týsdagur 18. juni 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juni 2013 · Nr. 69
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Seinastu seks árini hevur
Mikkjal Helmsdal røkt sess
in sum rektari á Føroya
Studentaskúla og HF- skeiði
í Hoydølum. Hann hevur nú
sagt seg úr starvi frá 25. juli
at rokna.
– Eg havi arbeitt ógvuliga
intenst hesi árini. Umframt
tær dagligu uppgávurnar, so
havi eg lagt stóra orku í bæði
at vera við í stýrisbólkinum,
sum hevur arbeitt við nýggju
miðnámsskúlaskipanini, og
bygginevndini fyri Markna
gilsdepilin. Eg síggi fyri mær,
at komandi trý árini á skúl
anum verða tung og strævin
at koma ígjøgnum, og skal eg
ikki brenna út, er tað nú eg
skal royna okkurt nýtt, sigur
Mikkjal Helmsdal.
Umstøðurnar stórur
trupulleiki
Fráfarandi rektarin dylir ikki
fyri, at vánaligu umstøður
nar, sum skúlin í Hoydøl
um hevur, hava havt stóra
ávirkan á hansara gerandis
dag sum rektari.
– Eg føli, at nógv tíð er
farin við at loysa praktiskar
trupulleikar, av tí at karmar
nir, sum skúlin virkar undir,
eru, sum teir nú einaferð eru.
Ein stóran part av tíðini, eg
havi verið rektari, hevur skúl
in verið undir umbygging, og
tað hevur sjálvandi órógvað.
Tað harmiliga er, at summir
av trupulleikunum við skúl
anum kundu verið bøttir í
góðari tíð, men einki er bliv
ið gjørt, sigur Mikkjal Helms
dal og vísir á, at vánaligu um
støðurnar hava fylt nógv.
– Onkur tíðarskeið hava
vánaligu umstøðurnar fylt
rættiliga nógv. Eitt nú í 2010,
tá vit fluttu úr gula bygning
inum og máttu hava undir
vísing tvær staðni í býnum.
Vit stríddust við at finna
eina loysn, og lonin bleiv so
bygd afturat. At fáa alt tað
praktiska at hanga saman
serliga tá fylti nógv, greiðir
Mikkjal Helmsdal frá.
Hann vísir á at hølis
trupulleikarnir ikki verða
minni komandi árini.
– Vit hava manglað trý
høli hetta skúlaárið, tað
fara at mangla seks høli, tá
skúlaárið byrjar aftur, og um
tvey ár standa vit og mangla
níggju høli. Tað tykist ikki,
sum nøkur skilagóð loysn er
á hølistrupulleikunum, sigur
Mikkjal Helmsdal og heldur
fram:
– Nú hava vit fingið at vita,
at partar av undirvísingini
skulu ganga fyri seg aðra
staðni úti í býnum, men um
støðurnar eru als ikki til, at
næmingar og lærarar skulu
ferðast aftur og fram. So tað
er heldur ikki ein góð loysn.
Trek politisk skipan
Hesi seks árini, Mikkjal
Helmsdal hevur virkað sum
rektari, hevur hann hildið tað
verið torført at samstarva við
politikararnar.
– At arbeiða við politisku
skipanini hevur sínar bak
síður, tí tað hevur verið ógvu
liga trekt at fingið átrokandi
mál ígjøgnum. Tað er ikki
lætt at fáa pláss fyri teimum
námsfrøðiligu
atlitunum.
Onnur atlit verða tikin fram
um tey, ið eru góð fyri næm
ingarnar og skúlan, heldur
Mikkjal Helmsdal fyri.
– Skalt tú fáa nakað
ígjøgnum, so mást tú klára at
leggja títt mál soleiðis fram,
at tað eisini er til fyrimuns
fyri tann politikaran, sum
skal taka endaligu avgerðina,
sigur Mikkjal Helmsdal.
Hóast politikarar javnan
føra fram, at útbúgving er
vegurin fram og lykilin til
framtíðina, so saknar fráfar
andi rektarin vekt aftan fyri
orðini.
– Øll siga tað sum eitt
mantra, men tað eru fá í
politisku skipanini, sum seta
seg inn í, hvat innihaldið skal
vera. Mínar upplivingar eru,
at tað er torført at koma í
dialog um tað, sigur Mikkjal
Helmsdal.
