Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Summarkappingin Vikukapping vika 25 l 17. juni 2013 Hvar fert tú at ferðast í summar? 
 Eg ætli mær ein túr til Barcelona við Atlantic. Havi gamlar vinir har, sum eg kann vitja.
 Hvussu plagar tú at ferðast – í skipi ella flogfari?
 Helst við flogfari, men skal eg hava bilin við, velji eg skip. Ikki tí, er veðrið er gott, er tað vælsignað at sigla. Tú fært sálina við.
 Ferðast tú nógv í egnum landi?
 Tíverri ov lítið, men helst meira enn fleiri onnur. Tað hevur hjálpt nakað, at vit nú hava so góð samferðsluviðurskifti. Onkuntíð fari eg ein langan biltúr í góðum veðri til náttúruvøkur støð, heilt til Viðareiðis, um tað skal vera. Serliga, um eg havi útlendskar gestir, og tað er ikki so sjáldan.
 Hvar dámar tær best at ferðast í Føroyum?
 Eg "uppdagaði" Suðuroynna av nýggjum fyri nøkrum árum síðani. Ein fantastisk oyggj, sum eg fegin vildi vitjað meira. Hvussu velur tú títt ferðamál? Ofta endi eg bara automatiskt í Danmark, tí har býr dóttir mín. Um so er, at ráðini eru til tað, kann eg finna uppá at taka ein bíligan túr í síðstu løtu til okkurt tilvildarligt stað sunnanfyri.
 Hvat er besta landið, tú hevur ferðast í?
 Havi ein veikleika fyri Spania, helst tí, at eg búði har eitt tíðarskeið sum smágenta. Eitt fantastiskt land, serliga um tú ferðast uttanfyri tey vanligu turist-støðini. Mær dámar eisini stak væl okkara grannalond, Noreg og Ísland.
 Hvør er besti býur - og hví? Sera torført at siga, men mær dámdi ógvuliga væl at vera í New York. Løgið, knappliga at uppliva New York í 3D, tí eg kendi bara býin frá filmsløriftinum í 2D frammanundan. Ein risastórur, fólkaríkur býur, sum onkusvegna kortini kennist tryggur og heimligur. Er tað nøkur ferð, tú minnist serliga væl? Ja, eg hevði eina minniliga ferð í Prag. Ómetaliga vakur býur, men bussfelagið, sum skipaði fyri túrinum, var ein 'katastrofa' - fyri at siga tað milt. Tá vit koyrdu til Prag, sovnaði bussførarin. Ein ferðandi vakti hann í síðstu løtu. Seinni viltist førarin, so ein túrur, sum skuldi vara 13 tímar, vardi 21 tímar! Tá vit so skuldu heimaftur, "gloymdi" bussførarin at heinta tey, sum búðu á okkara hotelli. Bussurin mátti venda aftur eftir okkum, so ferðin heim tók eisini nógv longri tíð, enn hon skuldi. Ferðafólkini sendu kæru, og stutt eftir fór felagið á húsagang!
 Leitar tú eftir sól ella upplivingum?
 Heilt avgjørt upplivingum. Orki illa ov nógvan hita og sól.
 Hvør er tín dreymaferð?
 Ein túrur eftir Donau ánni, har tú kanst vitja minst fimm lond og nógvar søguligar býir, flestu í Eysturevropa. Ella ein túr við Transsibirisku Jarnbreytini heilt til Eysturasia. Tað høvdu verið fantastiskar upplivingar! Elin Brimheim Heinesen Summar 2013 Aftur í ár skipa vit fyri eini summarkapping. Í fjør var kappingin sera væl eydnað. Kappingin verður soleiðis skipað, at eitt tól5 síður innlegg verður í VikuBlaðnum hvønn mánadag. Framferðarhátturin er soleiðis, at meðan kappingin byrjar í blaðnum mánadag, so heldur kappingin fram á Rás2 hvønn mikudag millum kl. 11 og 12. Fyri at vera við í kappingini skalt tú sms'a »summar« til 1940. Hvørt sms'ið kostar 20 krónur. Vit draga so millum innkomnu sms'ini og tey hepnu sleppa so at svara seks spurningum. Spurningarnir verða úr lýsingunum hjá teimum handlum/fyritøkum, ið eru við í summarkappingini. Vinningarnir verða ferðir til ymisku ferðamálini hjá Atlantsflog, m.a. til Italia, London, DK og Ísland. Fyrsti vinningurin verður ein ferð til Íslands fyri tvey við gisting á Fjørukrónni. Tú skal avstað ein ávísan dag og Rás2 fer at ringja til hepna vinnaran, meðan hann er burturstaddur. Summarkapping í VikuBlaðnum