mikudagur 28. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 80 - 28. apríl 2004
Nr. 80 - 28. apríl 2004
11
Tað er í tí smáa at vit skulu síggja tað stóra.
Hetta eru orð, sum mong av okkum hava sann-
að ella koma til at sanna. Í frálíku ítróttar-
sendingini í SvF mánakvøldið var samrøða við
dana, sum hevur ætlan um at flyta til Føroya.
Maðurin, sum hevur verið í Føroyum fleiri
ferðir eitt nú sum talvdómari, hevur fingið alsk
til landið og fólkið her og bjóðar seg fram sum
talvvenjara við serligum atliti til tey ungu og
uppvaksandi ættarliðið.
Sambart sendingini í sjónvarpinum vil hesin
danski talvvenjarin og dómarin fegin brúka sína
frítið til at hjálpa ungum føroyingum at gerast
dugnaligir telvarar. At skapa áhuga fyri hesum
spæli, sum er so nógv annað eisini. Hann held-
ur talvítróttina vera einastandandi til ikki minst
føroysk viðruskifti, har tú oftani úti á útoyggj
ella á plássum, har tað ikki eru umstøður fyri
øðrum ítrivum, tørvar nakað at tríva í í tíni
frítíð. Og her kemur so eginleikin við talv-
spælinum til sín rætt.
Føroyskt talv hevur ment seg nógv seinastu
árini og er nógv gjørt fyri at menna hetta ítrív.
Eitt nú vitjaði ein av størstu telvarum nakrantíð,
russiski meistarin, Kasparov, oyggjarnar. Ein
gestus og ein hending, sum vissuliga eigur rós
uppiborið. At ein danskur talvvenjari nú fegin
vil geva sítt íkast til at menna hesa ítótt og
henda mentanararv er kærkomið og skal hann
vera vælkomin henda vegin.
Kann slíkt sum hetta vera við til at skapa áhuga
millum tey ungu fyri talvspælinum, so kunnu
vit bara fegnast um tað. Eitthvørt stig, sum er
við til at fáa okkara ungu at vísa áhuga fyri
sunnum og góðum ítrivum,er kærkomið. Antin
tað so snýr seg um fótbólt, hondbólt ella talv.
Men nettupp tann sannroynd, at talv er eitt ítrív,
sum ikki krevur stórar íløgur, nógv fólk ella
nógva fyrireiking, ger, at eitthvørt stig, sum
kann menna hesa ítróttina, eigur at vera væl
móttikið. Fjølbroytni og áhugi eru lyklaorð,
sum vit eiga at leggja okkum í greyma, eisini tá
vit tosa um ítrív, ítrótt og mentan sum heild.
Hesi bæði hugtøk eiga at standa frammaliga hjá
okkum øllum og ikki minst teimum, sum skipa
fyri í tí smáa sum í tí stóra.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vælkomin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Høgni Hoydal
Í øllum rokinum um út-
lendingamál í Føroyum, má
tað standa øllum greitt, at
vit eiga at taka ábyrgd av
útlendingamálum í Føroy-
um.
Ongin tykist at hava á-
byrgdina og veruliga inn-
litið í málini um útlendska
arbeiðsmegi í Føroyum.
Bæði politiska viðgerðin og
orðalagið í fjølmiðlum ber
nú týðiliga brá av, at stórur
mannamunur verður gjørd-
ur. Tað er óvirðiligt og
mannminkandi at hoyra, at
til dømis Føroya Arbeið-
arafelag sigur seg ikki vilja
taka hond um sínar limir í
Skálavík, tí teir eru út-
lendingar.
Í mínari flaggrøðu í
Kollafirði segði eg m.a.
hetta:
"Merkið okkara má í-
mynda mannarættindi og
javnbjóðis virðing fyri øðr-
um. Annars verður Merkið
innantómt og fer bara at
snúgva seg um okkum
sjálv. Tá fer Merkið ikki at
ímynda tjóðskap, men tjóð-
skaparí.
Og eg skal erliga við-
ganga, at eg gerist als ikki
errin av føroyskum tjóð-
skaparvirðum, tá eg hoyri
um fremmandafólk í Før-
oyum, ið verða viðfarin
sum kríatur og har føroysk-
ir fakfelagsleiðarar tosa um
tey, eins og vóru tey verri
fólk enn føroyingar.
Tað eru eisini slík virðir,
ið Merkið kemur at um-
boða, um vit ikki tala at og
broyta hesa framferð."
