Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 17. juni 2013 6 vikutíðindi Viðgera rukkur og arr hjá Ergo Vælveru Salong Fríðgerð H á r l o y s n i r f r á © Salong Fríðgerð Tá ið tú hevur mist hárið av t.d. kemoterapi, hormon óbalansu, alopesia ella øðrum – set teg í samband við okkum salong fríðgerð | Tel. 311545 | fartel. 511545 | niðaragøta 52 | 188 Hoyvík www.parykkar.fo © Salong Fríðgerð Dermaroller viðgerð kann hjálpa tær at sleppa av við djúpar rukkur, arr og akni Beinta Lassen hjá Ergo Vælveru, er einasti góðkendi viðgerðari hjá Der­ maroller í Føroyum. Beinta er upplærd innan Dermaroller í Danmark og hevur seinasti 3 árini viðgjørt nógvir før­ oyingar við hesu serligu viðgerð, ið krevur serliga góðkenning og út­ búgving frá frá Dermaroller. Derma­ roller er sera góð til arr, akni og rukkur, pigmentplettar og strekkmerkir. Við serligari orginalari rullu og stamp frá Dermaroller skapast smá mikroskopisk hol í húðina. Kroppurin uppfatar viðgerðina sum ein “skaða”, og fer sjálvur í gongd við at endur­ nýggja húðina. Harvið fyllist kollagen í arr og rukkur, húðin yngist og og gerst meira jøvn. Úrslitið, sum er varðandi, er enda­ ligt 8 vikur eftir viðgerðina, tó sæst sum oftast góður munur á húðini longu innan 2 vikur. Viðmælt verður at “yvirfladisk” arr fáa 2-3 viðgerðir við 8 vikum ímillum. Ímillum viðgerðirnar skal rullast heima við serligari heima­ rullu, og brúkast eitt serligt krem frá Dermaroller. Arr á andlitiun kunnu geva fysiskar og psykiskar plágur, serliga eru tey ungu psykiskt plágaði av arrum/ akni. Tey siga, at tey føla sum um at fólk bara síggja teirra arr, og ikki tey sum ein persón. Nýggjasta frá Dermaroller Sum nakað nýtt bjóðar Ergo nú e-Der­ mastamp viðgerðina. E-Dermastamp maskinan ger tað møguligt at viðgera djúp arr og rukkur enn betur og er serliga góð til djúp arr, furur millum brýrnar, rukkurnar um munnin og strekkmerkir. Ein av teimum mongu, sum Beinta Lassen hevur viðgjørt fyri arr/akni, er Eva úr Vágum. Eva sigur sjálv soleiðis um við­ gerðina: – Eg eri simpulten so glað fyri tað flotta úrslitið, eg fekk aftaná við­ gerðina við dermoroller frá Ergo. Eg hataði mína húð, og eg royndi at goyma hana við make-up, men tað haldi eg gjørdi hana bara verri. Eg prøvaði alt, bæði dýr og bílig reinsukrem, men einki hjálpti. Síðan fór eg til læknan, har eg fekk ein kur við tablettum sum eita ”Tetracyklin”, tær hjálptu heldur ikki. Eg var púra frá mær sjálvari og visti ikki, hvat eg skuldi gera við húðina hjá mær. So hoyrdi eg ein dagin um okkurt, sum skuldi verða so gott hjá Ergo, og eg kontaktaði tey. Ikki so langa tíð aftaná hetta fekk eg eina tíð, og síðan fór eg undir hesa viðgerð. Tað skal ikki vera nøkur hemmiligheit, at eg fekk ilt, men eg kann ikki annað enn siga, at tað var tað vert. Eg eri super glað fyri tað flotta úrslitið. Eg vil virkuliga viðmæla øllum, sum hava akni og sum hava trupulleikar við tí, at royna hesa viðgerð. Hon hjálpir heilt sikkurt og gevur eitt flott og gott úrslit. Víkingadagar í Gøtu og Leirvík Vikuskiftið 28. og 29. juni skipar Víkingur fyri víkingadøgum í Leirvík/Gøtu. Í hesum sambandi bjóða tey frítíðar­sigl­ arum og bátaeigarum hjartaliga vælkomnum at halda vikuskiftið í Leirvík. Bátarnir koma at liggja í nýggja, sera snotuliga og hugnaliga bátahylinum í Leirvík. Campingvognar eru somuleiðis hjartaliga vælkomnir. Umstøðurnar fyri  camping­vogn­ ar­nar eru eisini framúr góðar. Camping­vogn­ arnir koma at  standa á økinum við nýggja bátahylin. Kringumstøðurnar eru góðar og hugna­ ligar. Umframt at njóta føroyskan summarhugna við bátahylin er eisini  upplagdur møguleiki at vitja nýggju sandstrondina í Leirvík. Somu­ leiðis verður møguleiki at spæla krokk á spildurnýggja krokkvøllinum. Møguleiki er eisini fyri innandura familju­ hugna. Bovlinghøllin gevur serligan avsláttur hetta vikuskiftið. Haraftrat ber til at svimja/brúsa sær í svimjihøllini fríggjakvøldið og leygardagin. Leygarkvøldið verður dansur við Tinga­ neyst í tjaldi á kaiøkinum. Endaliga skráin fyri víkingadagarnar kemur seinni.