Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 17. juni 2013 8 vikutíðindi Vælvera og hvíld til likam og sál Sum nakað nýtt hevur møblasølan Eikin fingið umboð upp á Dunlopillo sengur og madrassur. Dunlopillo er eitt gamalt kent merki. Framleiðslan byrjaði í 1929, tá teir funnu út av at nýta ​latex skúm til madrassur. Dunlopillo er ein av best kendu seingja­ framleiðum og er partur av altjóða kon­ sern­ini Hilding Anders Group við høvuðs­ sæti í Svøríki. Hilding Anders Group er størsti seingja­fram­leiðari í Evropa við 32 verksmiðjum í 20 londum. Dunlopillo framleiðir sengur, mad­rass­ ur, toppmadrassur, babymadrassur, pútur og ymiskt tilhoyr til sengur. Umframt Dunlopillo selur Eikin eisini aðrar sengur sum t.d. ZenZell, Svane og Jensen. Slagorðið hjá Dunlopillo er, at teir selja ikki einans sengur, men vælveru og hvíld til likam og sál. Dunlopillo selur orku og yvirskot til dagligdagin við at framleiða perfektu songina at sova í um náttina. Dunlopillo gevur 15 ára garanti upp á sínar madrassur, sum eru gjørd­ar úr nátúr­ produktum. Øll produktini hjá Dunlopillo eru Oeko-Tex® góð­kend, sum er heimsins leiðandi heilsu­góðkenning innan tekstil­ ídnaðin. -Vit bjóða øllum at verða vælkomin at royna Dunlopillo produktini. Kva­liteturin er í topp, og prísurin so avgjørt kappingarførur, sigur Tummas Jákup Høj, leiðari á Eikini á gomlu politistøðini í Jónas Broncksgøtu. Málninga­framsýning í ØSTRØM Frá týsdegnum 18. juni til leyg­ ardagin 29. juni 2013 hevur Sólvá Gunnarsson Olsen framsýning í Østrøm. Fernisering verður týs­dagin 18. juni kl. 16:00 Sólvá er uppvaksin í Mattalág í Havn, elsta dóttir Herborg og Gunnar Gunnarsson. Sum ung flutti Sólvá til Danmarkar, har hon hevur búleikast síðani. Hon hevur altíð verið sera kreativ og hevur fingist við ymist handaligt arbeiði. Seinastu árini hevur hon tó fingist mest við at mála. Sólvá hevur luttikið á fleiri fram­ sýningum í Danmark, eins og hon eisini hevur havt framsýningar í Føroyum. Framsýningin, sum hevur heitið BRÁ, er opin mánadag- fríggjadag kl. 10 – 17:30 og leygar­ dag kl. 10:00 – 14. Anders Foged Rasmussen, sølukonsulentur hjá Dunlopillo í Danmark, og Tummas Jákup Høj, leiðari á Eikini í Jónas Broncksgøtu.