hósdagur 20. juni 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Fyrsta almenna vitjanin hjá
Helle
Thorning-Schmidt
sum forsætisráðharri var
merkt av hóttanini frá ES
um handilstiltøk og havna
stongsul móti Føroyum.
Dagin
fyri
forsætis
ráðharrin lendi í Vágum
sendi landsstýrið svar til
fiskivinnukommisserin í ES.
Í svarinum krevur landsstýr
ið fair play frá stórveldinum,
heldur
enn
boykott.
Í
sama andadrátti staðfesti
løgmaður, at sildatrætan er
ein avbjóðing fyri ríkisfelags
skapin:
- Vit kunnu ikki finna
okkum í, at ein partur av
ríkinum boykottar okkum.
Tí er hetta málið ein tann
størsta avbjóðingin hjá ríkis
felagsskapinum, og vit for
vænta, at Danmark tekur
okkara partí, segði Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmaður.
Fær atkvøðuna
Í samrøðu við Sosialin ger
Helle
Thorning-Schmidt
greitt, at koma fráboðaðu
tiltøkini móti Føroyum til
atkvøðugreiðslu í ES, so fer
Danmark at atkvøða ímóti.
- Jú, Danmark atkvøður
ímóti tiltøkum ímóti Før
oyum. Men okkara atkvøða
munar lítið, tá talan er um
meirilutaavgerð í ES, sigur
Helle Thorning-Schmidt.
Spurd, hvussu hon hevur
tað við at fara til Brússel og
atkvøða ímóti leistinum hjá
Mariu Damanaki, fiskivinnu
kommisseri, sigur forsætis
ráðharrin:
- Tað gera vit fegin, tí vit
leggja stóran dent á ríkis
felagsskapin.
Tað
hevur
stóran týdning fyri okkum
at verja áhugamálini í ríkis
felagsskapinum. Og í ES er
eingin í iva um, hvørja støðu
Danmark hevur til hetta
málið, sigur Helle Thorning-
Schmidt.
Harvið
fær
løgmaður
tann stuðul úr Danmark,
sum hann eftirlýsti á tíðinda
fundi í Tinganesi mánadagin.
Men stuðulin er, sum
forsætisráðharrin sjálv ger
greitt, ikki meira verdur enn
so, at meirilutin í ES fram
vegis kann seta trumf á í
sildatrætuni, bæði við boy
kott á innflutning úr Føroy
um og við at stongja havnir
í ES fyri føroyskum skipum.
Kílin
Forsætisráðharrin ger í sama
viðfangi greitt, at Danmark
hevur bundið seg til at fylgja
tí avgerð, sum ES tekur í
sildastríðnum við Føroyar.
Eisini um talan verður um
boykott og havnastongsul.
- Vísir tað seg, at ES setur
tiltøk í verk móti Føroyum,
so hevur Danmark bundið
seg til at fylgja teimum til
tøkum, ið ES setir í verk. So
leiðis er tað nú einaferð, sigur
Helle Thorning-Schmidt við
Sosialin.
Hon ásannar tí, at Dan
mark sum partur av ES kann
koma í ta støðu at boykotta
Føroyar.
Spurd,
hvussu
tann støðan kann ávirka
ríkisfelagsskapin,
svarar
forsætisráðharrin:
- Tað er sjálvandi ein
ólukkulig støða at koma í, um
vit skulu seta í verk tiltøk móti
Føroyum. Og tað er júst tí, at
vit mugu stríðast, alt tað vit
kunnu, fyri at sleppa undan
at koma í ta støðuna. Og tað
er har, at Danmark skal gera
sítt arbeiði í ES, sigur Helle
Thorning-Schmidt.
Forsætisráðharrin sigur
seg hava eitt boð uppá,
hvussu ríkisfelagsskapurin,
ið hon ynskir at verja og
hjúkla um, kann yvirliva eitt
møguligt ES-boykott.
