mánadagur 17. juni 2013síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 17. juni 2013
30
Fjarðastevnan
Vikutema
Fjarðastevna byrjar fríggjadag
Seinnapartin fríggjadagin 21. juni byrja tey nógvu tiltøkini á
fjarðastevnu, og her verður mangt og hvat á skránni, bæði til
gamans og álvara
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagurin 21. juni byrjar klokkan
17, tá tivoli letur upp á ítróttarøkinum
við eitt nú tombola, skjótibási og
karusell. Her verða eisini el-bilar,
trampolin og gyroskopi, umframt
hoppiland og paintball, sum verður á
havnalagnum.
Í tímunum frá klokkan 17.15 til
klokkan 19 verða fleiri dystir í yngru
deildum, sum lesast kann um í
skránni.
Klokkan 19 verður dystur í 2. deild
hjá monnum millum Skála og Giza, og
hetta verður - eins og aðrir dystir fyrr
um kvøldið - eisini streypadystur.
Áhugaverd framsýning
Fríggjakvøldið klokkan 19 letur eisini
ein áhugaverd framsýning upp í
Skála
skúla, sum hevur fingið heitið ”Hvar
starvast okkara siglandi menn?”
Hetta er ein mynda-og søgufrásøgn
í teksti. Modelskip, bátar, søguligar
myndir og lutir verða eisini sýnd fram
á framsýningini. Umframt hetta verður
eisini ein lýsing av gomlum barna
spølum og leikum, og tað er ókeypis
atgongd til framsýningina í skúla
num.
Teir næstu tímarnar fríggjakvøldið
verður klokkan 19 barnabiografur í
Barnahúsinum Sellin, og klokkan
20.30 verður vatnkapping við sløkki
liðsmonnum á parkeringsøkinum við
Sellan.
Matur fæst eisini til keyps á Skála
fríggjakvøldið, og her kann nevnast, at
grillvognurin við Losjuna letur upp
klokkan 21.
Rúsfrítt ungdómstiltak
Klokkan 21 letur upp tað, sum í
skránni verður rópt ”rúsfrítt ungdóms
diskotek” í Losjuni, og her verður bæði
dj og live-tónleikur við ungum úr
ungdómshúsunum á Oyri og Toftum.
Tey, sum kunnu luttaka í rúsfría
ungdómsdiskotekinum, eru ungdómar
í aldrinum, 13-18 ár, og kostnaðurin
er 50 krónur. Í sambandi við hetta
tiltak, koyra bussar ókeypis frá
Bygdarhúsinum á Strondum og frá
ungdómshúsunum á Oyri og á
Toftum.
Víðari lestur
.... í skapandi umhvørvi
Tekniski Skúlin í Tórshavn, Postrúm 3239, 110 Tórshavn . Tlf. 738050 . www.tst.fo . T-postur: tst@skulin.fo
Byggitøkningur
útbúgving innan bygging og umsiting
Framleiðslutøkningur
útbúgving innan leiðslu og tøkni
Byrja í august 2013
seinasta freist at søkja
er 20. juni 2013
Upptøkutreytir:
Miðnámsútbúgving
HH, HT, HIF, HF, Student, SIT2
ella
Handverksútbúgving
Ring á 738050 og hoyr
nærri, ella vitja
heimasíðu okkara
dámar tær at taka ábyrgd? hugsa nýskapandi? hevur
tú “flair” fyri tøkni? dugir tú væl at samstarva?
marknaðarføra? branda? sniðgeva? skipa? selja?
leiða?
Byggitøkningurin hevur eina grundleggjandi vitan
um bygging, sum gevur møguleika at starvast:
• sum byggiplássleiðari
• sum millumleiðari (verkførari)
• við framleiðslu av byggningslutum
• við goymsluleiðslu og -stýring
• við byggiumsiting (kommunum og landi)
• projektering og útbjóðing
Framleiðslutøkningurin hevur m.a.
førleikar at starvast sum:
• Verkførari
• Verkætlanarleiðari
• Hugskots- og vørumennari
• Innkeypari
• Góðskuleiðari og mennari
2-ára yrkisakademiútbúgvingar
fyrsta stig til leiðarastarv ella víðari lestur á hægri lærustovnum
Skapar, konstruerar og mennir
leggur til rættis, staðsetir og byggir
Útbúgvingarnar eru 120
ECTS-stig og geva merit til
víðari lestur, eitt nú
maskinverkfrøði, PBA í
Produktion og teknisk
integration og byggifrøði