mikudagur 28. apríl 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 80 - 28. apríl 2004
Nr. 80 - 28. apríl 2004
17
Stóra undirtøkan fyri
ársmøtunum hjá
Heimamissiónini
hevði við sær, at
gudstænastan sunnu-
morgunin varð flutt í
ítróttarhøllina á
Skála. Vanligt er hon í
Norðstreymoyar
kirkju, men við 600
fólkum, var tað ikki
møguligt
HEIMAMISSIÓNIN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Sverri Steinhólm, prestur,
er ein av teimum, sum hev-
ur fyrireikað 100 ára haldið
og ársmøtini hjá Heima-
missiónini. Hann dylir ikki
fyri, at 100 ára haldið iva-
leyst er orsøkin til nógvu
fólkini, men samstundis
leggur hann eina við, at tað
vanliga eru nógv fólk til
ársmøtini hjá Heimamissi-
ónini.
– Tað plagar ikki at vera
nakar trupulleiki at fáa fólk
at møta upp til ársmøtini,
sigur hann.
Orsøkin til, at gudstæn-
astan varð flutt yvir í ítrótt-
arhøllina á Skála var heilt
einfalt, at tað vóru ov mong
fólk.
– Tað bar snøgt sagt ikki
til at halda gudstænastuna
og møtið leygarkvøldið í
leguhúsinum, tí tað var ikki
pláss, greiðir Sverri Stein-
hólm frá.
Byrjað varð í Nesvík
fríggjakvøldið við møti.
Leygardagin var sjálvur
ársfundurin. Síðani varð
flutt út í ítróttarhøllina á
Skála, tí ov lítið pláss var í
Nesvík.
Vanlig gudstænasta
Hóast karmarnir ikki vóru
ein kirkja, so bar væl til at
halda gudstænastu í ítrótt-
arhøllini. Fyrireikararnir
fingu tó onkra viðmerking
um hetta, men aftaná vóru
øll glað og vælnøgd.
Onkur helt enntá fyri, at
hetta átti at verðið gjørt
hvørjaferð, tí tað var so
nógv rúmsháttari og kundi
harvið savna so mong fólk.
Gudstænastan í ítróttar-
høllini var júst sum ein
vanlig gudstænasta í kirkj-
um. Eitt altar varð gjørt, og
ein urga spældi undir
sálmasanginum.
Hartil
vóru øll tey vanligu liðini,
so tí var hendan guds-
tænastan ikki petti øðrvísi
enn ein vanlig. Tríggir
prestar vóru við. Emil
Olsen prestur á Eiði helt
fyrsta partin av gudstæn-
astuni, Bergur Debes Joen-
sen, prestur í Vesturkirkjuni
helt prædikuna og so hevði
Sverri Steinhólm altartæn-
astuna. Eini 350 fólk fóru
til altars hendan dagin, so
tað hevur somuleiðis verið
talan um eina heilt stóra
altargongd.
Bæði bispur og Jógvan
Fríðriksson vórðu bodnir
við til ársmøtini, men tað
vildi so illa til, at báðir vóru
staddir uttanlanda og bóru
seg tí undan.
Háborgin
Sverri sigur, at tað eru
summi, sum halda, at kirkj-
an er heilag í sjálvum sær.
– Tað er hon sjálvandi,
hon er jú vígd og so fram-
vegis. Men vit skulu minn-
ast til, at tað fyrst og fremst
er Guds orð, sum er heilagt,
og tí mugu karmarnir ikki
vera til hindurs fyri, sigur
hann.
Onki annað stað í Eyst-
uroynni kundi nýtast til at
hýsa hesum, sigur Sverri, tí
tey ynsktu fyrst og fremst at
vera verandi í umhvørvin-
um har.
– Skálafjørðurin má sig-
ast at vera háborgin fyri
Heimamissiónini við sínum
sjey
meinigheitshúsum
kring fjørðin, so tað vildi
verið løgið at flutt guds-
tænastuna og restina av
ársmøtunum ov langt frá
staðnum, heldur prestur
fyri. Tað gjørdi so eisini sítt
til, at flutt varð í ítróttar-
høllina.
Sverri sigur seg ikki vita,
um hetta verður aftur, men
hann greiðir frá, at Heima-
missiónin arbeiðir við ætl-
anum um at útbyggja Legu-
húsið í Nesvík. Uppruna-
liga tekningin vísir, at har
skuldu vera bæði matarhøll
og salur. Í dag savnast tey í
matarsalinum til møtir og
annað, men er ætlanin hjá
Heimamissiónini at byggja
salin og nøkur kømur aft-
urat fyri betur at kunna
hýsa teimum størru tiltøk-
unum og at lætta um yvir-
høvur, tá bygdalegur og
onnur tiltøk eru í Nesvík.
