mánadagur 24. juni 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Broyta ikki mátan
at býta grind upp á
GRINDABÝTI Tað er í ordan, at grindamenn nú skulu á skeið siga sýslumenninir,
sum samstundis eru øgiliga ymiskir á máli um, hvussu tað er best at býta grind
Áki Bertholdsen
Tað er í fínasta ordan, at
tað nú verður kravt, at
grindamenn skulu á skeið og
skulu hava prógv, áðrenn teir
sleppa í grind.
Tað halda teir føroysku
sýslumenninir, sum eru ov
asti myndugleiki í grind.
Allir
sýslumenninir
í
Føroyum hittust á fundi í
vikuni, har teir viðgjøru
ætlanina hjá Jacob Vester
gaard at broyta grindareglu
gerðina.
Ein broyting er, at allir
grindamenn skulu á skeið í at
avlíva hval, áðrenn teir slep
pa í grind.
Tá ið skeiðið er liðugt, fáa
teir váttan fyri at teir hava
tikið skeiðið og tann váttanin
skal vísast fram í grind, tá ið
sýslumaður
ella
grindaformaður biður um
tað.
Ein onnur broyting, er, at
í framtíðini skal bara vera
loyvt at avlíva hval við mønu
stingara og samstundis verð
ur blásturkrókurin einasti
loyvdi grindakrókur.
Gamli knívurin og sókn
arongulin kunnu bara brú
kast í heilt serligum før, tá ið
sýslumalur ella grindafor
maður hava givið serligt
loyvi til tað.
– Vit halda, at tað er í
fínasta ordan, at grindamenn
skulu á skeið, sigur Finnbogi
Midjord, sum er sýslumaður
í Sandoy, Streymoy og í
Vágum.
Tað vera sýslumenninir,
sum skulu skipa fyri skeið
num og tað hava teir einki
ímóti.
Finnbogi Midjord sær fyri
sær, at skeiðið verður eitt
kvøld, har djóralæknin greið
ir teimum frá um at avlíva
hval.
Nýggi reiðskapin, mønu
stingarin og blásturkrókurin
skal lúka heilt ávís mál og
sýslumenninir hava eisini
reist spurningin, hvør skal
útvega reiðskapin, skulu tað
vera kommunurnar, landið,
ella grindamenn sjálvir.
– Nógvir gera sær sín egna
reiðskap, men tað er ikki vist,
at hann lýkur ásettu málini.
– Tí tosaðu vit um at tað
kundi verið eitt hugskot at
fingið góðkendar grinda
menn, við góðkendum reið
skapi og fyri at kenna teir
burtur úr, kundu teir verið í
serligum vestum.
Ójavnir á máli
Í Sosialinum í farnu viku helt
formaðurin í Grindamanna
felagnum, Ólavur Sjúrðar
berg, at vit eiga at endurskoða
grindabýtið, so at grind í
øllum landinum verður býtt
á sama hátt sum í Suðuroy,
har eingir drápspartar eru,
men har alt ferð í heima
partar, so at øll, heilt frá
reivabarninum til oldingin,
fáa javnt stóran part
Hetta
var
eisini
ein
spurningur, sýslumenninir
tóku upp á felagsfundinum.
– Í hesum spurninginum
eru vit rættiliga ójavnir á
máli, sigur Finnbogi Mid
jord.
Hann sigur, at onkrir
sýslumenn taka undir við
suðuroyarmátanum,
men
aðir halda, at tað er rætt at
halda seg til drápspartar.
Sjálvur tekur Finnbogi
Midjord undir við, at dráps
partarnir verða varðveittir.
– Mítt øki er so stórt, at eg
ivist í um tað hevði borið til
at funnið eina skilagóða
skipan, har øll grindin verður
býtt í heimapartar. Taka vit
Sandagerð sum dømi, ivist eg
í um tað hevði klárað at tikið
ímóti eini so stórari grind, at
hon kundi verið býtt í
heimapartar.
– Samstundis vísir tað seg,
at nú á døgum eru grindirnar
so smáar, at tað hevði verið
tórført at býtt hana í heima
partar.
Men í Havn ber tað kortini
til at skriva seg upp til
heimapart og tað verður
eisini skift í heimapartar, tær
hendinga ferðir, grindirnar
eru nóg stórar.
Finnbogi Midjord heldur
eisini, at tað er ikki rættvíst
at útróðrarmenn, og aðrir
bátar, sum brúka eina heilan
dag og hundraðtals krónur,
ella kanska túsundtals krón
ur í olju, ikki skulu fáa ein
eyka grindapart fyri tað.
Hann veit væl, at grindir
verða eisini riknar í Suðuroy,
hóast bátarnir ikki fáa eyka
part.
Men hann veit eisini, at
hetta er ein skipan, summir
ikki eru fegnir um.
Eingin trupulleiki
Ein grundgeving fyri at fara
burtur
frá
drápspartum
er, at teir eggja so nógvum
bátum og monnum at fara í
grind, at tað mangan elvir til
óneyðugan ruðuleika.
Víst
verður
eisini,
at
nógvir grindabátar og menn
tekna seg til drápspart, sum
yvirhøvur ikki hava verið í
grind.
Hesum er Finnbogi Mid
jord ikki samdur í.
– Tað slepst neyvan und
an, at onkur teknar seg fyri
part, sum ikki hevur verið í
rakstri ella drápi.
– Men tað er ikki tað stóra
talið og samanumtikið hevur
tað lítlan og ongan týdning.
– Í grundini merkir tað
bara, at nøkur fólk afturat
fáa eitt kók og tað er eingin
skaði í tí.
Sýslumaðurin sigur, at
tvey tey síðstu drápini í
Vestmanna, hevur hann tikið
myndir av øllum bátunum,
sum hava verið í rakstrinum
og í grindini. Og tá ið ið
partarnir
verða
teknaðir,
vísir tað seg at samsvara
næstan fullkomiliga við teir
bátar, sum tekna seg fyri
drápspart.
– Tí haldi eg ikki, at tað
er nakar trupulleiki, sigur
Finnbogi Midjord.
Eg ivist í um tað hevði borið til at
funnið eina skilagóða skipan, har øll
grindin verður býtt í heimapartar
Vit halda, at tað er í fínasta ordan,
at grindamenn skulu á skeið
GRINDADRÁP
Sýslumennir í Føroyum taka undir við, at grindamenn skulu á skeið, men teir eru rættiliga ójavnir á máli um, hvussu tað er best at býta grindina.