mikudagur 28. apríl 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 28. apríl 2004
15
14
Nr. 80 - 28. apríl 2004
SAMRØÐA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Ikki heilt óvæntað situr før-
oyski granskarin, 54 ára
gamli Pál Weihe úr Sør-
vági, og tosar í telefon á
skrivstovu síni, tá vit ein
mikumorgun í apríl trína
inn í landslæknahúsini í
Sigmundargøtu í Havn.
Eftir eina rundvísing í ar-
beiðsumhvørvi
hansara
bjóðar fyrikomandi læknin
ein kaffimunn í sera ruddi-
ligu skrivstovuni, og setir
yvirlæknin og granskarin
seg væl til rættis til prátið,
sum vit hava fingið í lag
við hann. Eitt prát, sum
skuldi snúgva seg um meiri
og annað enn vørumerkið
hjá Páli, sum gransking
eftirhondini er. Tá eg gevi
honum heitið sum fremsti
føroyski granskarin, er
læknin skjótur at tala at.
– Hatta er ikki rætt, tí vit
hava nógvar framúr gransk-
arar
í
Føroyum,
men
kanska eri eg tó fremsti
granskarin úr Sørvági, sig-
ur Pál flennandi, áðrenn
andlitsbráið aftur gerst
álvarsamt.
– Á nei, mín góði vinur
Jóan Pauli Joensen, gransk-
ari á Setrinum, er eisini
sørvingur, so lat okkum
bara strika hatta, heldur Pál
fyri.
Hart yrki
Bestur ella ikki, so hevur
Pál Weihe, síðani hann í
1988 aftur kom til Føroya
eftir drúgt lestrar- og ar-
beiðsuppihald í Danmark,
sett síni spor við gransking-
arúrslitum, sum hava vunn-
ið honum altjóða viður-
kenning, og verður hann í
hesum døgum enntá nýttur
í
sjálvum
amerikanska
valstríðnum. Pál Weihe
hevur fingið mest umtalu
fyri kanningar sínar um
skaðiligu
árinini
av
kyksilvur og PCB evnum í
føroyskum
mati
úr
havinum, og í løtuni kannar
granskarin strongdina hjá
føroyskum fiskimonnum.
Mest náttúrliga verður hol
sett á prátið við einum
spurningi um tað, Pál er
vorðin kendur fyri.
– Tað hevur ligið væl fyri
at granska í Føroyum, hóast
tilveran
og
fíggjarligu
karmarnir eru sera óstøð-
ugir, sigur Pál Weihe. Sam-
bært honum hava føroying-
ar gjøgnum árini verið sam-
arbeiðsvilligir at luttaka í
kanningum hansara, hóast
stórar visiónir um Føroyar
ofta eru strandaðar á onkr-
um skrivaraborði í politisku
fyrisitingini.
– Í granskingararbeiðn-
um standi eg andlit til
andlits við nógvar atfinn-
ingar. Eg skal vera tolin,
arbeiða hart og miðvíst, og
so skal eg eisini megna at
reisa meg eftir mongu vón-
brotini á vegnum fram
ímóti einum nýggjum úr-
sliti, greiðir Pál frá. Við
hesum útsøgnum hevur
hann gloppað okkum hurð-
ina inn í granskingar-heim-
in, vit onnur kenna so lítið
til.
Vitanarsamfelagið
vegurin fram
Granskarin hevur nú fingið
blóð á tonna, og engagerað-
ur fer hann undir at lýsa
føroyska samfelagið.
– Skulu vit tryggja fram-
burð og koma víðari frá
einstáttaða
og
einfalda
fiskivinnusamfelagnum til
eitt vitanarsamfelag við
øktum útflutnings- og inn-
tøkumøguleikum, mugu vit
satsa uppá gransking og
kunningartøkni, sigur Pál
Weihe.
Hann nevnir Ísland, sum
frá at vera ein einføld fiski-
vinnutjóð er vorðið eitt
leiðandi
flaggskip
á
granskingarøkinum, ikki
minst orsakað av gitnu
granskingarmiðstøðini
Decoad.
– Íslendingar vóru sinn-
aðir at samstarva, men før-
oyskir politikarar tóku ikki
undir við ætlanini um
granskingardepil í Føroy-
um. Hetta skuldi síðani
gerast til eitt lógaruppskot,
men nú eru nógv ár liðin,
uttan at nakað er hent, sigur
ein afturlítandi Pál Weihe.
Hóast hann sigur seg skilja
politikararnar, var hann
hugstoyttur og vónbrotin
um, at politisk undirtøka
ikki var fyri hesum megnar
framstigi, sum kundi komið
føroysku mono-mentanini
til lívs.
