
allar Bónushandlarnar. Nýggi Bónus
handilin í Hoyvík er tann sætti í
røðini. 120 fólk starvast í Bónus
handlunum kring landið, og í nýggja
Bónushandlinum í Hoyvík er sett 20
fólk í starv.
Nýggi handlin er 850 fermetrar,
sum er sama stødd, sum handilin í
Miðlon í Havn.
Stórt familjutiltak verður á park
eringsplássinum uttan fyri nýggja
handilin hjá Bónus uppi við Løg
mannabreyt leygardagin 6. juli. Høvið
er, at nýggi handilin hjá Bónus, sum er
tann fyrsti handilin, sum letur upp við
Karlamagnusarbreyt, letur upp miku
dagin eftir, tann 10. juli.
Og tað verða stór nøvn, sum fara
at framføra. Úr Danmark kemur gitna
rockmamman, Sanne Salemonsen,
sum hevur sett sín serliga dám á
danska tónleikalívið seinastu næstan
40 árini.
Sanne Salomonsen gav út fyrstu
plátuna longu sum 17 ára gomul. Tað
var plátan Sanne Salomonsen, sum
kom út í 1973. Við á hesi útgávuni
vóru kendir tónleikarar sum trompet
leikarin Palle Mikkelborg og trummu
sláarin Kasper Winding. Hon varð
kend fyri eitt nú týðingina hjá Sebas
tian av »Killing Me Softly« hjá Roberta
Falck, sum bleiv til »Søgte mit indre«.
– Tiltakið uttan fyri Bónus er al
ment, men tað er fyrst og fremst fyri
hoyvíkingar, sum fáa nýggjan handil,
men øll eru sjálvandi hjartaliga væl
komin, sigur Ingibjørg Jacobsen, sam
skipari.
Umframt gitnu Sanne Salomonsen,
so verða eisini aðrir kendir tónleikarar
úr Føroyum, so sum Jens Marni
Hansen, Hallur Joensen og Signar
í Homrum. Eisini verður bólkurin
Flamma, sum er fyrrverandi Diva.
Til børnini verður eisini Trøllapætur
og klovnurin Bubu.
Í sambandi við at Bónus letur upp
nýggja handil í Hoyvík er eisini avtala
gjørt við hondbóltsfelagið H71 í
Hoyvík um, at Bónus verður nýggjur
høvuðsstuðul hjá felagnum.
Sanne Salomonsen
konsert í Hoyvík
Tað verður eitt ordans brak, tá Bónus letur upp nýggja handil í Hoyvík í næsta mánaði. Kenda
danska rockmamman Sanne Salomonsen verður høvuðsnavn á familjutiltaki 6. juli
Bónus letur upp í Hoyvík 10. juli
Sanne
Salomonsen
framførdi eisini
til 35 ára tiltaki
hjá SMS í vetur.
Hon verður aftur
við, nú nýggjur
Bónushandil letur
upp í Hoyvík