Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. juni 2013 · Nr. 69 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Høgni Hoydal Kjak síða 16 Silda­ rok og rukkulív Joen Peter Petersen Kjak síða 14 Hvat hugsar tú fyri tær Kári Komið er fram, at andstøðan er ør­ kyml­að, tí hon einki fær at vita um ætlarnirnar hjá Kára P. Høj­gaard, landsstýrismanni í inn­lend­is­mál­um, um at lata einum út­lendsk­um priv­ at­um íleggjara eink­ar­rætt at byggja, reka og fíggja Før­oya størstu einstøku íløgu, Skál­a­fjarð­ar­tunn­ilin. Andstøðuleiðararnir Høgni Hoy­dal og Aksel V. Johannesen hava tí sett Kára P. Højgaard ein grein 52 spurn­ ing, sum landsstýrismaðurin kort­ ini ikki æltar sær at svara, fyrr enn freist­in er farin. Hann kann brúka 10 yrkadagar at svara, og hann hevur sagt, at hann ætlar at pjaka sær so mik­ið við svarinum, at tað ikki kemur fyrr enn til síðstu freist, sum er sama freist, hann hev­ur at fáa sáttmálan í hús við út­lendska felagið. Men Sosialurin veit, at tað ikki bara eru and­støð­u­leið­ararnir­, sum eru ør­kyml­aðir. Tì eisini lands­stýr­is­menn eru illa hýrdir um hetta mál, tí teir vita als einki um hes­ar ætlanir. Sosialurin veit, at onkur lands­stýrismaður krev­ ur, at greitt verður frá málinum á næsta lands­stýr­is­fundi. Viðkomandi lands­stýr­is­mað­ur heldur, at tað er púra burt­ur úr vón og viti at lata ein­ um út­lendsk­um privatum íleggjara eina so stóra verkætlan, sum fer at kosta før­oy­ing­um mill­i­ard­ir meira, enn hon hevði gjørt, um talan var um eina al­menna føroyska verkætlan, sum landskassin veðhelt fyri og tí fekk lagaligari lánstreytir. Og tað er áhugavert, at poli­tik­ar­ar inn­an sum uttan fyri sam­gong­una nú fara at røra upp á seg. Høgni Hoydal nevndi í Sosi­al­i­num mán­adagin, at verk­ætl­anin er vorðin eitt per­són­ligt pre­stisj­u­pro­jekt hjá lands­stýr­is­mann­i­num, sum partú vil hava sítt navn á tunnilin. Eingin ivi er um, at Kári P. Højgaard setur alt sítt politiska lív í veð fyri hendan tunn­ il, sum fyri hann og hansara lok­al­ pol­itisku framtíð hevur sera stóran týdn­ing. Men politikkur er annað enn at byggja sær varðar. Og valla fær lands­ stýrismaðurin so stórt vald, at hann einsamallur kann binda okk­um at rinda útlendingum mill­i­ard­a­upp­ hæddir­, sum kunnu verða óneyðugar. Men vit vita ikki, hvussu mál­ið ligg­ur. Og tá arbeitt verður so­leið­is í duld­um, so kunnu nógvar mis­skilj­ ing­ar spyrjast. Tað kann vera, at tað neyðugt hjá lands­stýr­is­manninum at ganga var­is­ liga við hurðunum. Men at dylja eina slíka ætlan fyri landsstýri og løg­ting­i til undirskrivað er, tað er ikki fólka­ ræði. Nógv bendir á, at heldur ikki lands­stýrismenn hava tað álit á Kára P. Højgaard, sum tí valla sleppur at einsa­mallur at gera av lagnuna hjá Skál­a­fjarð­ar­tunl­i­num. Hemmiligi kári... – Eg havi stóra arbeiðsorku, og eg klári væl bæði at vera borg­ar­stjóri í Klaksvík og løg­tings­mað­ur. Tað segði Jógvan Skor­ heim, borgarstjóri í Klaksvík, sum eisini hevur havt sæti á tingi fyri Kári P. Højgaard, sum hevur farloyvi úr ting­ i­num, meðan hann er lands­ stýr­is­mað­ur. Jógvan Skorheim fór í far­loyvi í januarmánaði í ár, tá hann tók við sum borg­ar­ stjóri í Klaksvík. Hann hevði tá havt sæti á tingi í eitt gott ár sum varamaður fyri Kára P. Højgaard. Seinasta hálva ár­ið hevur Kristianna Wint­ her Poulsen í Hoyvík røkt ting­sess­in fyri Jógvan Skor­ heim. Nú Skorheim tek­ur sæti aftur, rýkur Krist­i­anna Winth­er Poulsen úr ting­i­ num. Hóast borgarstjórastarvið er eitt alment starv, so er loyvt borgarstjóra at hava júst hetta full­tíðar al­menna starv­ið aftur at ting­mann­a­ starv­i­num. Úrslitið er, at borgarstjórin í Klaks­vík fær eina klekkiliga løn­ar­hækk­ing. Sum borg­ar­ stjóri fær hann góðar 50.000 krón­ur um mánaðin. Sum løg­tingsmaður fær hann slak­ar 40.000 krónur. Sum løgtingsmaður fær hann slakar 6.000 krónur um mán­að­in fyri at koyra til Havn­ar, tá tingfundur er. – Jú, vit skilja væl, at borg­ar­stjórin í Klaksvík royn­ir at ljóða sum ein lítil Heð­in Mortensen. Men hvat ger man ikki fyri 100.000 feitar almennar krónur – tá man eisini fær kjansin at taka yvir einasta tingsess hjá Gamla Sjálvstýrinum? Hann hevur jú eina avtalu v i ð veljaran, um at hann skal hava báð­ar løn­ir­nar... Alt vald til Jógvan fyri 100.000 krónur um mánaðin Javnan hoyrast og síggjast slík­ir setningar: Hvør er or­ søk­in til, at nøkur ellis- og røkt­ar­heim ikki hava hildið játt­an­ina? Hvør er orsøkin til løn­ar­munin? Sama hvør ­or­søkin er, eigur hetta ikki at koma fyri. Dentur verður sam­bært heimildina lagdur á, hvør orsøkin er til, at sjálv­upp­gávan ikki er latin inn rætt­stundis. – Í hesum før­unum er rætta orðið “hvat” og ikki “hvør”: “Hvat er or­søkin til, at nøkur ellis- og røktarheim ikki hava hild­ið játtanina” og “Sama hvat orsøkin er, eigur hetta ikki at koma fyri” o.s.fr. Tí siðvenjan er at nýta “hvat”, tá ið lýsast skal, hvussu eitthvørt er háttað, ið ein spyr um ella umrøðir, t. d. Hvat vandi kann ikki stand­ast av hesum? Hvat var spurn­ing­urin? Tey vóru altrá eftir at vita, hvat tíð­indi skipið hevði. Hvat dugur er í tí? Hvat lands­ maður er hann? Hvat hjari er tað, ið gongur at tær? Vís hvat dugur er í tær! Sambært Føroysku orðabók merkir “hvat” í fyrstu merking: “hvat slag av”. Og dømini eru: “hvat dagur?”, “hvat vilt tú?”,”hvat veit hann í?”, “hann spurdi, hvat fólk har var komið”, “eg vildi kunnað víst honum, hvat maður eg eri”, “hvør maður mátti gera upp, hvat jørð hann hevði” og “hvat tíðindi eru heiman?” – Her má mælast til at halda málsliga siðvenju og nýta “hvat”. Hvør - hvat Landsstýrismenn kenna heldur ikki ætlanina hjá Kára Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum