týsdagur 18. juni 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juni 2013 · Nr. 69
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sildarok og rukkulív
– kostnaðurin av at vera hjáland
Høgni Hoydal
formaður í Tjóðveldi
Sildamálið og
makrelmálið eru
skúladømi um,
hvussu nógv tað
kostar okkum
sum tjóð og sam
felag, at vit ikki
skipa okkum sum
sjálvstøðuga tjoð
og taka ábyrgd
av okkara egnu
viðurskiftum
í heimssam
felagnum. Vit
missa í møgu
leikum, peningi
og menning og
spilla orkuna til
tess at halda á
lívi mytuna um
tann sonevnda
”rikisfelags
skapin”
”Sildarok í Singapore, rukku
lív í London Town”, syngja
Vestmenn í einum av teirra
frálíku og skemtiligu løgum.
Skal ikki meira rukkulív
spyrjast burturúr teirri álv
arsligu støðu, sum silda- og
makrelmálið prógva, so er
alneyðugt at leggja heim
astýrishamin og hjálanda
hugsanina av.
Strategisk
samáhugamál
Tjóðveldi mælti longu á
heysti í 2008 til at krevja
munandi størri makrelkvotu.
Hetta varð bygt á, at Árni M.
Dam á Norðskála av sínum
eintingum hevði savnað inn
prógv og tilfar um munandi
øktan makrel í føroysk
um sjógvi. Og saman við
Framsókn og Javnaðarflokki
num hava vit síðani 2010 lagt
trýst á landsstýrið til tess at
krevja nýggja sildaavtalu og
størri part til Føroya.
Strategiin, sum Tjóðveldið
støðugt hevur mælt til, er
greið:
1. Vit skulu vinna okkum
støðu sum sjálvstøðugt land
og umboða okkum sjálv í og
mótvegis teimum altjóða
felagsskapum,
sum
hava
týdning fyri okkara støðu
og rættindi: Tildømis ST,
WTO og EFTA. Hetta hevði
styrkt øll okkara krøv og
samráðingarstøðu umgang
andi – og hevði gjørt tað
munin truplari hjá ES ella
øðrum at hótt við stongsli og
tiltøkum.
2. Vit skulu byggja á okkara
sentralu støðu sum miðdepil
í Norðuratlantshavi, har vit
hava sera góð og greið krøv.
viðvíkjandi øllum teimum
týdningarmestu
ferðandi
fiskastovnunum: Sild, mak
reli og svartkjafti.
3. Vit skulu byggja upp okkara
strategisku
samáhugamál
(strategiskar alliansur) við
onnur lond kring Norðurat
lantshav. Ikki tí, at tey vilja
”geva” okkum nakað, tí tey
stríðast sjálvsagt fyri sínum
áhugamálum. Men tí, at vit
hava samáhugamál við tey
í málinum um at umsita og
býta bæði sild, makrel og
svartkjaft. Og tey londini,
vit skulu royna at byggja
upp strategisk samáhugamál
við eru: Ísland, Grønland og
Russland. Noreg átti sjálv
sagt at verið ein partur av
hesum, men tíverri hevur
Noreg av politiskum or
søkum valt at kasta saman
við ES í øllum málum um
ferðandi fiskastovnarnar í
Norðuratlantshavi.
4. Føroyar skulu ganga fremst
at gera havrannsóknir og
savna inn øll vísindalig prógv
um støðuna og broytingarnar
í fiskastovnunum. Tí hava
vit ár undan ári skotið
upp at játta 2 mió. krónur
afturat árliga til Havstov
una til rannsóknir í upp
sjóvarstovnunum. Og tí fekk
Tjóðveldi við bit og slit eina
undirskrivaða
avtalu
við
táverandi
minnilutastjórn
í 2011 um at byggja nýggja
Havrannsóknarskipið, sum
varð gjørt klárt undir CHE-
samgonguni. Hendan avtalan
er tíverri brotin.
5. Vit skulu miðvíst út í al
tjóða samfelagið at greiða
frá okkara støðu. Og vit
skulu stríðast fyri, at al
tjóðarættur og vísindaliga
grundaðar avtalur millum
strandalond eru grundarlagið
fyri umsiting av ferðandi
fiskatstovnum. Ikki einfaldir
búskaparligir og marknað
arligir vøddar – sum ES nú
nýtir sum grundarlag. Her
hava vit eisini samáhugamál
við nógv lond – ikki minst við
Norðurlond, sum altíð hava
sagt seg styðja altjóðarætt
mótvegis
búskaparligum
valdi.
