týsdagur 18. juni 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juni 2013 · Nr. 69
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Øll í Føroyum skuldu býtt
grind
sum
suðuroyingar
gera.
Tað
heldur
Ólavur
Sjúrðarberg, formaður í
Grindamannafelagnum.
Hann
heldur
at
tíðin er farin frá at
hava
drápspartar
og tí heldur hann,
at tað rætta hevði
verið, at øll grinda
økini ístaðin fóru at
býta í heimapartar,
akkurát, sum tey
gera í Suðuroy.
Í
Suðuroy
er
skipanin
tann,
at
tá ið nakað er farið
burturav til sýslumann,
grindaformenn, merkjarar,
vaktarmenn og onnur, sum
hjálpa til, verður grindin býtt
ímillum øll fólk í oynni, har
øll, heilt frá reivabarninum
til oldingin, fáa javntstóran
part.
Eitt stórt grindaøki
Í
Grindamannafelagnum
hava tey av og á umrøtt
spurningin um grindabýtið,
men felagið er ikki komið til
nakra niðurstøðu.
Men sjálvur vísir Ólavur
Sjúrðarberg á, at norðanfyri
Skopunarfjørð eru allar Før
oyar í verukeikanum eitt
grindaøki.
- Í veruleikanum er støðan
tann, at er grind einastaðni,
koma grindamenn allastaðni
frá, bæði í rakstur og í drápið
og teir fáa so eisini drápspart.
- Samferðslan er so góð í
dag, og bátarnir sigla skjótt,
at er grind einastaðni, er ein
lítil løta hjá grindamonnum
í øðrum pørtum í landinum
at fara í grind og sostatt fáa
drápspart.
Hann staðfestir eisini, at
tað er ein ávís misnøgd við,
at tað mangan er so lítið til
heimapartar av tí at dráps
partarnir fara við so nógvum.
- Teir skulu vera hjartaliga
vælkomnir í grind, men eg
haldi av álvara, at vit áttu at
endurskoða grindabýtið so
at allar Føroyar fara at býta
eftir suðuroyarmodellinum,
sigur Ólavur Sjúrðarberg.
- Hetta er ein spurningur,
vit áttu at kanna gjølligari,
leggur hann afturat.
Lættari at fyriskipa
Hann heldur, at ein fyrimun
ur við býtinum í Suðuroy er,
at tað hevði gjørt tað nógv
lættari at skipa raksturin og
drápið.
- Tá ið drápspartar ikki
verða lætnir, er heldur einki,
sum eggjar monnum at flota
hvørja fjøl, hvørja ferð grind
er, við teirri avleiðing, at tað
mangan eru alt ov nógvir
bátar í rakstrinum.
Ólavur
Sjúrðarberg
sigur, at tað hevur víst seg,
at einir 10 bátar eru væl førir
fyri at reka eina grind, so tað
er eingin orsøk at hava 50-
100 bátar uppií.
- Tað letur seg væl gera at
reka grind í Suðuroy, hóast
drápspartar ikki verða lætnir
sum so, og eg ivist ikki í, at
tað eisini hevði latið seg gjørt
norðanfjørðs, sigur hann.
Grind
er ikki
góðkend
Johan Joensen, høvuðs
kokkur á matstovuni, Áar
stovu, í Havn, er samdur
við formannin í Grinda
mannfelagnum,
tá
ið
hann harmast um, at tað
ikki ber til at fáa grind á
føroyskum matstovum.
Men trupulleikin við
grind er tann sami, sum
við so nógvum øðrum før
oyskum matvørum.
Og tað er, at grindin er
ikki slaktað á góðkendum
sláturvirkið.
- Tískil er ikki góðkent,
at matstovur borðreiða
við grind, sigur høvuðs
kokkurin á Áarstovu.
Hann heldur annars,
at hetta er ein sera áhuga
verdur spurningur, tí tað
skortar ikki upp á áhuga
hjá ferðafólki at royna
grind.
- Vit fáa javnan fyri
spurningar frá ferðafólki
alla
møguliga
staðni
frá, sum vilja sleppa at
smakka grind, men vit fáa
tíverri ikki sagt teimum
annað, enn at tað er ikki
góðtikið.
Hann leggur afturat, at
ferðafólk eru so áhugað
at smakka grind, at tá
ið tey fáa at vita, at vit
ikki kunnu borðreiða við
grind, spyrja tey ístaðin
um vit vita onkran, sum
kann selja teimum ein
bita, so at tey fáa ein
smakk.
Áki Bertholdsen
Matstovurnar í Føroyum
eiga at borðreiða við grind
fyri gestunum.
Tað hevur Ólavur Sjúrð
arberg, formaður í Grinda
mannafelagnum.
Hann vísir á, at í Íslandi
eru tað fleiri matstovur, sum
hava tvøst á matarskránni.
- Tað er eitt sindur skeivt,
at hotellini í Føroyum ikki
eisini kunnu borðreiða við
grind, sigur hann.
Ólavur Sjúrðarberg sig
ur, at hann fær óteljandi
fyrispurningar frá fremm
andum ferðafólki, sum vilja
hava ein smakk av grind,
men tað letur seg ikki gera
uttan frá privatfólki.
- Eg fái javnan og savnan
fyrispurningar frá útlend
ingum, sum spyrja, hvar tað
ber til at fáa ein hvalabúff.
Tá ið tú fer til eitt fremm
ant land, er tað ein partur av
upplivilsinum at eta tann
staðbundna matin.
Men tað ber ikki til í Før
oyum
Tora ikki
Sjálvur hevur hann ongum
útlendingi møtt, sum ikki
hevði verið áhugaður í at
fingið eitt smakk av grind.
Og Ólavur Sjúrðarberg
heldur, at mesta orsøkin
til tað er, at vit tora ikki at
traðka útlendingar á tærnar
við at borðreiða við grind.
- Av berum bangilsi, lata
vit okkum trumfa av nøkr
um fáum, sonevndum um
hvørvisverndarfólkum.
Hetta
heldur
Ólavur
Sjúrðarberg
vera
púra
skeivt.
- Vit eiga at vera stolt av
føroyingar og av tí náttúru
tilfeingi, vit eiga.
Formaðurin
í
grinda
mannafelagnum staðfestir,
at tá ið vit tvíhalda um
okkara rætt at gagnnýta
okkara egna tilfeingi, eiga
vit eisini at tora at vísa tað
fram fyri almenninginum,
ístaðin fyri at krógva tað
burtur.
Matstovur eiga at
borðreiða við grind
GRIND Vit mugu tora at vísa fremmandafólki, at vit
eta grind, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum
Allar Føroyar skuldu býtt
grind sum suðuroyingar
GRINDADRÁP Vit eiga øll at fara burtur frá at hava drápspartar í grind og ístaðin skulu
vit býta í heimapartar, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í grindamannafelagnum
Grindabýti
Vit eiga at umhugsa at
brúka suðuroyarmodellið
allastaðni í landinum,
sigur Ólavur Sjúrðar
berg, formaður í Grinda
mannafelagnum