mánadagur 17. juni 2013síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Summarkappingin
Vikukapping
vika 25 l 17. juni 2013
Stórsligið og spennandi Ísland
Ísland kann bjóða alt frá stórari náttúru, søguligum støðum til spennandi býarlív við matstovum,
mentan og náttarlívi. Her er nakað av tí, sum tú kundi vitjað ella upplivað í Íslandi
Harpan
Eitt monument fyri Ísland og íslendsku tjóðina. Virðislønta mentanarhúsið, sum liggur mitt í Reykjavík, er í heimsflokki - bæði tá
ið tað snýr seg um arkitektur og innihald. Í Harpuni ber til at uppliva stórar og spennandi konsertir, framsýningar og mangt annað.
Húsið er opið allan dagin, og tað ber altíð til at leita inn á gólvið og njóta ein kaffikopp ella ganga eitt sindur runt í húsunum.
Bláa Lónið
Nærindis Grindavík – einar 50 kilometrar uttan fyri Reykjavík
– liggur heimskenda Bláa Lónið. Heita vatnið, sum liggur í
flottum náttúruumhvørvi, er eitt av mest vitjaðu støðunum í
Reykjavík, og tað er ikki so løgið. Tað er ein fantastisk kensla
at liggja og flóta í Bláa Lónið, njóta friðin, og bara slappa av.
Eitt mást at vitja, um tú ert á Reykjavíkarleiðini.
Geysir
Í Haukdali, sum liggur í útsynnings
partinum av Ísland, er heimsins elsta
virkna goskelda. Geysir er hugtakandi
at uppliva, tá ið tað sprænir vatn 10
metrar upp í luftina nakrar ferðir um
dagin. Alt økið rundan um Geysir er
geotermiskt aktivt, og til ber eisini at
uppliva eitt nú goskelduna Strokkur,
sum hevur eina 20 metrar høga
vatnsúlu, tá ið hon goysir.
Gullfossur
Hvítá byrjar í Hvítávatninum í Lángjøkul
og einar 40 kilometrar longur suðri er
kendasti fossur í Íslandi – Gullfossur.
Vatnfallið er stórt og hugtakandi, og tað
er ein sterk kensla at standa við fossin
og uppliva stóru náttúrukreftirnar.
Heimið hjá Laxness
Halldór Laxness vann í 1995 Nobel heiðurslønina fyri bókmentir. Rit
høvundin, sum er kendur um allan heim, hevur skrivað verk sum Salka
Valka og Íslandsklokkan. Í Mosfellsbær er heimið og arbeiðsplássið hjá
Laxness, og nú ber til at vitja í heiminum, ið er gjørt til savn fyri lívið og
virkið hjá Laxenss. Húsini hjá Laxness liggja í náttúruvøkrum øki, og tað
ber eisini til at fara á gongutúr ella á hestbaki í økinu
Sushi Samba
Ein av best umtóktu matstovunum í Reykjavík er Sushi Samba,
sum liggur mitt í býnum. Matstovan bjóðar eitt bland av
japanskum og brasilskum mati, og tað er blivið so væl umtókt,
at tú skalt bíleggja tær borð í góðari tíð, um tú ætlar tær at
uppliva teirra væl smakkandi bitar og rættir.
Tingvøllir
Í árinum 930 savnaðust íslendingar fyri fyrstu ferð á
Tingvøllum fyri at samtykkja nýggjar lógir og loysa trætumál.
Tingvøllir vóru savningarstað heilt fram til 1798, og Altingið
hevði sítt høvuðssæti á Tingvøllum. Nú ber til at vitja staðið,
kenna farnar tíðir og fáa vitan um søguna á staðnum.
Hvalasavn
Í Húsvík hava tey gjørt eitt hvalasavn, har tað ber til at fáa
vitan um hvalir og eisini síggja eitt nú beinagrindir av hvali. Um
summarið ber eisini til at fara á hvalatúrar úr Húsavík.