mánadagur 17. juni 2013síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 17. juni 2013
Ferðasíðan
36
Ruth er
reseptións
leiðari
Ruth Reinert er reseptiónsleiðari
umborð á Norrönu.
Hon kom umborð á flaggskip
okkara í apríl í fjør, og hevur líka
síðani starvast í reseptiónini.
Mær dámar sera væl umborð á
Norrönu. Vit eru umborð fýra vikur
og so í landi fýra vikur - við løn.
Vit arbeiða tíggju tímar um dagin,
meðan vit eru umborð, men tað er
fínasta slag, sigur Ruth Reinert.
Tað eru einir tveir mánaðir
síðani, at hon gjørdist reseptións
leiðari.
Tað var eitt sindur tilvildarligt.
Undanfarni leiðarin fór í land, og
so varð eg surd, um eg hevði hig at
royna, og tað svaraði eg ja til, sigur
Ruth Reinert.
Hon er enn ein av mongu før
oyingunum, sum nú er partur av
mannigini umborð á Norrönu.
Stórt fjós
Í kontrollrúminum í maskinrúmi
num umborð á Norrönu eru teir
vælnøgdir.
- Nú er alt klárt til summarsigl
ingina, so tað er bara at herja á,
sigur maskinstjórin.
Í maskinrúminum eru á hvørjari
vakt 11 mans knýttir.
- Og tað er uttan mun til, um
vit sigla við 50 ferðafólkum ella
1.000, sigur hann.
Umborð hava teir fýra høvuðs
motorar, tríggjar ljósmotorar og
eitt neyðaggregat.
- Hvør av høvuðsmotorunum
er 5.400 hestar, so tað er eitt
stórt fjós, vit røkja her niðri sigur
maskinstjórin.
Nú kanst tú njóta eitt gosbað á ferðini
Sum nakað spildurnýtt ber nú til hjá teimum ferðandi at njóta eitt
heitt gosbað við sjógvi í á ferðini umborð á Norrönu
Leo Poulsen
Sum onkur tók til, at plássið er stórt
umborð á Norrönu. So hví ikki útnytta
tað.
Hetta hevur Smyril Line valt við at
seta upp tríggjar stórar pottar á dekki
sjey.
Pottarnir hava sjógv í, so tað er
rættiliga sunt fyri kroppin. Teir eru
eisini rímiliga stórir, so tað passa
heilar familjur í og rættilig tað, sigur
Henny á Líknargøtu, sølu- og mark
naðarleiðari á Smyril Line.
Teir tríggir pottarnir standa afturi
móti reyvuni á sjeynda dekki og eru
tí rímiliga avskornir frá óviðkomandi.
Men vit umhugsa at gera um
støðurnar soleiis, at pottarnir bert
eru fyri tey, ið brúka teir, og ikki fyri
forvitnum eygum annars, sigur Henny
á Líknargøtu.
Til ber at skriva seg upp at sleppa
í pottarnar, og so leigar tú eina bæði
kápu og sandalir, og skiftir í kamari
num.
Tað kostar eitt depositum at leiga
kápurnar, men tær eru stórar og
fjala alt, so onkum nýtist at halda
seg aftur, um ein býr langt frá heitu
pottunum, sigur Henny á Líknargøtu.
Av tí at tað er sjógvur í heitu pottu
num, ber sjálvandi ti at vaska saltið
av sær, áðrenn fari verður í kamarið
aftur.
Tað eru brúsur settar upp við
hvønn heitan pott, so fólk kunnu
brúsa sær á staðnum, hava tey hug til
tað. Men tað ber sjálvandi eisini til at
brúsa sær í kamarinum, sigur Henny á
Líknargøtu.
Heitu pottarnir eru enn ein liður í
at bjóða teimum ferðandi tað besta á
leiðini millum lond.
Luxus fyri ein lítlan penga
Leo Poulsen
Seinasta góða árið hevur Smyril Line
gjørt nógv við at umbyggja og nú
tímansgera Norrönu.
Eitt nú er avgerð tikin um, at
umbyggja 12 kømur á dekki sjey til
dupultkømur.
- Hetta eru kømur, ið áður høvdu
tríggjar koyggjur, men vit hava vanliga
bert selt tey sum dupultkømur, so tú
kanst siga, at kapasiteturin ikki er
minkaður, sigur Henny á Líknargøtu,
sølu- og marknaðarleiðari hjá Smyril
Line.
Talan er um munandi snøggari
kømur enn framman undan.
- Tað, sum vit hava gjørt, er at
taka tær tríggjar koyggjurnar niður og
í staðin sett inn eina dupultsong. So
talan er um munandi betri komfort
hjá teimum ferðandi, sigur Henny á
Líknargøtu.
Eisini møblarnir eru skiftir út, so í
staðin fyri stóru og tungu møblarnir,
ið áður vóru í kømurunum, eru nú
lættari og meira nútímans møblar
inni í hugnaligu kømurunum.
- Vit hava somuleiðis sett stórar
flatskermar inn í umbygdu kømurini,
so nú kunnu vit bjóða teumum ferð
andi munandi komfortablari ferðir
fyri bert ein lítlan meirkostnað, og
royndirnar higartil siga okkum, at
hesi kmurini næstan ongantíð standa
tóm, sigur Henny á Líknargøtu.
Størri matarúrval
Leo Poulsen
Higartil hevur verið møguleikin at eta
til stóra kalda borðið ella a'la carte,
og so hevur verið møguligt at eti á
cafeteria.
Men nú er so enn ein møguleiki
lagdur aftrat.
- Fyrrverandi cafeteria er nú býtt
upp í tvær matstovur, tað vanliga
cafeteria og so eitt nýtt matstað, har
fólk hava tveir ymiskar rættir at velja
ímillum, sigur Henny á Líknargøtu.
Gamla cafeteria verður sum tað
altíð hevur verið, har møguleiki er at
keypa høsnarunga og kips og annars
tað, ið er á fáa á einum vanligum
cafeteria.
- Nú er ein nýggjur møguleiki við
einum matstaði, sum er fráskilt gamla
cafeterianum. Har kanst tú velja ímill
um tveir rættir, og tú kanst sita og
njóta teir í atskiltum øki og rúmi frá
cafeteri, sigur Henny á Líknargøtu.
Nógv hevur verið gjørt seinastu
tíðina fyri at geva Norrönu eitt
andlitslyft, og ætlanin er, at allir
møblar í nýggja matarstaðnum skulu
vera nýggir.
- Higartil eru benkirnir betrektir av
nýggjum og borðini eru nýggj, men
enn mangla stólarnir. Teir koma tó í
komandi mánað, sigur Henny á Líknar
gøtu.
Alt umhvørvið í nýggju matstovuni
er nýtt, og nýggjar myndir eru komnar
á veggirnar.
- So vit royna at fríðka eitt sindur
um. Vit skulu jú minnast til, at Nor
röna eftirhondini hevur tíggju ár á
baki, og nú er so eitt matarstað komið
aftrat, har fólk fyri ein sámuligan pen
ga kunnu njóta ein góðan bita, sigur
Henny á Líknargøtu.
Alt inni í nýggju
matarstovuni er nýtt