Hann heldur, at hesi árini,
hann hevur verið rektari, er
ov nógv tíð farin við øðrum
enn tí, sum hevur beinleiðis
at gera við skúlan.
– Eg havi brúkt nógva tíð
upp á umsiting og praktiskar
uppgávur í mun til at fáast
við veruliga leiðslu og náms
frøðiliga menning.
Farvæl til Marknagil
Um alt gongur sum ætlað, so
stendur Marknagilsdepilin
klárur um góð trý ár. Mikkjal
Helmsdal iðrar seg tó á ongan
hátt, um at hann ikki verður
partur av nýggja skúladepl
inum.
– Eg havi havt mína ávirk
an
á
Marknagilsdepilin.
Fimm av mínum seks árum
sum rektari havi eg verið
við til at menna og fyrireika
byggiskránna,
arkitekta
kappingina í sambandi við
verkætlanina
og
annars
arbeitt við planlegging og
projektering av deplinum,
sigur Mikkjal Helmsdal og
heldur fram:
– Tá eg hugsi um mangl
andi tilfeingið á skúlaøkinum
í dag, og tey signalini eg fái
frá politisku skipanini, so
verður ikki frægari komandi
trý árini, meðan bíðað verður
eftir Marknagilsdeplinum. Eg
veit ikki, hvussu meiningsfult
tað er at fara í Marknagils
depilin, um mann ikki kann
fylla nøktandi innihald í
skúlan. Út frá tí hugsanini, so
veit eg ikki um tað er nøkur
spennandi avbjóðing at fara
í Marknagilsdepilin, sigur
Mikkjal Helmsdal, sum tó
fegnast um, at hann hevur
verið við til at ment verk
ætlanina við nýggjum mið
námskúladepli í Marknagili.
– Sjálvandi kundi verið
stuttligt at verið við og upp
liva byrjanina av skúlanum í
Marknagili, men hinvegin, so
havi eg verið við til at forma
nakað nýtt seinastu seks
árini, og tað eri eg glaður
fyri.
Rektari í Danmark
Frá 1. august tekur Mikkjal
Helmsdal við sum rektari á
Vestjysk Gymnasium í Dan
mark. Hann dylir ikki fyri,
at hann fer at sakna starvs
felagarnar og dagligu gongd
ina í Hoydølum.
– Vit hava havt eitt gott
arbeiðsklima á skúlanum.
Hóast nógv ting ikki rigga
væl á skúlanum orsakað av
vánaligu umstøðunum, so
hava vit eitt gott fakligt um
hvørvi. Vit hava gjørt nógv
við vitanardeiling, og harvið
lyfta vit hvønn annan upp
fakliga. Hugurin at fremja
góða undirvísing er har, og
tað hevur eina postiva ávirk
an á næmingarnar, sigur
Mikkjal Helmsdal, sum ætlar
sær at vera rektari í Danmark
á sama hátt, sum hann hevur
verið tað í Føroyum.
– Eg haldi fram við einum
máta at leiða uppá, har eg
lurti eftir starvsfeløgunum
og royni at skapa góðar,
tryggar og greiðar karmar
fyri lærarar og næmingar í
tann mun, karmarnir loyva tí,
sigur Mikkjal Helmsdal, sum
hevur góð ráð til komandi
rektaran í Hoydølum.
– Viðkomandi skal sam
starva væl við starvsfólkini
og úteftir seta innihaldið
í
skúlaskipanin
á
dags
skránna. Harafturat eigur
rektarin at krevja svar frá
politisku skipanini og krevja
tiltøk frá politisku skipanini
fyri at tryggja, at miðnáms
skúlarnir eisini innihaldsliga
eru á høgum støði.
Eg veit ikki, hvussu meiningsfult tað er at
fara í Marknagilsdepilin, um mann ikki kann fylla
nøktandi innihald í skúlan. Út frá tí hugsanini,
so veit eg ikki um tað er nøkur spennandi
avbjóðing at fara í Marknagilsdepilin
Vil ikki
brenna út
– Tað eru trý ár eftir til Marknagilsdepilin kemur, og tað virkar ikki, sum nakar hevur atlit til, at skúlin
skal fungera trý ár afturat. So fyri ikki at brenna út, haldi eg, at tíðin er komin, at eg skal finna nýggjar
avbjóðingar. Tað sigur Mikkjal Helmsdal, sum eftir seks ár sum rektari í Hoydølum, nú fer í annað starv