mánadagur 17. juni 2013síða 48
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Summarkappingin
Vikukapping
vika 25 l 17. juni 2013
Vilmund Jacobsen
Atlantic Airways flýgur tríggjar ferðir um vikuna til Íslands. Flogið
verður mánadag, mikudag og fríggjadag.
Ísland er eitt ógvuliga áhugavert ferðamannaland við nógvum
forvitnisligum - kendum og minni kendum - møguleikum.
Allan Skaalum, sølu-og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways,
vísir á, at nógvir føroyingar hava familju, vinir og kenningar í Ís
landi.
- Sum tað forvitnisliga og stórbæra landið, sum Ísland er, kann
tað vera trupult at fáa nakað at búgva í, um fólk eru í seinna lagi
at bíleggja sær ferð og innivist, tí ferðafólkatalið er sera stórt í
Íslandi á hásumri. Ein møguleiki er tá at gista hjá kenningum í
Íslandi.
Hann vísir á, at Atlantic Airways hevur nakrar góðar ferða
seðlaprísir á rutuni til Íslands síðst í hesum mánaðinum.
- Fólk eru vælkomin at spyrja seg fyri hjá okkum um prísir og
ferðamøguleikar í Íslandi.
Allan Skaalum sigur, at føroyskar ferðaskrivstovur, sum tey
samstarva við, eisini hava nógvar møguleikar at bjóða í Íslandi.
Vestur um hav
Møguleikarnir eru nógvir - eisini hjá ferðandi, sum vilja úr Íslandi
og víðari til USA.
- Flúgvingin er løgd soleiðis til rættis, at til ber at knýta ferðir
úr Keflavík við Iceland Air til fleiri áhugaverd støð í USA.
Sølu-og marknaðarleiðarin vísir á, at í fleiri førum ber til at
sleppa víðari til fleiri støð í USA sama dag, sum tú kemur til
Íslands, eins og til ber eisini koma heimaftur úr Íslandi sama dag,
sum tú kemur aftur av amerikanska meginlandinum.
- Góðu ferðamøguleikarnir millum londini, har ferðandi kunnu
flúgva uttan at gista nátt í Íslandi, gera eisini ferðina tað bíligari,
sum uppihaldið í Íslandi annars vildi kostað.
USA áhugavert
Allan Skaalum vísir á, at tað er eitt sindur ymiskt, hvar føroyingar
velja at fara, tá farið verður vestur um hav og víðari til USA.
- New York er altíð er ein áhugaverdur og forvitnisligur býur,
og onnur velja at fara til Florida at síggja frítíðarparkirnar hjá
Disney World. Ferðir til Disney World eru altíð eitt stórt upplivilsi
hjá familjum við børnum, sigur sølu-og marknaðarleiðarin hjá
Atlantic Airways.
Nógvir møguleikar í Íslandi
og á ferðini vestur um hav
– Við sínum stórbæri og nógvu
møguleikum er Ísland eitt ógvuliga
áhugavert ferðamannaland,
eins og góðir møguleikar eru at
halda leiðina fram úr Keflavík og
vestur um hav til USA, sigur Allan
Skaalum, sølu-og marknaðarleiðari
hjá Atlantic Airways
New York er ein spennandi og
forvitnisligur býur, sum avgjørt
er eina vitjan verdur
Við sínum stórbæri hevur
Ísland ein hóp at bjóða sum
ferðamannaland