Glantrileikurin í tí
sonevnda ”ríkis
felagsskapinum”
Men tíverri verður politiska
orkan í Føroyum spilt burtur
til at spæla tann vanliga
glantrileikin í tí sonevnda
”ríkisfelagsskapinum”. Tann
leikurin snýr seg ikki um at
reisa okkum og vinna egin
rættindi og møguleikar til
Føroya. Hesin leikur snýr
seg hinvegin um at snáka og
pussa ta uppfunnu mynd
ina av tí sonevnda ”ríkisfel
agsskapinum” – til tess at
fasthalda hjálandastøðuna
og lívsgrundarlagið hjá sam
bandsflokkunum í Føroyum
Her verður trúttað niður í
fólk, at fólkatingsmenn nokk
skulu fáa Danmark at “hjálpa
okkum stakkals føroying
unum” í silda- og makrel
málinum. Danmark skal ikki
viðgerast sum eitt vanligt
land við áhugamálum. Men
sum onkur serlig vera, ið
er sett í hendan heimin til
tess at hjálpa føroyingum
og grønlendingum ímóti tí
stóru og óndu verðini, sum
vit ómøguliga mugu gerast
ein javnsettur partur av.
Vit mugu gerast vaksin
sum tjóð og skilja, at onki
løgið er í, at Danmark hevur
síni áhugamál at røkja. Tað
einasta løgna er, at hetta ikki
verður viðgjørt opið og erligt.
Og tí missa vit ovurstór virði
og møguleikar.
Holgar danski
er vaknaður
Ein donsk myta sigur, at tá
Danmarkar ríki er í vanda, so
fer Holgar danski at vakna,
har hann hevur sitið og
sovið í katakombunum und
ir borgini á Kronborg.
Og hendan leiklutin sum
Holgar danski, spælir ongin
so væl sum Edmund Joensen.
Pressuskrivini rapla út yvir
føroyska almenningin við
einum og sama boðskapi:
Danska
eindarríkið
er
í
vanda! Men nú hava Edmund
og Sambandsflokkurin fingið
donsku stjórnina at hjálpa
Føroyum, so at danska ríkið
kann liva lukkuliga áfram
við sínum hjálondum – uttan
nakra broyting. Føroyingar
sleppa undan at taka ábyrgd,
tí hetta skal Danmark nokk
orðna og bjarga okkum burt
urúr.
Men
vit
minnast
øll,
hvussu tað gekst, tá ið Ed
mund Joensen seinast skuldi
“fáa Danmark at lyfta eitt
mál uppá hægsta politiska
stig” og helt uppá, at tann
sonevndi
"ríkisfelagsskap
urin" skuldi hjálpa Føroyum
í sildabýtinum.
Sannleikin um
sildabýtið
Í 1995 -1996 savnaðust strand
alondini at samráðast um
Norðhavssildina. Tey vóru
Noreg, Ísland, Føroyar og
Russland.
Fiskifrøðingar
høvdu lagt fram eitt vísind
aligt grundarlag fyri einum
býti.
Tað politiska býtið, sum
lá á borðinum í 1995, var, at
Føroyar áttu 6,5%. ES var
ikki strandaland, tí Norð
havssildin er nærum ikki í
ES sjógvi. Tó hildu stranda
londini, at ES átti at fáa 1%.
Hetta býtið var ov lítið fyri
Føroyar sambært søguligum
tølum. Edmund Joensen var
løgmaður, og hann vildi nú
hava Danmark at hjálpa og
vildi "lyfta samráðingarnar
upp á eitt hægri politiskt
stig". Tað er jú Danmark,
sum umboðar Føroyar í utt
anríkismálum. Og hvat var
úrslitið?
Jú,
Edmund
vildi
hava Danmark við inn til
samráðingarborðið.
Dan
mark segði sjálvandi takk fyri
tilboðið. Danmark kravdi, at
ES skuldi gerast strandaland.
Og endin varð í 1997, at ES nú
fekk 8% av sildini, hóast tey
als ikki vóru strandaland!
Føroyar mistu 1,5% av tí, sum
hevði ligið á borðinum, og
endaðu við at fáa 5%. So væl
royndist ”ríkisfelagsskapur
in” hjá Edmundi.
Burturúr hesum partinum
av Norðhavssildini, sum ES
og Danmark als ongan rætt
høvdu til, hevur danska pel
agiska vinnan fingið stóran
vinning alt síðani 1996 – í
heili 17 ár.
Veruleikin um
revsitiltøkini
Danmark og ES dugdu altso
sera væl at gagnnýta støðuna
og Edmund í 1997. Og hetta
áttu vit sjálvandi at lært
av. Men nú skulu vit aftur
dagliga hoyra um, at Dan
mark skal royna at "avmarka
boykott" og so framvegis. Og
tað fer at koma meiri enn.
