Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Cruise – ferðavinna Photo-stop Reportasja. Fototólini klikka alla tíðina og seyður, flagtekjur og søljur eru millum yndismotivini, meðan alskyns upplýsingar um Føroyar verða sodnaðar í bussinum. Sosialurin hevur fylgt nøkrum týskum og sveisiskum ferðafólkum, sum komu til Føroya við ferðamannaskipinum Delphin seinasta týsdag. Orð: Dánjal Højgaard Myndir: Anna K. Højgaard Úti á molanum í Havn, har fólk vanliga ikki sleppa at ganga, er lívligur aktivitetur. Klokkan er farin av eitt og ferðamannaskipið Delphin hevur júst lagt at. Umborð eru 421 ferðafólk, sum eru komin úr Bremerhaven í Týsklandi. Á havnarkei standa buss­ arnir lið um lið og bíða eftir fremmandu gestunum, sum í dag fyri tað mesta eru týsk­ arar. Ann-Mari frá MB Tours gongur aftur og fram við einum lista og og krossar av, alt meðan hon tingast við týska ferðaleiðarin Arine, sum tosar í eitt walkie-talkie og dirigerar fólkinum í land. Oddur er klárur Frammanfyri ein buss hjá Bygdarleiðum, sum í dag eit­ ur bussur nummar 4, stendur ferðaleiðarin úr Fuglafirði, Oddur á Lakjuni, í bláari knappatroyggju og svørtum regnjakka. – Hetta er fyrsti túrurin hjá mær á týskum í ár, sigur Oddur vælhýrdur. Hann var á málskeiði í Týsklandi sum yngri og hevur eisini havt týskt á univeritetinum, men hevur annars lisið søgu í Skotlandi tey seinnu árini. – Fremsta uppgávan er at geva teimum eina góða upp­ living. Um okkurt óvænta hendir mást tú duga at broyta ætlan, og um tað er stressandi, mást tú ikki lata tað koma til sjóndar, sigur Oddur, sum tó sýnist at taka tað ógvuliga róligt. Í landgongdini knossast manningin við at fáa ein eldri mann trygt í land. Alt meðan ein gomul kona við gongu­ stativi hevur sett beina kós ímóti einum bussi, sum er ætlaður fólki við Parkinson- sjúku, fáa vit at vita. Spenningur um veðrið Á keiini veittra føroysk fløgg til heiðurs fyri frem­ mandu gestunum, sum leggja nógv fyri at uppliva Føroyar. Hetta er fyrsti steðgurin hjá Delphin á eini 17 daga norðuratlantiskari cruiseferð, har leiðin gongur til Íslands, Svalbarð, Norðkap og Bergens. – Veðrið hevur alt at siga. Keðiligt veður gevur eitt negativt inntrykk, og tá kann túrurin eisini blíva langligur, forklárar ferðaleiðarin, með­ an Ann-Mari og Ariane diri­ gera teimum seinastu ferða­ fólkunum inn í bussarnar. Tá klokkan er hálvgunn tvey startar sjafførurin úr Sumba, Poul Johannes Poul­ sen, motorin og snarar bussi nummar 4 inn móti Havnini. Dagsins útferð eitur: Kvívík- Leynar-Kirkjubøur. Enn er turt, men himmalin omanfyri Havnina er hótt­ andi gráur. Oddur veit, at hettar kann blíva ein avbjóðing Bankamaðurin úr Düsseldorf Meðan Poul Johannes koyrir niðan eftir R.C.Effersøes­gøtu tekur Oddur tey umleið 80 fólkini í bussi nummar 4 við á eina søguliga snarferð. Aftur til niðursetufólkini og tíðina undir norskum og donskum kongum. Fram til heimastýrið. Meginparturin av fólk­un­ um er væl omanfyri tey hálvt­hundrað. Nógvir pen­ sjonistar. Í praktiskum klæð­ um, sum tola føroyskt veður. Fleece. Troyggjur. Regn­jakk­ar. Og tey flestu við einum fototóli í hondini. Ella um hálsin. – Klikk, ljóðar apparatið hjá Heinrich Wo Borgerding úr Düsseldorf, tá bussurin fer framvið sølumiðstøðini, sum Oddur hegisliga hevur fingið smoygt inn í frá­søgn­ ina. SMS og yvirvaksnu re­ kla­mumyndirnar av vøkrum kvinnum eru skrásett á display´inum. Heinrich er fyrrverandi bankamaður. Hann er 72 ára gamal og á pensjónsárum er hann farin at ferðast saman við vinmanninum. Tað var eitt tilboð í bløðunum, har hann fekk ferðina fyri hálvan prís – fyri knappar 19.000 kr. í okkara peningi. Í Hoydølum fáa tey eyga á heimaseyðin, sum gongur á trøðni hjá Hilmari Kass. Tólini klikkja og við eitt eru úthúsini og smálombini hjá fyrrverandi formanninum í gamla sjálvstýri skrásett í fleiri privatum týskum myndasøvnum. Framhald Fráferð Ferðafólkini á cruiseskipinum Delphin ganga út í bussarnar á Molanum í Havn seinasta týsdag.