mikudagur 28. apríl 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 80 - 28. apríl 2004
Nr. 80 - 28. apríl 2004
13
Kári Thomsen
Føroya Nýorka
Samstarv komið í lag mill-
um íslendingar, normenn
og føroyingar um menning
av nýggu vetnistøknini til
orkuveiting til bátar og
skip.
Øl heimsins ídnaðarlond
og lond har nógv steinrunn-
in orka er í nýtslu arbeiða
miðvíst fram móti loysn á
hóttandi orkutilfeingisfell-
uni, ið fyri serstakliga
fiskivinnutjóðir og oyggja-
samfeløg kann blíva til
óbótaligan skaða, um ikki
loysnir verða funnar í góð-
ari tíð.
Føroysk fiskivinna hevur
ovurstórar rakstrarútreiðsl-
ur til orkuveitingina og
skal ikki stór øking í ver-
andi oljukostnað á nakað
yvir 30US$ fyri tunnuna,
fyrr enn fiskiflotin hevur
hall og verður lagdur - og
samfelagið steðgar upp.
Føroyska
samfelagið
hevur 97% av orkutørvin-
um í oljuni sum drívmegi,
og kann lítil vøkstur í
kostnaðinum kollrenna alt
samfelagið uppá fáar mán-
aðir.
Heimsins framleiðsla og
nøgd av olju og gassi stend-
ur ikki mát við nýtsluna, ið
økist alsamt eisini nú kin-
verjar eru komnir væl á-
leiðis í menning av landsins
ídnaði og øktari privatari
nýtslu.
Gransking og samstarv
um landamørk.
Amerikumenn, europear og
serstakt japanar arbeiða
miðvíst og partvís í harðari
kapping um menning av
vetnistøknini til tryggjan av
framtíðar orkuveiting til
ravmagnsnýtslu, hita og
flútning á landi og sjógvi.
Veðurlagsbroytingar vegna
avbrenningini av olju og
gassi hava eisini sett gongd
á tiltøk til avmerkingar í út-
látum av vækstrarhúsgass-
um, og hava eisini flestu av
heimsins londum tikið und-
ir við Kyotosáttmálanum
um ásetta minking av ser-
stakliga koltvíiltu (CO2).
Frá alheims politiskari
síðu eru játtaðar ovurhonds
stórar upphæddir til vetnis-
menning og gransking, og
lagt verður upp til at hesin
tøkniligi ídnaður fær sam-
starv við feløg, kommunur
ell orkuveitarar at seta upp
ítøkiligar verkætlanir til
menning og loysn á einum
álvarsaman
framtíðar
trupulleika.
Norðurlendskar og aðrar
verkætlanir
Verkætlanir innan vetnis-
tøkni eru í stórt sæð øllum
norðanlondum
íroknað
Norðuronglandi og Skot-
landi.
Ìsland setti fyri einum ári
síðan til sína fyrstu vetnis-
áfyllingarstøð í Reykjavík
til tríggjar brennikyknu-
riknar býbussar. Orkan til
framleiðslu av vetni er jarð-
arhiti og vatnorka. Næstu 5
áfyllingarstøðirnar eru á-
vístar harav ein verður á
havnarøkinum ætlað til
skip og bátar.
Normenn seta Utsira-
verkætlanina til fyrst í juli í
ár og skal hon við 600kW
Enercon vindmyllu, sving-
hjuli, battarígoymslu, og
elektrolysu
og
vetnis-
goymslu geva orku til
60kW
konverteraðan
dieselmotor
og
60kW
brennikyknu. Orkugoymsl-
an røkkur til 4 dagar við
fullar megi - tá eingin vind-
ur er (undir 3m/sek.) ella ov
nógvur (yvir 25m/sek.).
Verkætlanin skal vísa
hvssu vindorka kann veita
trygga og støðuga orku til
sethús og akfør. Hjáfram-
leiðslan av súrevni frá
elektrolysuni skal m.a.
nýtast til állaaling.
Í Skotlandi fyrireikar
felagið SiGEN í samstarvið
við
Unst
Partnership
granskingarverkætlan, ið
partvís skal vísa vindorku
saman við vetnistøknini, og
partvís tryggja útoynni
Unst - og øðrum útoyggjum
við - framtíðar livilíkindi.
Í Danmark hevur stovn-
urin Vestjysk Folkecenter
for Vedvarende
Energi
nøkta alla orkunýtslu til
hús og bilar frá vindi og
vetni í fleiri ár.