Eg vil staðiliga mæla til,
at tann avtalan, sum undan-
farna landsstýri gjørdi við
danska ráðharran í útlend-
ingamálum, verður sett í
gildi.
Hon snúði seg bæði um
eina smidliga og greiða
skipan fyri ítróttarfólk og
um greiðar mannagongdir
fyri aðra útlendska arbeiðs-
megi, so forðast kann fyri
skipaðum menniskjahandli,
lønardumping og ójøvnum
rættindum á arbeiðsmarkn-
aðinum.
Og eg vil staðiliga mæla
til, at arbeiðið at yvirtaka
málsøkið útlendingamál,
heldur fram.
Hergeir Nielsen
Jacob Vestergaard er komin
við enn eini frágreiðing um
savnið, sum hvarv, og tað
eru ikki hissini undan-
førslur og skuldsetingar har
eru. Ein seinasta rættleið-
ing er tí neyðug í hesum
sambandi.
Sjálvur var eg við at gera
avtaluna um skúlapakkan í
síni tíð, og um at leggja
miðnámsskúlan og sjó-
vinnuútbúgvingina í Hovi.
Skúlin endaði í Vági nøk-
ur ár seinni, tá posthúsið
har varð umbygt, og lokal-
politisk søga varð skrivað,
tá
sjóvinnuútbúgvingin
samstundis varð flutt til
Klaksvíkar.
Hesum átøkum átti eg
ongan lut í.
Vit kliptu ongar snórar
1998-2004, heilt einfalt tí
Suðuroyggin ikki var við á
politiska Føroyakortinum
árini frammanundan. Hetta
skeiðið, sum var kemiskt
reinsað fyri allar íløgur og
allar ætlanir, hóast ikki
færri enn fimm kvinnur og
menn úr øllum hinum
flokkunum
umboðaðu
oynna i samgongu.
Í 1998 komu vit so í
stjórn, og saman við okkum
ein long røð av íløgum í
Suðuroynni
Vit fingu skjalfest eina
dagføring av sambandinum
við Suðuroynna, og vit
fingu vit raðfest eina bygg-
ing av miðnámsskúla sam-
an við tveimum havna-
løgum á Trongisvágsfirði
og Vági, einum tunnli,
vegabreiðking í Hvalba og
bakkaverju í Sumba.
Einki annað valdømið
fekk nær námindi líknandi
sømdir, sum vit fingu við
einum manni í samgongu.
Ráðini frá Jacobi Vester-
gaard um mín tørvandi
samstarvsvilja eru tí ikki
annað enn rein øvund og
ómegd. Illkynjaðu søgur
hansara um, at eg bara havi
tænt einum ávísum øki,
sláa seg sjálvar frammaná.
Hinvegin,
so
verður
framvegis leitað um okkara
leiðir eftir onkrum smáveg-
is eftir Jacob Vestergaard
sum landsstýrismanni, men
enn er einki komið undan
kavi.
Løgtingssamtyktin
Tá miðnámsskúlin kom á
tingborð, varð uppskot um
at gera meginbókasavn upp
í skúlan samtykt. Ein leist-
ur, sum ma. varð nýttur í
Noregi við góðum úrsliti,
og sum lærarar skúlans
fegnaðust um.
Eitt samt løgting sam-
tykti hetta projektið, og
breið semja var á tingi um,
at hetta var eitt sera skila-
gott framtak fyri Suður-
oynna, ungdómin og ment-
anarlívið um okkara leiðir.
Landsstýrismaðurin helt,
at ein nýggj politisk við-
gerð av at leggja skúlan
aðrastaðni, hevði elvt til, at
málið datt heilt burtur.
Hvørki á tingi, í sam-
gongu ella andstøðu, ella
úti í almenniginum sást ella
hoyrdist onnur hugsan um
málið.
Fyrstu ferð vit varnaðust
andróðurin móti projektin-
um var á fundi í Øravík, har
Jacob Vestergaard segði seg
vera ímóti ætlanini um
meginbókasavnið.
Hetta
var aftan á, at málið varð
samtykt á tingi.
Andróður sín váttar sami
maður í grein síni i
Dimmalætting 16. apríl,
har hann sigur seg hava
onnur og hægri prinsipp
Føroyar, fakfeløg og fremmandafólk
Savnið sum hvarv
Framhald á næstu síðu
Hendrik Tausen
Skálavík
Rætting til skriv í Dimma-
lætting og Útvarpinum um
teilendingarnar í Skálavík.