– Eg haldi ikki, at orka og
íløgur ikki skulu gerast í
fiskivinnuna, tvørturímóti
skulu vit leggja dent á
biotøknifrøðiliga gransking
fyri framhaldandi at vera
ein leiðandi fiskivinnutjóð,
men vit hava brúk fyri fjøl-
broytni, um vit skulu varð-
veita høga føroyska livi-
støðið, slær granskarin fast.
Sambært honum mugu vit
hava nøkur modernaði bein
at standa á í Føroyum, um
vit framhaldandi skulu
mennast, men politiski
viljin tykist sambært hon-
um ikki vera til staðar at
gera neyðugu íløgurnar.
– Føroyar eru eitt fantast-
iskt samfelag. Vit hava eitt
blómandi
mentanarlív,
samfelagið er trygt, liviald-
urin er høgur, barnadeyðin
er minkaður niður í næstan
einki,
og
vit
nærkast
absolutta tindinum. Tí er
tað synd, at vit ikki hava tað
seinasta nationala ágrýtni
fyri at koma upp á sjálvan
tindin, heldur Pál Weihe,
sum sjálvur hevur eyguni
vend móti tindinum og vil
røkka á mál.
– Um vit raðfesta rætt og
taka í egnan barm, kunnu
vit sum tjóð saktans røkka
ovastu hæddunum og gerast
førandi á heimsmarknaðin-
um, sum aftur kastar av sær
óendaligar møguleikar fyri
okkum og komandi ættar-
lið, sigur ein bjartskygdur
Pál Weihe.
Hann heldur í hesum
sambandi fyri, at hann tek-
ur hjartaliga synd í teimum
mongu útbúnu og faklærdu
føroyingunum, sum eftir
útbúgving í útheiminum
bert koma heim til undir-
vísing og administratión.
– Tað skuldi verið eitt
tjóðarynski, at alt okkara
góða og útbúna fólk hevði
møguleikan at arbeiða og
granska
í
produktivari
vinnu, tí so høvdu vit nærk-
ast einum nýggjum ídnaði
við støði í kunningartøkni
og vitan, sigur ein visioner-
ur Pál Weihe.
Hann heldur, at í seinasta
enda ræður um at skapa
nakað týdningarmikið og
virðismikið, so livistøðið
kann varðveitast og menn-
ast.
– Í seinasta enda snýr tað
seg um, hvussu vit vilja
liva, og eitt boð hjá mær er,
at vit m.a. skulu liva av
vitan og upplýsing gjøgn-
um gransking, slær Pál
Weihe fast.
Ræðandi frælsi í
modernitetinum
Pál Weihe er føddur í 1949
í bygdasamfelagnum í Sør-
vági og hevur tískil verið
vitni til øgiligar broytingar
á tøknifrøðiliga økinum,
sum kollveltandi hevur
skapt ein nýggjan, globalis-
eraðan og kunningartøkni-
frøðiligan heim. Tá eg
spyrji um reellu og prakt-
isku avleiðingarnar av hes-
um, reisir læknin seg úr
skrivstovustólinum, og eftir
eini løtu í djúpari tøgn er
Pál til reiðar at svara.
– Størsta avleiðingin av
hesi kollvelting er helst, at
einstaka menniskja í okk-
ara parti av heiminum livir
í einum nógv størri frælsi
enn áður, tá lívsleiðin í
størri mun var fastløgd,
heldur Pál Weihe. Hann
slær fast, at vit skulu
gleðast um økta frælsið,
men samstundis hevur hetta
ræðandi og nívandi krøv
við sær.
– Ígjøgnum lív mítt havi
eg stríðst við eina nívandi
byru, sum reella frælsi er,
bæði sum privatpersónur og
í mínum yrki sum yvir-
lækni við fullum avgerðar-
rætti yvir fyri mínum sjúkl-
ingum. Einki er torførari
enn í fría valinum at finna
fram til tað optimala, sigur
ein hugsunarsamur Pál
Weihe, áðrenn hann heldur
fram í klassiska eksistenti-
ella
spurninginum
um
prædestinatión
og
fría
viljan.
– Mín varhugi er, at
moderniteturin setir nógv
fleiri krøv til unga ættar-
liðið, sum í lívsins óenda-
liga og fjølbroytta sjálv-
tøkuborði missir apetittin,
tí jú fleiri valmøguleikar
eru, jú størri eru sannlík-
indini at missa seg sjálvan
burtur, og hetta er ræðandi,
heldur Pál, sum enntá í
búnum aldri sigur seg
merkja nógv til nýggju
krøvini í seinmodernitetin-
um. Hann spyr javnan seg
sjálvan, hví hann sum 54
ára gamal situr í Havn og
granskar í staðin fyri at
vera onkustaðni, har størri
tørvur er á hjálp.
