týsdagur 18. juni 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juni 2013 · Nr. 69
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Metnógvir
føroyingar eru
blóðgevar
- Vit hava ongantíð áður havt so nógvar blóðgevar í Føroyum. Tað
gleðiliga er, at tað eru serliga nógv ung, sum gerast blóðgevar.
Tað sigur Rósa Syderbø, forkvinna í Felagnum Blóðgevi. Eini
2300 føroyingar lata nú regluliga blóð, og tað er met
Rannvá G. Fossaberg
Einar tvær til tríggjar ferðir
um árið fara útivið 2300
føroyingar á eitt av teimum
trimum
sjúkrahúsinum
í
landinum at lata blóð. Talið
av blóðgevum hevur ongan
tíð verið so høgt, síðani
Felagið Blóðgevi bleiv sett á
stovn í 2001.
– Vanliga sigur mann, at
helst
fimm
prosent
av
íbúgvunum í einum landi
skulu vera blóðgevar, um
talið skal vera nøktandi. Í
løtuni eru umleið fýra pro
sent av føroyingum blóð
gevar, og tað eru vit væl nøgd
við, sigur Rósa Syderbø, sum
er forkvinna í felagnum
Blóðgevi.
Spyrja fólk persónliga
Orsøkin til at talið á blóð
gevum er tað hægsta nak
rantíð er fyrst og fremst, at
Felagið Blóðgevi seinastu
tvey árini hevur gjørt nógv
burtur úr við at seta seg í
samband við fólk persón
liga.
– Tað vísir seg, at tey flestu
hava hug at vera blóðgevar,
men tey fáa líkasum ikki upp
í lag at tekna seg til skipanina.
Tað er í øllum førum tað, tey
siga, tá vit spyrja, hví tey ikki
eru blóðgevar, sigur Rósa
Syderbø og heldur fram:
– Vit hava funnið útav, at
fyri at fáa fólk at tekna seg,
er neyðugt at venda sær til
tey persónliga. Tí eru vit
farin út til ymisk tiltøk sum
til dømis rennikappingar,
miðnámsskúlatiltøk og heilsu
átøk. Og tá hava fólk gleðiliga
meldað seg til skipanina,
sigur Rósa Syderbø.
Vanliga mannagongdin er,
at nýggir blóðgevar melda
seg
til
skipanina,
og
blóðroynd verður tikin til
ymsar kanningar. Er alt í lagi,
kann viðkomandi geva blóð
fyrstu ferð tríggjar mánaðir
seinni.
Nógvir ungir blóðgevar
Umframt at Felagið Blóðgevið
hevur gjørt nógv burtur
úr við at fara út til tiltøk at
útvega sær nýggjar limir,
vísir forkvinnan í felagnum
eisini á, at alsamt fleiri ung
velja at gerast blóðgevar.
– Seinastu árini hava vit
upplivað, at nógv ung melda
seg til at lata blóð, og tað er
hevur havt sína ávirkan á
høga talið á blóðgevum í dag,
sigur Rósa Syderbø. Serliga
eru tað ung í aldursbólkinum
18 til 25 ár, sum gerast
blóðgevar.
– Vit hava eina rúgvu av
ungum blóðgevum beint nú,
og tað sær út til, at áhugin
hjá teimum ungu at gerast
blóðgevi er rættiliga stórur, tí
tað eru støðugt fleiri í aldri
num 18 til 25 ár, sum melda
til, sigur Rósa Syderbø.
Ein stórur partur av teim
um, sum melda til eru úti
setar ella gerast útisetar eftir
eini tíð. Men tað merkir tó
ikki, at tey detta úr skipanini
sum blóðgevar.
- Fleiri av teimum ungu
fara uttanlands í útbúgv
ingarørindum, men tað er
ikki tað sama sum, at tey so
ikki kunnu vera blóðgevar, tí
til ber at halda fram sum
blóðgevi í tí landinum, mann
flytur til. Harafturat ber til
hjá útisetum at lata blóð í
Føroyum, tá tey eru heima í
til dømis páska- og summar
frí, sigur Rósa Syderbø.
Tørv á fleiri
Hóast talið á blóðgevum er
tað hægsta nakrantíð, er
tørvur framvegis á nýggjum
blóðgevum.
Hvørt ár fara umleið 200
blóðgevar úr skipanini.
– Tað fer altíð a vera
tørvur á nýggjum limum, tí
hóast fleiri tekna seg, so
missa vit eisini blóðgevar.
Tað kann til dømis vera, at
tey fáa onkra sjúku ella eisini
fara frá sum blóðgevar vegna
aldur, sigur Rósa Syderbø og
leggur afturat, at tú skalt
vera 18 ár fyri at gerast
blóðgevi og kanst halda fram,
til tú ert 65 ár.
– Við at hava nógv fólk í
skipanini sleppa eisini tey,
sum í løtuni eru aktivir
blóðgevar, frá at lata blóð
fleiri ferð um árið.
Fakta
Felagið Blóðgevi varð stovnað 23. mai 2001 og hevur til endamáls
at útvega sjálvbodnar blóðgevar til Landssjúkrahúsið og saman
við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja, at sjúkrahúsini í
Føroyum fáa nóg mikið av blóði.
Á teimum trimum sjúkrahúsunum eru umleið 2300 blóðgevar
skrásettir. Samanlagt geva tey blóð umleið 2.000 ferðir um árið.
Hetta er umleið 4 prosent av føroyingum.
Av tí at ein náttúrlig frágongd altíð er, er støðugt tørvur á nýggjum
blóðgevum. Skal tørvurin nøktast, krevst at í minsta lagi 5 prosent
av fólkinum eru blóðgevar.
Les meira á gevidblod.fo
Bogi Berg, 19 ár
– Eg sat í bíðirúminum hjá
læknanum, og har sá eg
ein faldara frá Felagnum
Blóðgevi. Har stóð, at
tørvur altíð er á nýggjum
blóðgevum, og tí hugsaði
eg, at eg kundi tekna meg.
Eg eri frískur og havi tað
gott, so hví ikki vera blóð
gevi. Stutta tíð seinni vóru
vit tríggir í flokkinum sum
saman teknaðu okkum til
at vera blóðgevar.
Birita Poulsen, 19 ár
– Ein vinmaður mín var
blóðgevi, og tað var á tann
hátt, at eg gjørdist varug
við, at tørvur er á blóð
gevum. Sjálv haldi eg at
tað er eitt gott hugskot at
vera blóðgevi, tí hví ikki
geva teimum blóð, sum
hava tørv á tí, tá tú lýkur
krøvini at vera blóðgevi
Aleksander
Samuelsen, 23 ár
– Eg bleiv av fyrsta tíð
blóðgevi, av tí at pápi mín
hevur latið blóð í nógv ár
eftirhondini, so eg havi
altíð vitað um tað. Tá eg
var 19 teknaði eg meg so til
skipanina, og eg gevi
framvegis blóð regluliga.
Mær dámar væl tankan
um, at eg kann geva nakað,
sum fyri onkran persón er
ógvuliga týdningarmikið.
Og tá eg kann lata blóð, so
geri eg sjálvandi tað