Danmark er saman við
Týsklandi undangonguland
innan vindorku og hevur
danska stjórnin nýliga sam-
tykt at seta upp fleiri stórar
vindorkuparkir og sam-
stundis taka niður gott 700
smærri myllur.
Vetni ligur frammaliga í
Danmark og eru ætlanir at
útbyggja gassnetið til eisini
at kunna veita vetni.
Aðrar stórar verkætlanir
verða
framdar
í
m.a.
Canada og USA. Her ganga
Vancouver og California
undan við greiðum poli-
tikki at fremja fulla vetnis-
útbygging av økinum í og
millum býirnar í økinum.
California hevur í løtuni 22
áfyllingarstøðir og sló
guvernørurin
Arnold
Swarzenegger fyri døgum
síðan fast, at staturin skuldi
verða fult útbygdur við 200
áfyllingarstøðum ár 2010.
Vancouver hevur á sama
hátt lagt seg eftir at verða
fult útbygt til 2010 tá
Olympisku Vetrarleikirnar
skulu haldast har. Vetrar-
leikirnir í Italia í 2006
verða eisini fyrireikaðir til
"Green Winter Games",
sum Olympiska Komiteein
hevur samtykt.
Svínoyar - verkætlanin
Málið um framtíðar veiting
av burðardyggari, tryggari
og støðugari orku til øll
samfelagsins øki hevur
alstóran
týdning.
Við
nevndu nýtslu á 97% inn-
flutt steinrunnin orka, talar
alt fyri, at vit skulu vera við
í menningini av burðar-
dyggari og tryggari orku-
veiting. Vitan og kunning
um hvussu vetnistøknin
eigur og kann brúkast fæst
ikki eftir nøkrum vikum
ella mánaðum, og tilgongd-
in frá verandi orkuveiting
og til umskipan av øllum
kervinum í landinum gerst
ikki uppá fá ár.
Gjørd er føroysk verkætl-
an til eginframleiðslu av
øllum orkutørvinum fyri
Svínoy til ravmagn og hita
til hús og bygningar, á-
fyllingarstøð til akfør, trak-
torar og útróðarbátar, og
annars allan súrevnistørvin
til smoltvirkið. Eginfram-
leitt ravmagn og brennievni
gevur oynni møguleikar í
turking, frysting, fram-
leiðsluhúsi og vakstrarhús-
um, og vil loysn á orkutørv-
inum skapa nýggjar møgu-
leikar og grundarlag fyri
haldbarari útoyggjamenn-
ing.
"H2 to Sea"-verkætlanin
Størsti orkutørvurin í land-
inum er 52% í fiskivinnu
og skipaferðslu, ið eisini
eru grundarlagið i samfe-
lagnum. Norð-vestur lond-
ini Grønland, Føroyar og
Ísland við strandalondun-
um Norra, Danmark og
Norðuronglandi hava fe-
lags áhugamál at tryggja
framhaldandi og burðar-
dygga fiskivinnu. Í sam-
starvi við framleiðarar av
vetnistøknini og tað, ið
hartil hoyrir av øðrum út-
búnaði, er verkætlan gjørd
til skip og bátar við vetni
sum drígmegi og brenni. Í
Íslandi skal byggjast 500
tons línibátur, ið skal nýta
brennikyku-tøknina.
Norra skal bygga eina
minni ferju har ikki enn er
avgjørt um motorurin skal
verða vanligur konverter-
aður motorur ella brenni-
kykna.
Í Føroyum skulu tveir
bátar byggjast , annar 33
fót glastrevjabátur frá Avi
Boats og annar føroyskt
bygt 10-mannafarð, partvís
útgjørdir við motori og
partvís við brennukyknu.
Verkætlanin er samstarv
millum felagið Íslandsk
Nýorka, Føroya Nýorka, al-
menna norska flutningsfe-
lagið, Air Liquide úr Frak-
landi, Vandenborre Hydro-
gen Systems og Stuart
Energy úr Canada/USA,
Marintek
granskingar-
stovninum úr Norra og
Shell Hydrogen.
Verkætlanaruppskotið
liggur til støðutakan hjá EU
í
6-rammuætlanini,
og
verður mett at hava stórar
møguleikar, tá sík ætlan
ikki finst annars og at talan
er um væl grundað norður-
lendskt samstarv.
