mánadagur 17. juni 2013síða 66
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 17. juni 2013
Ferðasíðan
34
Leo Poulsen
Summarsiglingin hjá Norrönu byrjaði
seinasta leygardag í Hirtshals, og
tað merkir í stuttum, at í staðin fyri
at sigla upp á Danmark einaferð um
vikuna, verður nú siglt til Hirtshals
tvær ferðir um vikuna.
Túrurin til Íslands verður framvegis
sigldur, men nú verður ikki ligið so leingi
á Seyðisfirði, sum í vetrarsiglingini.
- Nú verður farið úr Havn til Hirts
hals klokkan 03 fríggjanátt, og komið
verður til Hirtshals leygarmorgun.
Síðani verður siglt úr aftur Hirtshals
tveir tímar seinni, og komið verður
til Føroya sunnukvøld, sigur Henny á
Líknargøtu.
Siglt verður síðani aftur til Dan
markar og heim aftur til Førya, áðrenn
leiðin verður løgd vestur til Íslands.
- Munurin er, at siglt verður skjótari
eftir summar ferðaætlanini, og ligið
verður ikki so leingi við bryggju, sum
um veturin, sigur Henny á Líknargøtu.
Manningartalið er eisini heldur
hægri í hásesongini enn um veturin.
- Vit royna sjálvandi at strekkja
sesongina so langt sum tilber, fyri at
sleppa undan at siga fólki úr starvi um
veturin. Tað eydnast ikki heilt, men vit
liggja um 80-90 starvsfólk umborð
um veturin og so nakað meira um
summarið. Vit hava pláss fyri einari
manning á 120, sigur Henny á Líknar
gøtu.
Manningin føroyingar
Hon sigur, at meginparturin av mann
ingini í dag eru skandinavar, men nógv
tey flestu eru føroyingar.
- Eg haldi, at vit hava einar fimm
póllendingar umborð enn, men tað
er fólk sum hevur siglt við okkum
»forever«. Vit royna sum mest at seta
føroyingar, um tað ber til, sigur Henny
á Líknargøtu.
Summarsiglingin
heldur
fram
til 24. august, og tá byrja Víkinga
cruise'ini aftur.
- Hetta er ógvuliga vældámdar
cruiseferðir, har vit byrja í Hirtshals
leygardag, sigla so til Føroya, har
vit vanliga gera eina útferð til eitt
nú Gásadals. Síðani verður farið til
Íslands, har vit liggja í 36 tímar, sigur
Henny á Líknargøtu.
Í Íslandi verða vanliga gjørdar tvær
útferðir, áðrenn leiðin aftur gongur til
Føroya.
- Ligið verður so á Havnini nakrar
tímar, og tá verður so ein bussferð
gjørd runt i Havnini, áðrenn hildið
verður leiðina fram ti Hirtshals, har
Víkigacruise'ið so endar, sigur Heny á
Líknargøtu.
Hetta er ein ógvuliga vældámd
ferð, har serliga týskarar fylla nógv
upp.
- Cruise'in tekur eina viku, og fólk
sleppa at vitja bæði í Føroyum og í
Íslandi. Tað eru fyri tað mesta týskar
ar, ið gera hesar cruiseferðirnar, men
eisini danskarar, norðmenn og sviar
dáma hetta væl, sigur Henny á Líknar
gøtu.
Fult skip síðani hálvan mars
Tað sær gott út hjá Norrönu fyri summarið, og síðani hálvan
mars hevur slagskip okkara siglt fullfermt við ferðafólki
Leo Poulsen
Ein fótbóltsvøllur í FIFA-líki er gjørd
ur á dekki 8, har børn og hálvvaksin
kunnu hugna sær á ferðunum mill
um lond.
Hugskotið at gera ein FIFA-vøll
umborð á Norrönu kemur frá mari
tima stjóranum, Rúna Olsen.
- Vit hildu, at tað manglaði nak
að til tey børnini, ið eru vorðin ov
stór til at spæla á spæliplássinum í
cafeteria, og tá plássið er gott um
borð, tóktist tað upplagt at gera ein
fótbóltsvøll á dekki 8, sigur Rúni
Olsen.
Vøllurin sjálvur var upprunaliga
grønur, men nú er grøni liturin skiftir
út við blátt.
- Tað hóskar líkasum betri til
maritima umhvørvið og sjógvin,
sigur Rúni Olsen.
Teir hava eisini eitt play-station
rúm niðri undir, men teir ivast sam
stundis ikki í, at vøllurin fer at verða
nógv vitjaður.
- Her ber til at hugna sær
hjá bæði børnum og foreldrum.
Plássið í bakborð hevur ikki verið
brúkt til tað nógva, men nú kann
fótbóltsvøllurin knappliga fara at
draga nógv fólk til sín. Og so hava
vit eisini møguleikan at skipa fyri
kappingum á vøllinum, sigur Rúni
Olsen.
Hann væntar eisini, at foreldur
verða glað fyri vøllin, tí tað fer at
spara nøkur oyru á ferðini.
Helst síggja foreldur, at børn
teirra hugna sær ´s fótbóltsvøllinum,
heldur enn at standa og hanva við
pengamaskinurnar, sigur Rúni Olsen.
Fyri at »innvíga« vøllin, hevði
Smyril Line bjóðað einum 6. flokki
umborð til eina fótbóltskapping, og
tað var sjálvur landsliðsmálverjin,
Gunnar Nielsen, ið var dómari.
Net er gjørt bæði til síðurnar,
endarnar og oman fyri, so tað verður
ikki langt at renna eftir bóltinum!
Fótbóltsvøllur umborð á Norrönu
Nú ber til at spæla fótbólt
umborð á Norrönu
Tað er maritimi stjórin, Rúni Olsen, ið er komin við hugskotinum at gera ein fótbóltsvøll umborð á Norrönu
Mynd: Álvur Haraldsen