600 fólk til gudstænastu á Skála
Eini 600 fólk í gudstænastu í ítróttarhøllini á Skála sunnumorgunin
Mynd: Maria Olsen
Bergur Debes Joensen, prestur helt prædikuna undir
gudstænastuni
Mynd: Maria Olsen
Ung sum gomul hittust til ársmøtini hjá Heimamissiónini, og
øll hildu, at tað eydnaðist væl at halda gudstænastuna í
ítróttarhøllini
Mynd: Maria Olsen
- Men miðalprísurin
er ikki hægri enn tað,
at vit nú selja við
einum lítlum avlopi,
sigur Atli Gregersen,
stjóri í alifelagnum,
P/F Luna
LAKSAPRÍSIR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stjórin í alifelagnum, P/F
Luna, sigur, at teir laksa-
prísir, vit hoyra um í
Noregi, kunnu tykjast eitt
sindur misvísandi. Norska
krónan er lægri enn hin
føroyska, soleiðis at her er
ein kursmunur uppá 10%.
- Tá ið vit hoyra úr
Noregi, at miðalprísurin á
kruvdum laksi er einar 24
krónur fyri kilo, so svarar
hetta til 21,60 krónur í
Føroyum. Hetta er júst tað,
sum vit í miðal fingu fyri
kruvdan laks í síðstu viku,
sigur Atli Gregersen.
Eitt miðaltal
Hann fegnast tó um, at bati
hevur verið í prísinum í
seinastuni, og bara síðan í
fjør heyst, er talan um ein
prísmun uppá nakrar krón-
ur fyri kilo.
- Eftir álopið á New York,
fullu laksaprísirnir, og tað
er ikki fyrr enn nú, teir eru
komnir uppaftur á sama
støði, sum teir vóru tá.
Atli sigur, at tá ið hann
nevnir eitt tal, sum er 21,60
fyri kilo, er hetta eitt miðal-
tal fyri ymiskar støddir og
dygdir av kruvdum laksi.
- Tær bestu støddirnar
hava tá ein væl hægri prís
enn miðalprísurin er, sigur
hann.
Hongur saman
Atli vísir á, at eitt hampi-
liga væl rikið virkið klárar í
løtuni at framleiða eitt kilo
av laksi fyri einar 20 krón-
ur.
- Tí selja vit nú við einum
lítlum avlopi. Hinvegin er
greitt, at tá ið alivinnan
hevur mist sín eginpening,
er eisini neyðugt við einum
prísi, sum ikki er lægri, enn
hann er í dag. Tí kunnu vit
bert vóna, at uppgongdin,
sum verið hevur, stendur
við, soleiðis at tað aftur fer
at løna seg at framleiða og
selja laks, sigur Atli Greg-
ersen, stjóri í P/F Luna.
Kenda svenska song-
kvinnan verður eitt av
høvuðsnøvnunum á
G! festivalinum, sum
verður hildin í Gøtu í
summar
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
– Vit kunnu við stoltleika
kunngera at eitt av høvuðs-
nøvnunum á G! Festivalini
í ár verður svenska Lisa
Ekdahl.
Soleiðis vórðu boðini,
sum fyrireikararnir av G!
festivalinum sendu út í gjár.
Ivin um, hvørt festivalurin
skuldi haldast í ár, er nú
avloystur av stoltleika um
eitt spennandi svenskt høv-
uðsnavn.
Virt navn
Lisa Ekdahl kom fram í
1994, tá ið hennara fyrsta
útgáva seldi slaka hálva
millión eintøk, og sangurin
Vem Vet var nógv spældur
– eisini á okkara leiðum.
Lisa Ekdahl hevur síðani
Vem Vet ment seg bæði
persónliga og tónleikaliga.
Við seks ummælararóstum
fløgum í skjáttu síni og
fleiri heiðursprísum, er hon
vorðin eitt hitt mest virda
norðurlendska navnið á
altjóða
tónleikapallum
seinastu árini.
Framførslan hjá Ekdahl á
G! Festivalini í ár verður
fyrstu ferð nakrantíð, at
svenska songkvinnan verð-
ur at hoyra live í Føroyum.
Gospel úr USA
Fyrireikingarnar til festi-
valin í Gøtu eru av álvara
farnar í gongd nú, og um-
framt svenska høvuðsnavn-
ið hava fyrireikararnir eis-
ini boða frá, at ameriku-
maðurin Russ Taff, sum
millum annað er kendur úr
bólkinum Imperials, kemur
at spæla.
Umframt
útlendsku
nøvnini verða eisini nógvir
føroyskir tónleikarar við á
festivalinum, sum verður
hildin í døgunum 16. og 17.
august.
Lisa Ekdahl
spælir
í Gøtu
Laksaprísurin ikki verið
so høgur síðan 2001
- Tað er greitt,
at tá ið alivinn-
an hevur mist
sín eginpening,
er neyðugt við
einum prísi,
sum ikki er
lægri, enn hann
er í dag, sigur
Atli Gregersen,
stjóri í ali-
felagnum, P/F
Luna
C
M
Y
K
17
16