mánadagur 17. juni 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Summarkappingin
Vikukapping
vika 25 l 17. juni 2013
Vilmund Jacobsen
Nógvir føroyingar hava vitjað í Fjørukrónni á Hafnarfjørðinum í
Íslandi. Hetta er eitt sera hugnaligt og friðsælt stað við bestu
atmosferu, ið hugsast kann. Fjørukrógvin gevur tær íblástur til
nógvar og fjølbroyttar upplivingar í Íslandi, hugsandi og óhugs
andi.
”Framíhjárætturin”
Úr Hafnarfjørðinum, sum liggur væl fyri landafrøðiliga, er stutt til
Reykjavíkar, og haðani er eisini stutt til eitt nú Bláa Lón og onnur
ferðamál í Suðuríslandi.
Føroyingar hava altíð verið sera væl móttikinir í Íslandi – ja,
tað er líka sum ein ”framíhjárættur” at vera føroyingur í Íslandi.
Ikki minst er hetta galdandi á Fjørukrónni, har føroyingar eisini
hava arbeitt.
Ísland er spennandi og forvitnisliga landið við høgum fjøllum,
stórum slættum, øsku, fossum, jøklum og ísi.
Landið hevur óendaliga nógvar upplivingar at bjóða ferða
fólki.
Leita til Fjørukrónna
Í Fjørukrónni er ein máltíð nakað heilt serstakt, og her fært tú
eisini høvi at hoyra og síggja syngjandi og larmandi víkingar. Her
fært tú eina uppliving aftur við frálíka matinum, sum tú skalt leita
leingi eftir fyri at finna aðrastaðni.
Men, tað eru ikki bara føroyingar, sum leita sær til Fjørukrónna
á ferð í Íslandi.
Seinnu árini eru tað alsamt fleiri norðurlendsk ferðafólk,
sum eru farin at leggja leiðina fram við Fjørukrónni á Hafnar
fjørðinum.
Fjørukrógvin gevur tær
eina serstaka uppliving
Eitt av kendu støðunum millum føroyingar, sum ferðast til
Íslands, er Fjørukrógvin á Hafnarfjørðinum, har føroyingar
– við “framíhjárætti” - altíð kenna seg vælkomnar
Fjørukrógvin á Hafnarfjørðinum er nakað heilt
fyri seg, og alt fleiri norðurlendingar leita nú eisini
upp hetta forvitnisliga gistingarhús og matstað
Vilmund Jacobsen
Íslendski høvuðsstaðurin Reykjavík er nakrar ferðir størri enn
okkara Tórshavn, men kortini telist hann millum teir smáu í
heimshøpi.
Og tó.
Reykjavík hevur nógv at bjóða, bæði fyri ung, tilkomin og eldri,
sum leita sær hagar.
Fólk kunnu eitt nú vitja stóru Hallgrímskirkjuna, ið er hin
størsta í Íslandi. Forvitnisliga matstovan Perlan er eisini eina
vitjan verd, eins og stóra innkeypssentrið, Klingran.
Millum mong áhugaverd støð í Reykjavík er Laugardalur við
sínum stóra uttandura svimjihyli og heitu pottum, har opið er alt
árið. Djóragarður er eisini, har eina mest íslendsk djór eru at síggja
– alt frá reinsdjórum, revum, kópum til kýr, hestar og seyð.
Í Reykjavík eru góðir shopping-og matstovumøguleikar, eins
og fleiri kafé’ir.
Lítil høvuðsstaður við
stórum upplivingum
Reykjavík er lítli høvuðsstaðurin við teimum stóru upplivingunum. Her kunnu fólk saktans njóta nakrar
dagar við spennandi og áhugaverdum upplivingum og góðum matstovu-og shoppingmøguleikum
Íslendski høvuðsstaðurin telist millum
teir smáu í heimshøpi, men her eru
nógvir møguleikar hjá ferðandi, bæði
ungum, tilkomin og eldri