Við vón um at Dimma-
lætting og Útvarpið vilja
hava tað, sum sannari er.
Ongan góðan
Dimmalætting sigur, at
teilendingarnir í Skálavík
ongan góðan eiga. Teilend-
ingarnir eiga ongan góðan á
Dimmalætting. Tey eiga
nógvar góðar aðrastaðni,
serliga í Skálavík. Hví
kunnu tit ikki tosa við tey,
sum hava okkurt gott at
siga? Hví vildu teir báðir,
sum
vóru
í
Skálavík
fríggjadagin 23/04 ikki tosa
við borgarstjóran? Passaði
tað ikki til tíðindini, um
hann hevði okkurt positivt
at siga? Teir gingu framvið
honum, har hann stóð og
arbeiddi uttan fyri fiska-
virkið, hóast eg hevði sagt
teimum, at hann stóð har.
Hvat hevur Randi Ja-
cobsen fyri sær, tá ið hon
skrivar um hungur hjá
teilendingunum í Skálavík?
Hvar er tann granskandi
journalistikkurin? Heldur
Randi Jacobsen veruliga, at
tað bert handlar um at selja
blaðið? Veit hon ikki, at
hon skrivar um fólk? Fólk
hava sál. Tað er faktiskt ein
beistagerð, sum hon ger við
hasum fullkomiliga óvátt-
aðu tíðindunum. Hatta vil
eg kalla, at journalisturin
skeyt seg í fótin.
Útvarpið
Tá ið so Útvarpið í tíðinda-
sending fór í smiðju hjá
Dimmalætting og velur alt
tað negativa burturúr, og
gevur tí eina umdreyðing
aftrat til ta skitnu síðuna, tá
fallast mær hendur. Hví
ikki spyrja onkran í Skála-
vík, hvat ið gongur fyri seg
har? Er tað virkuliga so, at
er bert sleyg og slatur, sum
eru góð tíðindi?
Fakta um teilendingarnar
Hvat er so fakta um teilend-
ingar í Skálavík? M.H. Ex-
port, sum er arbeiðsgevari
hjá teilendingunum, flutti
frá Lopra til Skálavíkar
summarið 2003. Virkið
átók sær at royna at fáa
flakavirkið har at koyra.
Royndin stóð frá fyrst í juni
til seinast í November, tá
vit noyddust at steðga,
orsakað av trupuleikum i at
sellja upsa.
Vit ásettu okkum beinan-
vegin at kanna aðrar møgu-
leikar, fáa fleiri í part við
okkum og fáa fígging til
hetta. Vit spurdu teilend-
ingarnar um teir vildu vera
við í hesum, tí treytin fyri at
flakavirkið í Skálavík kann
virka er, at serliga teir eru
við. Tað er ikki arbeiðsfólk
til staðar í Skálavík til at
manna virkið. Tað er roynt
fyrr, men mislukkað. Nak-
rir fóru til Teilands at bíða,
meðan aðrir søgdu seg
fúsar ar bíða her. Hendan
roynd okkara at fáa virkið
at koyra, hevur tikið meiri
tíð enn vit roknaðu við. Í
skrivandi løtu eru vit
komnir í gongd.
Tað undarliga, sum hend-
ir fyrsta dagin, ið teilend-
ingarnir eru til arbeiðis, er
at Dimmalætting skrivar
um hungur og neyð í
Skálavík. Alt skrivið byggir
á slatur og sleyg.
Hvat er galið við at fara á
seiðaberg? Kann tað ikki
vera, at onkur heldur tað
vera stuttligt? Eg royndi at
forklára
blaðmanninum,
hvørjar siðvenjur teilend-
ingarnir hava, tá tað snýr
seg um mat. Eg helt fakt-
iskt, at føroyingar vóru so
upplýstir og sigldir, at teir
kunnu skilja, at tað í dag
finst ein onnur verð uttan
fyri Føroyar. Blaðmaðurin
vendi tí, sum eg segði
fullkomiliga á høvdið. Tað,
sum eg royndi at siga var, at
tveir triðingar av tí sum
teilendingarnir eta er rís.
Teir eta rís og onkran kjøt-
ella fiskabita afturvið á
morni, døgurða, seinnapart
og sama á kvøldi. Hetta er
teirra siðvenja og hví
kunnu teir ikki hava hana?