Útgreinað verkætlan skal
um alt gongur eftir ætlan
fremjast í september í ár og
gongur væl eitt ár og nakað
afturat
innan
bátarnir
kunnu roynast.
Umhvørvisverkætlanir og
sáttmálar
Við stóru orkunýtsluni í
fiskivinnu og skipaflutn-
ingi er dálkingin av kol-
tvíiltu eisini hareftir. Ser-
støk ábyrgd liggur tí eisini í
luttøku í Kyoto sáttmálan-
um og uppfylging av krøv-
unum
til
minking
av
vastrarhúsgassum, líkasum
Norðurlendsk Umhvørvis-
ætlan
2001 -2004 og 2004 til
2020
um
burðardygga
menning skal fylgjast upp.
Norðurlendsku náttúru-
verndarfeløgini Landvernd
í Íslandi, Norges Natur-
værnsforbund og Føroya
Násttúruverndarfelag hava
tikið stig til kanning av
møguleikum fyri minking
av vastararhúsgassum frá
skipum. Verkætlanin verður
fyriskipað av Landvernd og
skal verða liðug til 2006.
Útbyggingargrundarlag
Tilgongdin frá umlegging
av verandi orkukervinum
grundað á innfluttu stein-
runnu orkuna til varandi og
burðardygga veiting av
eginframleiddari orku krev-
ur at politisku ætlaninar eru
greiðar og at lógargrundar-
lag er fingið uppá pláss.
Vetnistøknin hevur við sær
lokala orkuframleiðslu og
vil ein miðspjæðing av
orkukervinum tí verða ein
av meginreglunum í fram-
tíðar orkuútbyggingum.
Gongdin kring okkum er
at orkukervið verður sjálv-
støðug eind við luttøku av
fleiri størri og smáum
lokalum íleggjarum og
framleiðarum av orku.
Politisk er m.a. boðað frá
nýggjari ravmagnsveiting-
arlóg líkasum undanfarna
landsstýrið við positivari
støðutakan til Svínoyar-
verkætlanina legði lunnar
undir luttøku í vetnistil-
gongdini og harvið tryggj-
an av framtíðar livilíkind-
um og menning av landsins
høvuðsvinnu og búskapi.
VIÐMERKINGAR
Vetni og framtíðar orkuveiting í
norðurlendskum og altjóða høpi
Palli Dalsgaard
Skótarnir í eysturbygd-
unum, Dali, Húsavík og
Skálavík, hildu flagg-
dagin í ár í Skálavík.
Sigast má, at haldið var
væl fyrireikað. Skótarnir
gingu skrúðgongu úr
skúlanum
oman
á
Keldu, har nógv fólk var
samankomið úr øllum
bygdunum
í
oynni.
Veðrið var av tí fagrasta,
ein ond vestaneftir, klárt
og sól. Byrjað varð við
at tveir felagssangir
vórðu sungnir, síðani
sang sangkórið úr Be-
tania í Skopun tveir
sangir.
Vár Jacobsen, sum vit
øll kenna so væl frá
Barnaløtuni í sjónvarp-
inum, helt eina røðu,
sum vit øll kunnu vera
væl nøgd við. Hon hevði
nakað til okkum vaksnu
og sanniliga nakað til
skótarnar, sum teir allir
skiltu. Aftan á sungu tey
trý, sum vóru í barna-
løtuni í Sjónvarpinum,
eitt barnaskjaldur, Lítla
lambið. So var felags-
sangur og til seinast varð
tjóðsangurin
sungin.
Síðani kundu tey, sum
vildu, keypa bollar og
kakao. Og tí veðrið var
so gott, vóru stólar og
borð sett upp í túninum,
so fólk fingu sær sess,
ótu, drukku og prátaðu
úti. Hetta er fyrstu ferð,
at
flaggdagshald
er
hildið her í bygdini, so
sigast má, at skótarnir
hava skrivað søgu her
hjá okkum. Vit eru glað
fyri at vera tikin við.
Framman
undan
hoyrdu vit Elis í útvarp-
inum tosa við Liljuna
Sørensen í Húsavík um
flaggdagshaldið,
sum
verða skuldi. Liljan er
gamal skóti og man hon
vera góð í ráðum hjá
teimum, sum nú skulu
stíla fyri. At tað liggur
eitt stórt arbeiði aftan
fyri eitt slíkt tiltak, tað
vita vit øll, og eru vit eru
teimum takksom, sum
fáast
við
ungdóms-
arbeiði.
