Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. juni 2013 · Nr. 69 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Fair play frá Goliat Orð sum ”kubanskir tilstandir” og ”revolvarametodir” vóru á lofti í Tinganesi, tá landsstýrið seinnapartin mánadagin legði fram sítt svar til ES, ið hóttir við tiltøkum móti Føroyum. Trumfurin hjá landsstýrinum er tó at finna í havrættarsáttmálanum hjá ST, sum ásetur reglur um seming áðrenn boykott kann koma upp á tal. Jón Brian Hvidtfeldt - Ein mánaður er ein stutt og órímilig freist til at svara í einum slíkum álvarsomum máli sum hesum. Løgmaður hevði hug at binda um heilan fingur, tá hann skuldi greiða almenn­ inginum frá, hvussu lands­ stýrið tacklar hóttanirnar frá ES um tiltøk, aftur fyri at Føroyar hava ásett sær sína egnu og nógv størri silda­ kvotu í ár enn undanfarin ár. Løgmaður, sum hevði Jacob Vestergaard undir lið­ ini á sær á tíðindafundinum í Tinganesi, legði stóran dent á, at tað er ein misskiljing, tá ES og onnur av hinum strandalondunum hava ført fram, at Føroyar eru rýmdar av samráðingum um norð­ havssildina. – Vit eru ikki rýmd frá nøkrum samráðingum, og síðsta mánaðin hava vit gjørt nógv fyri at rætta hesa misskiljing, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Bæði løgmaður og lands­ stýrismaðurin í fiski­vinnu­ málum løgdu stóran dent á, at Føroyar ynskja sam­ráð­ ingar um sildabýtið, heldur enn konfrontatión. Men før­ oyski parturin má vera væl meira enn tey 5,6 prosentini av heildarkvotuni, ið silda­ avtalan frá 1997 gevur í Før­oyska partin. Ella, sum løg­maður tók til á tíð­inda­ fundinum: – Bitin av lagkøkuni, ið vit fara í føðingardag til, er somikið lítil, at hann stendur ikki uppi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Eisini landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum stuðlaði undir myndina um køku­ bitan, tó at myndin var ein onnur: – Vit byggja okkara tilveru á tað, sum svimur í havinum. Og vit krevja eitt rættvíst býti í mun til biologiska veruleikan, sigur Jacob Vest­ ergaard. Tað blivu bara trý sam­ ráðingarumfør um býtið av norðhavssildini, áðrenn alt datt á gólvið og Føroyar seinni ásettu sær egna silda­ kvotukvotu, svarandi til 17 prosent av heildarkvotuni á 645.000 tons, ið ICES hevur ásett fyri 2013. – Hetta er eitt sindur sum søgan um Dávid og Goliat, har stóra ES hóttir við at boykotta lítlu Føroyar, hóast at kalla eingin sild svimur í ES-sjógvi, sigur løgmaður. Á tíðindafundinum í Tinga­nesi bleiv bíbilska myndin um Dávid og Goliat so við og við meira verðslig. Tí sambært landsstýrinum brúkar ES ein framferðarhátt, sum er í stríð við altjóða lóg: – ES má virða altjóða spælireglur. Hetta eru ku­ banskir tilstandir og revolv­ ara­metodir, og tað finna vit okkum ikki í, sigur Kaj Leo Holm Johannesen av­gjørd­ ur. Eisini her stuðlaði lands­ stýrismaðurin í fiski­vinnu­ málum uppundir: – Tað er eitt sera álvarsamt mál, tá stórveldi ES hóttir lítla landið Føroyar. Vit trúgva, at ES umhugsar støðuna einaferð afturat, sigur Jacob Vestergaard og vísir til altjóða reglur. Trumfurin Tað er tó hvørki bíbilsk ella verðslig myndatala, ið fær ES at broyta støðu og sleppa hóttanini um tiltøk móti Føroyum. Sterkasti trumf­ urin hjá landsstýrinum eru ásetingar í havrættar­sátt­ málanum hjá ST, sum áseta reglurnar fyri, hvussu trætur skulu handfarast. Sambært hav­rættar­sátt­ málanum skulu trætumál roynast við seming, áðrenn boykott kann koma upp á tal. Í svarinum til Mariu Da­ ma­naki, fiskivinnu­kommiser hjá ES, vísir landsstýrið á, at at kalla ongar veruligar samráðingar hava verið um býtið av norðhavssildini, áðrenn ES fór at hótta við handilstiltøkum móti Før­ oyum. Tí stríðir ætlanin hjá ES um at seta handilstiltøk í verk ímóti Føroyum ímóti meginreglunum um at loysa ósemjur á friðarligan hátt. – Føroyar hava ikki, sum ES førir fram, tikið seg úr avtaluni um umsiting av norð­havssildini. Føroyar hava ei heldur nakra ætlan um at økja um samlaða veiðitrýstið á sildastovnin. Trætan er einans um býtið av tilmæltu, samlaðu kvotuni – og ikki um samlaðu heildarkvotuna, sig­ ur landsstýrið í svarinum til Mariu Damanaki. Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni í Tinganesi, vísir á, at sam­ bært sáttmálanum kann annar parturin í eini trætu krevja seming. Tað verður sum skilst gjørt, um tað ikki eydnast Føroyum at fáa hini londini aftur til samráðingar­ borðið. Nú brævið er farið út Tinganesi, veit eingin, hvat næsta stigið verður. Ei heldur, um ella nær ES fer at seta í verk tiltøk móti Føroyum. Stóri spurningurin er tí, um ein seming sambært havrættarsáttmálanum hjá ST, ið landsstýrið eftir øllum at døma fer at krevja, gerst tað neyðugt, fær nakran steðgandi virknað á møgu­ ligar sanktiónir. – Hesin møguleikur í hav­ rættarsáttmálanum er ong­ antíð royndur áður. So eg fái ikki svarað spurninginum, sigur Bjørn Kunoy. Fundamentið Á tíðindafundinum í Tinga­ nesi legði løgmaður dent á týdningin av, at allir flokkar standa aftanfyri føroyska politikkin á hesum øki. Uttan­landsnevndin hjá løg­ tinginum hevur havt lands­ stýrismannin í samráð, og sambært løgmanni og lands­ stýrismanninum er fullur, par­lamentariskur stuðul aft­ an­fyri politikkin. Ella, sum løgmaður orðaði seg: – Eg havi varhugan av, at allir flokkar standa aftanfyri okkara politikk.