Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-17, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2013síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 17. juni 2013 32 Fjarðastevnan Vikutema Stór tónleikanøvn á fjarðastevnu Tað verður borgarstjórin í Runavíkar kommunu, ið eisini fevnir um Skála, Magnus Rasmussen, sum leygardagin 22. juni - beint fyri FM-kappróðurin - fer at flyta fram røðu á fjarðastevnu. Seinni um kvøldið fer Svend Højgaard eisini at halda stevnurøðu, og tá náttin nærkast, fara kend og umtókt tónleikanøvn á pallin í ítróttarhøllini Vilmund Jacobsen Leygardagurin á fjarðastevnu hevur nógv at bjóða. Fyrst á skránni longu klokkan 9 verður morgunmatur í kafeteria í ítróttarhøllini, og síðan byrja ein røð av fótbóltsdystum á vøllinum á Skála millum yngru lið, sum lesast kann um í rúgvusmiklu skránni fyri stevnuna. Røða og kappróður Barnaróður verður leygardagin klokkan 13, samstundis sum grillvognur, kaffi- og vaflusøla lata upp á bryggjuni. Á bryggjuni verður eisini høvi til andlitsmáling, og klokkan 14 verður skrúðgonga frá skúlanum á Skála og oman á havnalagið, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri, flytir fram røðu. Tá hátíðarløtan við skrúðgongu og røðu er liðug, byrjar FM-róðurin sum vant klokkan 15, og tá kappróðurin er liðugur, verður steypahandan á havnalagnum. Framsýning og tivoli Samstundis, sum kappróðurin byrjar, letur eisini forvitnisliga fram­ sýningin, ”Hvar starvast okkara siglandi menn?”, upp í skúlanum á Skála, og tivoli letur upp á ítróttarøkinum. Vælumtóktað barnatiltakið við Kaptajn Gardar og gyklaranum Ásbirna verður á Ítróttarøkinum klokkan 17, og her er ókeypis atgongd. Eitt tiltak á skránni leygardagin, sum ivaleyst hevur stóran áhuga millum skálafólk, er dysturin millum Skála og B71, 1. deild, menn, sum verður klokkan 17.30. Hjá teimum ungu, sum dáma tón­ leik, verður eisini áhugavert at hoyra Óvita Blues Band spæla tónleik á ítróttarøkinum klokkan 18.30, og eisini her er ókeypis atgongd. Røða og dansur Sum leygardagurin 22. juni gongur, verður nógv ymiskt á skránni á Skála og eitt, sum plagar at draga nógv børn, er brótssparkkappingar, sum byrja klokkan 19.30. Hetta er í fyrsta lagi kappingar fyri børnum undir 10 ár, 10-14 ár - men eisini fyri vaksnum. Her verða ivaleyst fleiri stuttligar løtur við fótbóltsvøllin. Klokkan 21 leygarkvøldið verður stevnurøða við Svend Højgaard á ítróttarøkinum, og leygarkvøldið end­ ar við stórdansi í Ítróttarhøllini, sum byrjar klokkan 23. At hoyra verða bæði Jens Marni Hansen, Evi Tausen, Hallur Joensen og Kristina Bærendsen, ið øll eru umtókt nøvn innan føroyska tónleikaheimin. Tey fara øll at syngja og spæla í Ítróttarhøllini á Skála, Jens Marni Hansen, Evi Tausen, Hallur Joensen og Kristina Bærendsen Borgarstjórin, Magnus Rasmussen, fer at halda røðu beint fyri FM-róðurin sum byrjar klokkan 15