Tað hendir so lítið á
smáplássunum sum er,
at ein slíkur dagar sum
hesin verður leingi í
huganum hjá teimum,
sum yngri eru.
Flaggdagshald
í Skálavík
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hósdagin 29. apríl 2004
fyllir Sigga Dam Tórshavn
75 ár.
Sigga er ættað úr Eldu-
vík, dóttir Onnu Helenu og
Martin Nónskarð.
Á ungum árum kom
Sigga til Havnar at arbeiða.
Hon hevur altíð staðið í
handli, m.a. hjá Hans Joen-
sen, og Chartrinu Christi-
ansen. Tey nógvu seinastu
árini hevur hon arbeitt hjá
Kaj Petersen heilsølu, til
hon fyri nøkrum árum síð-
ani gavst.
Sigga er gift við Vagnur
Dam, ið er ættaður heiman
av Sandi. Sigga og Vagnur
eiga fýra børn: Marjun,
Sólrun, Hákun og Martin.
Føðingardagurin verður
hildin saman við børnun-
um.
Tað verður gjørt kunnugt fyri ætt, vinum og
kenningum, at okkara elskaði maður, pápi, sonur
beiggi og svágur
Sjúrður Højgaard Eliasen
ættaður úr Klaksvík,
búsitandi í Havn,
brádliga doyði leygardagin 24. apríl á Lands-
sjúkrahúsinum, 49 ára gamal.
Jarðarferðin verður mikudagin 28. apríl kl. 13.00
úr Havnar kirkju.
Vegna tey avvarðandi
Susanne, Rúni og Heidi
Tey, íð vilja senda blómur, kunnu lata børnunum eina
peningagávu á konto í Føroya Sparikassa.
25. apríl 1974 var fótbólts-
dystur í Gundadali millum
havnarkonur og argjakonur.
Argjakonurnar
vunnu
dystin 2-1.
Dysturin var til frama
fyri felagið Javna, og inn
komu 21.778,- krónur, sum
fóru óskerdar til felagið.
Hetta var tað mesta, sum
var komið inn til ein fót-
bóltsdyst í Føroyum tá.
Fyri 30 árum síðan
Ein av havnarkonunum,
Julianna Andreasen
(Didriksen), sum var ein av
fyrireikarunum, og Klaus
Herman, sum var leiðari av
sosialu deild hjá
Ríkisumboðnum, hann var
dómari
Kelda: Myndaárbókin -
árið ið fór 1974
Í gjár kl. 16.30
stongdi Sp/f PE
handilin í Stoffalág og
kl. 7.30 í morgun varð
nýggjur handil latin
upp við Heykavegin.
Fyritøkan húsast nú á
550 fermetrum við
handli, goymslu og
skrivstovu
Eftir 21 ár í Stoffalág læt
matvøruhandilin Sp/f PE
aftur í gjár. Stjórin í fyri-
tøkuni, Petur Eirik Djur-
huus, sigur, at umstøðurnar
í Stoffalág gjørdust ov
trongar, goymslan var bliv-
in ov lítil, og ov trongligt at
parkera.
Vit hava valt at flyta júst
til Heykavegin, tí at hand-
ilin skal helst liggja nøku-
lunda í sama grannalag.
Lætt er at koma til handilin,
av tí at ringvegurin liggur
tætt við. Eisini eru nógv ar-
beiðspláss har í nánd, sigur
Petur Eirik.
Eins og í Stoffalág er
talan um kolonialhandil og
kiosk. Vøruúrvalið verður
nakað størri enn áður, og
fleiri sera góð tilboð vera
hesa vikuna.
Handilin er opin soleiðis:
Mánadag–fríggjadag 7.30-
22.00,
leygardag
9.00-
22.00. Sunnudag er stongt.
Dagurin
28. apríl. Vitalis, deyður umleið ár 171. Rómverskur
embætismaður, sum gjørdist kristin og tí varð tikin av
døgum.
Sp/f PE latið upp í nýggjum hølum
Petur Eirik Djurhuus, stjóri á
Sp/f PE, framman fyri nýggja
handilin við Heykavegin.
Mynd: Jens Kristian Vang
Sigga Dam 75 ár
SILVURBRÚDLEYP
Í dag, 28. apríl hava hjúnini Annika og Kristian Olsen,
Saltnes. verið gift í 25 ár. Veitslan verður í
Bygdarhúsinum í Leirvík, Dýra biðidag 7. mai kl. 13.30.
C
M
Y
K
13
12