Hví skulu heimføddir jour-
nalistar fáa hetta til nakað
annað?
Eg eri vísir í, at teir flestu
føroyingar kunnu síggja, at
hetta má vera ein bíligur
máti at liva uppá. Tað var
tað sum eg fortaldi, at for-
brúkið var umleið 1500
kr/mðn. Eg segði eisini
útrykkiliga, at tey betaltu
onga leigu meðan einki
arbeiði er.
Tað er ein matvøruhandil
í Skálavík, hví hevur ikki
verið spurt har, um tei-
lendingarnir eru kundar
har? Eg kann upplýsa tað,
sum eg hoyri í bygdini um,
at tá tað er tilboð t.d. uppá
høsnarungar og fleskasteik-
ir, tá skulu skálvíkingar
vera skjótir um teir skulu
fáa nakað, tí teilendingarnir
tøma kølidiskin.
Tað er ymiskt annað, sum
teilendingunum dáma væl
at eta. T.d. Høggislokk og
makrel. Tá hetta verður
nevnt hugsar onkur kanska,
hvat hetta er fyri nakað.
Hetta er jú agn, men úti í tí
stóru verð er hetta jú
luksusmatur. Neytavembur
kosta nógvan pening í
Teilandi. Innmat yvirhøvur
úr neytið verður blakað
burtur av føroyingum. Av
hesum kann siga, at tað er
bíligt hjá teilendingum at
búgva í Føroyum. Tað ger
akkurát tað sama um tey
hava lítið arbeiði ella nógv
arbeiði forbrúkið eru tær
somu 1500 kr/mðn.
Tað kann upplýsast, at
hesir 17 teilendingarnir
tjentu í 2002 og 2003 ca.
3,500.000 milliónir. Eg
haldi, at tað eru nógvir
arbeiðsleysir
føroyingar,
sum hava tað verri enn
hesir teilendingarnir.
Hesi skriv, sum hava
verið nú í langa tíð um tei-
lendingarnar í Skálavík, er
ein forfylging og niðurgerð
av teimum. Tey skilja als
ikki hví, og tey vita ikki um
tey hava gjørt nøkrum
nakað.
Eg eri púra vísur í, at tey
flestu í Skálavík eru samd
við mær í, at hetta er fitt
fólk og eru ongum til
fortreð. At tey eru bangin
og steingja seg inni er for-
ferdiligt tvætl. Tað einasta,
sum allir her vilja er, at
fólkið fær frið. Eitt er at
skriva til at selja bløð, eitt
annað er at niðurgera út-
lendingar. Tað kann væl
koma aftur um brekku.
Eg stóli fullkomliga upp-
á, at Skákavíkar Kommuna
sær til, at teilendingarnir
ikki líða neyð.
VIÐMERKINGAR
Viðv. teilendingum í Skálavík
enn løgtingið um hetta mál,
hesuferð sum form. í Før-
oya Kommunufelag.
Á hesum fundi heitti eg á
kommununar um at vera
við í hesum átaki til gagns
fyri ungdóm okkara. Annað
samskiftið havi eg ikki havt
við kommunurnar um hetta
mál, sum varð hildið at vera
eitt so gott tilboð, at ikki
bar til at siga nei til tað..
"A window of
oppertunity"
Í politikki er tað soleiðis,
at neyðugt er at taka av, tá
gluggar lata seg upp, og
møguleikar eru í eygsjón.
Soleiðis er tað úti í heimi,
og soleiðis er tað heima hjá
okkum.
Vit høvdu eitt fyrsta floks
projekt til ungdómin í
Suðuroynni, og vit fingu
tað enntá samtykt á tingi.
Kommunurnar partur var
so lítil, at hann var til at liva
við hjá øllum.
Vit høvdu ein fugl í
hondini, ein gyltan møgu-
leika, men nú er fuglurin
flogin, og projektið er dott-
ið niðurfyri.
Jacob Vestergaard kann tí
í dag fegnast um teir 10 á
takinum, og ikki so ógvu-
liga nógv annað.
Tá málið var komið á
tingborð var skilaleyst at
gera annað enn at stuðla
eini skilagóðari íløgu í
Suðuroynni av fullum og
heilum huga, og ikki ein
maður fyri norðan ivaðist í,
at lokalsamfelagið at enda
fór at taka ímóti tilboðnum.