Vit fara at hoyra um fólka
tingsmenn, sum siga, at teir
trýsta
donsku
stjórnina,
men "at Danmark fær onki
gjørt og hevur als onga veru
liga ávirkan á málið. Men at
danska stjórnin kann trýstast
til at atkvøða "blankt", tí tað
er frægasta loysnin, ið kann
fáast". Og so framvegis.
Men veruleikin er tann,
at Danmark kundi sjálvsagt
havt
steðgað
revsiheim
ildunum hjá ES í fjør. Tey
atkvøddu
blankt
millum
ráðharrarnar. Og Danmark
kann eisini steðga revsitil
tøkum móti Føroyum nú, um
tey veruliga leggja nakað
í tað. Hugsið tykkum, um
ES ætlaði at boykotta Nið
urlendsku Antillurnar, tær
fronsku koloniirnar ella tey
eftirverandi bretsku hjálond
ini. Halda tit, at tað nakrantíð
hevði komið hartil í ES? Tað
hevði langt síðani verðið
steðgað í føðingini.
Danmark
kundi
eisini
sagt týðiliga: Tað var ein heilt
skeiv gongd og eitt skeivt býti,
tá ES gjørdist strandaland
í Norðhavssildini – og entá
fekk meira enn strandalandið
Føroyar. Tí eigur ES sjálvandi
at geva hendan órætta partin
frá sær. Tá hevði skjótt kunn
að fingist semja millum øll
strandalondini, tí bæði Ís
land og Russland eru púra
samd við okkum um, at ES
átti ongantíð henda partin.
Men Danmark velur ikki
at gera hetta, tí tey viga onn
ur og egin áhugamal hægri.
Tess fyrr, vit ásanna hetta,
tess betri verða okkara møg
uleikar – og tess betri kunnu
vit samskifta við Danmark
og onnur sum vaksin og javn
bjóðis fólk.
Ein vitjan til pussingar
Tíverri tykist endamálið við
komandi vitjanini hjá danska
forsætisráðharranum í Før
oyum ikki at vera at fáa nakr
an veruleika á borðið. Heldur
er endamálið eittans: At
halda uppi hesi mytuni um
”ríkisfelagsskapin”, sum skal
bjarga og hjálpa okkum, so at
vit ikki skulu finna uppá at
taka ábyrgd av egnum landi
og gerast ein sjálvstøðug tjóð.
Og hetta fer at verða messað
aftur og aftur í sambandi við
vitjanina.
Kostnaðurin av
at vera hjáland
Men henda støðan vísir enn
einaferð, at vit missa ovurstór
virðir og møguleikar, tí at
vit fáa ikki handlað frælst
í altjóða samfelagnum. Og
hetta hevur verið læran av
allari okkara søgu. Øll tey
rættindi, sum í dag eru lívs
grundarlagið undir okkara
samfelag, eru vunnin tá vit
hava tikið ábyrgd sjálv, hava
reist okkum og hava virkað
sum ein sjálvstøðug tjóð. Og
í øllum hesum førum hava
vit í langsámiliga tíð spilt
orku og møguleikar burtur,
tí afturhaldið hevur tvíhildið
um, at onkur annar skuldi
”hjálpa” okkum og ”geva”
okkum okkurt framíhjá í
teirri ófrælsu støðuni sum
hjáland.
Lat meg bert
nevna trý dømi:
- Í 20 ár stríddist Tjóðveldi
fyri at fáa egið fiskimark.
Seinni tóku fleiri undir. Men
Danmark kundi ikki arbeiða
fyri hesum, tí tey høvdu
góðar handilsavtalur um at
flyta smør, egg og bacon til
Bretlands. Tí sluppu bretar at
trola inn í klettin heilt fram
til 1964. Tað hevur kostað
Føroyum milliardir í peningi
og mistum møguleikum og
menning.
- Í 30 ár stríddist Tjóð
veldi fyri at fáa ræðið á und
irgrundini. Seinni tóku fleiri
undir, og vit samráddust í 17
ár við Danmark. Tey vildu
ikki sleppa hesum, tí tey
mettu tað sum ein stóran
fyrimun fyri danskt vinnulív
og altjóða støðu, at hava
hetta aktiv. Hvat hevur tað
ikki kostað okkum í vantandi
menning av oljuleiting undir
Føroyum? Ikki fyrr enn vit
sjálv tóku ábyrgdina, hendi
nakað og møguleikarnir lótu
seg upp.
- Í 30 ár hava vit stríðst
fyri at fáa ræðið á okkara
egna loftrúmi. Hvat hevur
tað ikki kostað okkum í
vantandi inntøkum menn
ingarmøguleikum? Eins á øll
um øðrum økjum fer tað at
skapa arbeiðspláss, inntøkur
og møguleikar, tá vit taka
ábyrgdina sjálv.
Og so fer eisini at vera
við okkara altjóða samráð
ingunum um ferðandi fiska
stovnar.