-
Ríkisfelagsskapurin
kann rúma einari slíkari
støðu, um vit gera okkum
púra greitt, at talan ikki er
um eitt mál millum Danmark
og Føroyar. At hetta er og
verður ein spurningur mill
um Føroyar og ES. Vit kun
nu brúka nógva orku at
diskutera, hvørt hetta er
eitt mál millum Føroyar og
Danmark. Tað meti eg tað
ikki vera, og vit mugu har
umframt ongantíð gloyma,
at loysnin er at finna við
samráðingarborðið,
sigur
Helle Thorning-Schmidt.
Potentiella støðan, har
ein partur av ríkinum boy
kottar ein annan part av ríki
num, fyllir framvegis nógv í
hugaheiminum hjá løgman
ni.
- Kemur Danmark í ta
støðu at noyðast út í eitt
ES-boykott av Føroyum, so
er tað ikki bara ein skøva í
lakkið, men ein bugla á bilin.
Ein slík støða kann fáa av
leiðingar, sum tú ikki kann
stýra. Og tí mugu vit dempa
harða retorikkin og fáa málið
aftur á beint, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen.
Løgmaður vísir á, at tað er
als ikki haldbart, hvørki fyri
Føroyar ella Danmark, um før
oyskur uppsjóvarfiskur ikki
sleppur uppá land í Danmark,
ella føroysk skip ikki sleppa til
bryggju í donskum havnum.
Samráðingar
Í svarinum til Mariu Dama
naki førir landsstýrið fram,
at eftir teirra tykki hevur ES
brotið við altjóða reglur um
seming áðrenn sanktiónir.
Tað er tó eitt annað brot í
svarinum úr Tinganesi, sum
Helle
Thorning-Schmidt
festir seg við:
- Eg havi noterað mær,
at Føroyar siga seg ynskja
samráðingar, sigur forsætis
ráðharrin og heldur fram:
- Vit mugu minnast til,
at tað eru Føroyar, sum
samráðast og áseta kvotur
nar. Hesi viðurskifti hevur
Danmark onga ávirkan á.
Men sum nevnt, so havi eg
noterað mær, at landsstýrið
í svarinum sigur seg ynskja
samráðingar. Tí vóni og
vænti eg, at landsstýrið eisini
aktivt ger nakað fyri at fáa
trætuna inn aftur á sam
ráðingarborðið, sigur Helle
Thorning-Schmidt.
- Tað skulu tvey til ein
góðan dans. Tí mugu bæði
Føroyar og ES vera sinnað
at samráða seg til eina
loysn, sigur Helle Thorning-
Schmidt við Sosialin.
Fyri
løgmann
hevur
stuðulin úr Danmark stóran
týdning.
- Eg noteraði mær, at Dan
mark atkvøddi blankt, tá
ES-nevndin vildi útvega sær
sanktiónsamboðið. Tað var
ikki gott fyri okkara støðu.
Nú havi eg fingið vissu fyri,
at Danmark fer at atkvøða
ímóti sanktiónum móti Før
oyum, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Danska støðan, saman við
svarinum úr landsstýrinum
til Mariu Damanaki mána
dagin, styrkir løgmann í
vónini um at sleppa undan
tiltøkum úr ES.
- Eg havi fingið vissu fyri,
at Danmark fer at gera sítt
til at forhála møgulig tiltøk
móti Føroyum, umframt at
Danmark ger púra greitt, at
tey atkvøða ímóti revsitil
tøkum. Harumframt hevur
landsstýrið víst á møguleik
an fyri at nýta seming, um
framt at vit geva greitt til
kennar, at vit ynskja samráð
ingar. Samanlagt styrkir tað
meg í trúnni á, at fráboðaðu
sanktiónirnar vera av ong
um, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
ES setir kíla í ríkisfelagsskapin
Danmark hevur einki annað val enn at fylgja Evropeiska Samveldinum í sildastríðnum,
eisini um tað gongur út yvir Føroyar. Tað staðfestir Helle Thorning-Schmidt, sum
brúkar alla sína orku til at tosa um samráðingar, ið mugu takast uppaftur