týsdagur 18. juni 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juni 2013 · Nr. 69
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat hugsar tú fyri tær,
Kári P. Højgaard?
Joen Peter Petersen
Formaður Sandoyar
Sambandsfelag
Fyri ikki so nógvum døgum
hoyrdi vit aftur um tekniskar
trupulleikar hjá Teistanum
og hetta verður nokk ikki
síðstu ferð vit hoyra um av
lýsingar.
Las herfyri, at tunnils
gjøldini verða lækkað. Hvat
er galið, hví skulu vit, sum
búgva á útoyggjum revsast
hvørja ferð, tá SSL ikki fær
endarnar at røkka saman,
av tí, at tað er so dýrt at reka
stovnin.
Hví kann SSL ikki gera
tað soleiðis, at vit sum
hoyra til oyggjarnar, at vit
fáa eina avsláttarskipan,
at vit kunnu keypa okkum
ein KUBBA til ferjunar. Tú
skuldi kunna skjalprógva, at
tú hoyrir til eina kommunu
á einari oyggj. Tað hevði
lætt nógv um hjá teimum,
sum brúka ferjusambandið
nógv.
Sambært
Dennis
Holm er talið av ferðandi
um Suðuroyarfjørð vaksið
við 37% - úr 154.442 í 2004 og
upp í 211.878 ferðandi í 2011.
Eisini í undirsjóvartunn
lunum er ferðslan økt. Og
økta talið av bilum gjøgnum
Vága- og Norðoyatunnilin
førdi herfyri við sær prís
lækkingar.
Økt tal av ferðandi um
Suðuroyarfjørð hevur tó
ikki havt heilt somu úrslit
við sær, tí okur hava verið
fyri:
- príshækkingum
- niðurskurð í túratali
num
...okur eru eitt sindur "out
of sight, out of mind" - eisini
á hesum økinum! Skrivar
Dennis Holm.
Havi ikki tølini fyri Sand
oynna, men eg eri rættuliga
vísur í, at tey eru økt sam
svarandi við ferðingina um
Suðuroyarfjørð.
Kann ikki lata vera við
at viðmerkja tað nýggjasta
í fjølmiðlinum, um, at tað
er komið so langt við Skála
fjarðatunnilinum, at klárt er
at undirskriva í heyst.
Hvar er logikkurin hjá
Kári P. Højgaard at skula fara
undir eina tílíka verkætlan
- stór skomm - tað er í dag
ikki meira enn umleið 1 tími
at koyra av Toftum til Tórs
havn. Hvat er meiningin
- ætlar Kári P Højgaard at
niðurleggja alt handilslív á
Skálfjørðinum - ja tað trúgvi
eg.
Tað næsta, sum skal ger
ast í Runavík er vegur til
tunnilin. Um tað verður nógv
ferðsla inni á Skálafjørðin ,
ja so klárar núverandi vegur
ikki alla ferðsluna og skal tí
nýggjur vegur gerast har,
sum kemur at kosta fleiri
hundratals
milliónir.
Tað
verður ikki nakað útlendskt
felag, sum kemur at fíggja
tann vegin - hvør maður
veit, at tað verður borgarin,
ið kemur at rinda gildið.
Tað næsta verður, at tey,
sum búgva soleiðis fyri,
heldur koyra eftir landsveg
num enn ígjøgnum Skála
fjarðatunnilin til Tórshavn.
Verður hetta soleiðis fer tað
privata felagið at leggja sak
ímóti landinum fyri at vera
kappingaravlegandi og krevja
endurgjald fyri, at bilførarar
ikki brúka tunnilin.
Og tit siga, at skálafjarða
tunnilin skal fíggja Sandoy
artunnilin - tað er slutur og
tað kanst tú gloyma alt um
Kári P. Højgaard.
Sandoyggin, hon verður
avtoftað innan ikki so langa
tíð. Nei Kári P. Højgaard, royn
tú heldur at fáa fast samband
til Suðurøkið sum skjótast -
tað ongantíð ov skjótt.
Vildi hann hava starvið?
Birgir Waag
Høgnesen
Tað er heilt fanstastiskt, at
vera arbeiðsleys/ur í summ
arferiuni, segði ein sum var
til setanarsamrøðu.
Sum
arbeiðsgevari
er
tað heldur ikki nemt, tí tað
er sannleikin, sum tann ar
beiðsleysi sigur, at hava fríð
í mánansvís fyri arbeiðsloys
ispengar er deiligt.
Fyri stuttum hevði eg ein
arbeiðsleysan persón til set
anar samrøðu. Undir sam
røðuni merkti eg sera væl, at
hann ikki vildi hava starvið,
hóast eg hevði útvalt hann í
millum nógv onnur.
Forsøgan er tann, at vit
manglaði eitt sølufólk, tí onk
ur var farin úr starvi.
Vanliga er tað so, at vit
verða uppringd av áhugaðum
sølufólku ella tey senda teld
upost, har tey søkja um ar
beiði, so tá velja vit sjálvi.
Higartil hevur tað ikki
verið neyðugt, at biða ALS
um hjálp.