– Nútíðarmenniskja er
tvingað at velja, og møgu-
leikarnir eru óendaligir.
Um tú vil vera hirðmaður í
Argentina, stýrimaður í
Singapore, bóndi í Føroy-
um ella elektrikari í Austra-
lia, so »go for it«, og hetta
frælsið er á ein hátt ræð-
andi, hugleiðir Pál.
–
Spurningurin
er,
hvussu vit administrera
reella frælsi okkara, og
hetta kann elva til ótta og
frustratiónir, slær Pál fast.
Einfalt samfelagskjak
Inni á skrivstovuni hjá Pál
Weihe er prátið spakuliga
farið frá granskingaryrki
hansara til heimspekiligar
hugleiðingar. Hetta tykist
tó passa Páli fínt, og frá
ræðandi frælsinum setir
hann hol á eitt annað ávirk-
andi fyribrigdi í sálarlívi
hansara, nevniliga ivan.
– Ivi menniskjunnar er
altíð ein passagerur um-
borð ígjøgnum lívsins hav,
og er hetta ein náttúrlig av-
leiðing av fría viljanum,
sum vaccinerar okkum
móti stoltleika, sigur Pál,
sum eftirlýsir iva, kompl-
eksitet og nuansur í al-
menna kjakinum.
– Í modernaða heiminum
er talan ikki longur um
kategoriskar, svart-hvítar
og ja-nei sannleikar, og tí
skuldi ivin verðið virdur og
tikin við í ofta svart-hvíta
føroyska samfelagskjakið,
heldur Pál Weihe. Hann
eftirlýsir pro- og kontra-
roknskap fyri tey sjónar-
mið, sum verða førd fram,
m.a. í politiska lívinum, og
sigur hann, at ivin er ein
positiv avleiðing av virðing
fyri sannleikanum.
– Kjakið er ofta alt ov
einfalt, og í staðin fyri at
niðurgera sínar mótstøðu-
menn sakni eg, at fólk í síni
argumentatión taka mót-
stríðandi sjónarmiðini og
ivan við og harvið fáa skapt
eina nýggja kjakmentan á
einum hægri støði, heldur
Pál Weihe.
Æviga leitanin
Ikki er torført at leggja til
merkis, at Pál er talsmaður
fyri upplýsing, vitan, tøkni-
frøðiligum og vísindaligum
framburði o.s.fr. Hann sig-
ur, at høvuðsdrívmegin í
granskingararbeiðinum er
leitanin eftir nýggjari vitan
og at flyta vísindalig mørk.
– At venda einum steini,
eingin hevur vent fyrr, er
ein heilt fantastisk kensla,
sum bergtekur meg, men so
hvørt sum komið verður
fram til nýggj vísindalig
úrslit og avdúkingar, økjast
og vaksa spurningarnir,
kompleksiteturin og sjónar-
ringurin, og tískil er yrkið
ein ævig leitan, sigur leit-
andi granskarin.
Hyggja
vit
nøkur
árhundrað aftur í tíðina,
hava empiriskar royndir og
vísindalig fakta støðugt
svarað
metafysiskum,
andaligum og heimspeki-
ligum spurningum, men
meðan ávísir filosofiskir
bólkar vænta, at gransking
og vísindi einaferð kann
svara øllum metafysiskum
spurningum og gudfrøði-
ligum,
heimspekiligum
loyndardómum, steðgar Pál
Weihe á.
– Eg veit ikki, um vísind-
in nakrantíð fer at føra til,
at menniskjuni vera alvit-
andi sum Gud, men eg
vænti tó, at tað altíð verður
eitt øki, vit menniskju ikki
fáa innlit og vitan í, og
hetta eru nú einaferð for-
treytirnar, vit menniskju
liva undir, sigur Pál Weihe
hugsunarsamur. Hann hel-
dur, at tangentarnir á lívsins
orgli vera fleiri og fleiri í
báðum endum, so hvørt
sum vísindin kemum til
nýggj úrslit.
– Líkamikið um tú við
sjóneyku granskar eina
kyknu, ella um tú við
stjørnukikara
eygleiðir
rúmdina, koma altíð nýggj-
ar dimensiónir til sjóndar.
Hetta merkir, at við gransk-
ing gerst heimsmyndin ikki
einfaldari, men hinvegin alt
meiri kompleks, tí vit upp-
daga fleiri og fleiri faktorar,
sum hava týdning fyri at
svara
spurninginum,
hvussu náttúran starvar, og
hetta er jú endamálið við
granskingini, sigur Pál.
– Vit kunnu í øllum før-
um svara fleiri spurningum
í dag enn áður, og tað at
koma til nýggjar niðurstøð-
ur er jú gularótin hjá einum
granskara, heldur Pál fyri.