Tástani,
tá
suðringar
høvdu fingið alt borið á
silvurfati, sóust fleiri av
teimum hava aðra meining
um projektið, hvar tað
heldur skuldi ligið, hvussu
tað heldur skuldi verið
skipað og so frameftir.
Jacob Vestergaard sigur
seg hava virkað eftir sínum
prinsippum um ábyrgdar-
býtið millum land og
kommunu, og hevur havt
fleiri fyrivarni í hesum
máli.
Hann hevur so eisini í
dag síni óskalaði prinsippir
í varðveitslu, men heldur
ikki so nógv annað at sita
og kóla uppiyvir.
Hann heldur ma., at vit í
tjóðveldisflokkinum afturat
einum
miðnámsskúla
í
Suðuroynni fyri 45 mió.kr.
saktans kundu havt bygt eitt
meginbóksasavn samstund-
is aðrastaðni í Suðuroynni.
Ikki er gott at vita hvørji
politisku verð hesin maður
livir í. Fólkaflokkurin
royndi saman við and-
støðuni at boykotta mið-
námsskúlan og at fáa ein
skúla í Havn fram um
okkara.
Hetta miseyðnaðist jú,
sum vit øll minnast.
Hesin flokkur situr nú á
málinum,
og
suðringar
kunna bíða til dómadags
eftir, at Jacob Vestergaard
fer at byggja teimum eitt
meginbókasavn eftir sínum
heilt serligu prinsippum.
Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum
Jacob Vestergaard reypar
av, at landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum ikki forð-
aði fyri, at miðnámsskúlin
varð lagdur fyri tingið.
Fyrr var illa. Hvussu
hesin
landsstýrismaður
annars gagnaði suðringum
soleiðis heilt á egnari hond,
tá hann vóð í møguleikum,
kundi verið áhugavert at
fingið nakað nærri at vita
um.
Nei, talan er á ongan hátt
um nakað brigsl frá míni
síðu.
Talan er um at draga við-
gerðina saman við grund-
gevingunum
av
einum
máli, sum er mist á gólvið,
fram í ljósið, so at borgarin,
í hesum føri suðringar, fáa
at vita, hví hesin bitin varð
tikin av borðinum aftur.
Demokratiska orðaskiftið
eigur eisini at tola, at per-
sónligar
støðutakanir
í
kommunalum
politikki
síggjast aftur, og ikki haldi
eg meg hava gingið nøkrum
ov nær í so máta.
Jacob Vestergaard sigur
ferð eftir ferð, at eg bara
havi virkað fyri ávísum
plássi í Suðuroynni. Hetta
er jú beinleiðs ósatt, og her
er talan um veruligt brigsl í
orðsins sanna týdningi.
Fyri at vinna sær sjálvum
politiskan tokka, setur hann
her bygdir upp móti hvørji
aðrari. Hetta er nakað av tí
ússaligasta, sum finst, ser-
liga tá hugsað verður um, at
einar 5-600 mió.kr. eru
játtaðar kring alla oynna
farna skeiðið.
Eingin ivi er um, at
maðurin
hevur
ilt
av
onkrum, sum komi er til
Vágs, og verður Jacob
Vestergaard
tí
alment
spurdur, hvat tað er, sum er
komið til Vágs, sum ikki
skuldi verið komið hagar?
Lærararáðið
Eitt meginbókasavn knýtt
at einum miðnámsskúla var
eitt serligt hugskot, sum
kom úr erva.
Ivi var millum lærarar og
onnur, um hetta nú var tað
rætta, men hesin ivi varð
skjótt lagdur aftur um bak,
og hugskotið vann frama.
Lærararáðið hevur ikki
samtykt at vera ímóti
meginbókasavninum, hetta
er beinleiðis ósatt.
Hetta er ein søga, sum
Jacob Vestergaard hevði
brúk fyri, og sum hann
hevur brúkt til at tæna
sínum oyðandi endamáli
við.
Heldur hann fast um hesi
lodrøttu ósannindi, skyldar
hann okkum at siga nær,
hvar og hvussu hendan
samtyktin
er
tilevnað,
hvussu hon ljóðar, og
hvagar hon er send?
Um fakliga grundgivin
andstøða og ræðsla fyri
bókum og søvnum skuldi
komi
frá
skúlanum
sjálvum, var hugsandi, at
onkur fjald dagsskrá var
eitt nærri eftirlit verd,
heldur enn bókabálið, sum
Jacob Vestergaard gjørdist
talsmaður fyri.
Framhald av síðu 10
C
M
Y
K
11
10