Men fyri stuttum gjørdu
vit so tað, at vit settu okkum
í samband við deildini fyri
arbeiðsávísing hjá ALS og
fingu so sendandi nøkur
nøvn av arbeiðsleysum.
Í millum nøvnini var ein
avgjørt skikkaður persónur,
sum vit settu okkara álit
á. Persónurin hevði verið
sølufólk, avgreiðslufólk á
fleiri
arbeiðsplássum
og
hevði rætta aldurin, sum vit
yngstu.
Eg setti honum stevnu
í Norðurlandahúsinum og
samrøðan var umleið hálvan
tíma.
Samrøðan var konstruktiv
og positiv. Eg metti meg havi
rætta persónin og gjørdi meg
nú til reiðar at greiða honum
frá hvat vit kundi bjóða.
Hann segði seg ikki hava
áhuga í eini starvsetanini.
Eg skilti einki, vit vóru ikki
komin til løn,arebeiðstíðir
og treytir annars.
Eg vil vera arbeiðsleys/
ur í minst juni, juli, august
og september, tí so fái eg løn
frá ALS í summarferiuni, var
argumentið hjá tí arbeiðs
leysa.
Hvat fert tú at siga við
ALS var næsti spurningur
hjá tí arbeiðsleysa. Um tú sig
ur, at eg ikki vildi hava starv
ið, setir ALS meg í fyra vikur
karantenu, so fái eg ongar
penga frá ALS.
Hetta er ein grotesk støða
at koma í. Eg sum hava gjørt
mær tann ómak, at velja
hendan persónin í millum
nógv onnur, setir meg nú í
tað støðuna, at eg fái skuld
ina um hann missir ALS
inntøkuna, um eg sig sann
leikan við ALS.
Segði hann ja, so fekk
hann eitt nýtt lív og ein nógv
størri inntøku og familjan
eitt betur lív.
Men tað er so deiligt at
hava summarferiu heilt til 1.
okt og ALS rinda gildið. Tað
er sannleikin.
Í staðin setti viðkomandi
sjálvur mótpartin í eina
knípu. Vit kundu svara ALS,
at tann arbeiðsleysi segði nei
at koma í starv, ella vit kundu
svara - handan persónin vilja
vit ikki hava at arbeiða hjá
okkum. Munurin er himmal
høgur.
Í fyrra svarinum hevði
hann mist pengar í fyra vikur
og í seinna svarinum kundi
hann halda summarferiu við
løn frá ALS til 1.okt.
Nei, hendan skipanin má
broytast umgangandi. Um
setanarsamrøður skulu ger
ast við arbeiðsleys, skal ein
hjásiti frá ALS sita í sama
rúmið, annars kom vit ong
antíð burturúr slíkum.
Eg haldi sjálvur, at hann
vildi hava starvið, men hin
møguleikin var hugnaligari,
í hvussu so er fyribils.
Ættarsambandið við Nólsoyar Páll
Nólsoyar-
Pálsgrunnurin
Nú bókin eftir Onnu Sofíu í
Vági um ættarsambandið við
Nólsoyar Páll er uppseld, er
ætlanin at gera eina nýggja
og dagførda útgávu við navn
ayvirliti.
Útgevari
er
Nólsoyar-
Pálsgrunnurin, og er hann
nú umskipaður nakað, so
nevndarlimirnir eru Anfinn
Kallsberg, Hans Tausen Ol
sen og Petur Nolsø.
Síðani bókin kom út í 1997
eru nógvar broytingar farnar
fram í ættini. Men tíbetur
vísir tað seg, at tað ikki er so
ringt at fáa gjørt ta nýggju
útgávuna, sum fryktandi var
fyri. Alt tilfarið til bókina er
tøkt, og rættiliga fáar mis
prentingar eru komnar fram,
og ongar í tí eldra partinum
av bókini.
Tað, sum er at gera, er at
fáa øll í ættini at hjálpa til við
at siga hvat ið er broytt. Til
at standa fyri hesum stóra
verki hava vit fingið nakrar
samskiparar.
Fyri ættina eftir Siggu
Suffíu hevur Jákup Páll
Mohr Mortensen átikið sær
hetta starv.
Fyri ættina eftir Súsonnu
Malenu er Hans Tausen Ol
sen samskipari.
Nógv tann størsta ætt
argreinin kemur frá yngstu
dótrini, Apoloniu. Hon hevði
seks børn, sum fingu eftir
komarar, og Hergerð Ziska
son er samskipari fyri eft
irkomararnar
hjá
Maren
Malene Jacobsdatter, Hans
Tausen Olsen teirra hjá Else
beth
Marie
Jacobsdatter,
Hanna Mortensen teirra hjá
Cathrine Malene Jacobsdatt
er, Brita Black teirra hjá Hans
Jacobsen Biskopstø, Napole
on Nólsoy teirra hjá Poul
Nolsøe Biskopstø, og Maria
Olsen fyri eftirkomararnar
hjá Súsonnu Biskopstø.
Grunnurin skal heita á øll
í ættini um at hjálpa hesum
samskiparum, so gott kemur
burturúr.
Vón okkara er, at alt til
farið er komið til høldar 1.
september í ár, so bókin kann
verða løgd fram í oktober.