Gjøgnumbrot í
muslimska heiminum
Spurdur, um tøknifrøðiligu
og vísindaligu framstigini
hava gjørt nútíðarmenn-
iskja lukkuligari samanbor-
ið við fyrr, er Pál bjart-
skygdur.
– Eg billi mær inn, at í
granskingini og øktari vitan
er ein sivilisatiónsgongd
farin fram, har líðingin er
minkað í okkara parti av
heiminum, og vit eru sanni-
liga heppin og hava ein
framíhjárætt at búgva í
Norðurlondum og Europa,
tí hesi øki seinnu árini hava
raðfest toleransu, vitan,
upplýsing og gransking,
sigur Pál Weihe. Hann
leggur afturat, at fyri hvørja
nýggja meginreglu og úrslit
er nógv blóð úthelt í gøtun-
um í Europa, t.d. í myrku
miðøldini, og hetta skulu
vit minnast til. Pál vísir á,
at í miðøldini var islam
mótvegis í dag ein progr-
essivur trúarbólkur, sum
stóð fyri gransking og
framburði, t.d. í Spania, og
hetta leiðir prát okkara til
heimstrupulleikan við fígg-
indaskapinum
millum
islam og kristindóm.
Pál Weihe sigur seg hava
eina vón um, at reaktionera
og
fundamentalistiska
myrkri, kristindómurin var
í fyri nøkrum hundrað
árum síðani og Islam nú er
í, kann bjargast av modern-
aðari tøkni í einum global-
iseraðum og tætt saman-
knýttum heimi.
– Øll kunning, alt sam-
skifti og øll vitan má á ein
ella annan hátt máa støðið
undan fundamentalismuni
og elva til eitt modernað
gjøgnumbrot í arabiska
heiminum, og tí eri eg
bjartskygdur viðvíkjandi
heimsgongdini, heldur Pál
Weihe.
Familjan nr. 1
Inni á skrivstovuni hjá Pál
hava vit nú fleiri ferðir
fingið okkum upp í koppin,
og eftir at hava ferðast víða
fær granskarin persónliga
spurningin, hvat á lívsins
sjálvtøkuborði hevur størst-
an týdning fyri hann.
– Familjutrivnaðurin hev-
ur altíð verið eitt aðalenda-
mál mítt, og saman við
familjuni leggi eg stóran
dent á at seta álit í hásætið í
øllum lívsins viðurskiftum,
sigur Pál avgjørdur. Í flúgv-
andi hugmyndum hansara
um heimspekiligar og vís-
indaligar heimstrupulleikar
hevur hann sostatt bæði
beinini á jørðini, har nær-
umhvørvið og familjan
koma í fyrstu røð. Hann
heldur, at hetta eisini skal
vera eitt aðalendamál tjóð-
arinnar, at vit leggja nakað
gott í komandi ættarlið.
– Vit hava tey fantastisku
rættindini, men samstundis
tað ovurstóru ábyrgd, lut-
víst at skapa og forma børn
okkara, og henda uppgávan
er tann týdningarmesta fyri
okkum øll, sum eigur at
vera ovast á raðfestingar-
listanum, er seinasta og
inniliga áheitanin hjá Pál
Weihe til landsmenn sínar.
Prátið er at enda komið,
og áðrenn eg eri komin út í
tún, er Pál aftur farin til
arbeiðis. Hann heldur á í
ferð síni upp á tindin, hann
vil røkka saman við lands-
monnum og tjóð síni.
Vit skulu vera best
- Føroyar eru eitt fantastiskt samfelag, og vit nærkast absolutta
tindinum. Tí er tað synd, at vit ikki hava tað seinasta ágrýtnið fyri at
koma upp á sjálvan tindin, sigur 54 ára gamli yvirlæknin og gitni
granskarin úr Sørvági, Pál Weihe. Júst henda æviga strembanin eftir
framburði hevur í nógv ár eyðkent Pál, sum í viðtalu við Sosialin
lutar sínar hugsanir um gransking, modernaða menniskja, føroyska
samfelagið, muslimska heimin, vísindalig framstig
og heimspekiligar trupulleikar
- Líkamikið um tú við sjóneyku granskar eina kyknu, ella um tú við stjørnukikara eygleiðir rúmdina, koma altíð nýggjar dimensiónir til sjóndar. Hetta merkir, at við gransking gerst heimsmyndin ikki einfaldari,
men hinvegin alt meiri kompleks í hesi ævigu leitan, sigur 54 ára gamli granskarin Pál Weihe, sum droymir um, at føroyska samfelagið fer at opna afturlatnu vindeyguni inn í ein nýggjan heim við støði í gransking
og vitan, sum skal føra Føroyar uppá tindin í heimshøpi
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14