Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað vikusíðan VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld. Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðar­deildini í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan. Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00. Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Grafisk framleiðsla: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útbering: Posta Miðlahúsið Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sos.fo Viðmerkjast: Vikublaðið Eyðun Samuelsen Lýsingarráðgevi es@sos.fo tel. 212577 Signar í Homrum Lýsingarsamskipari lysing@sos.fo tel. 278860 Magnus Gunnarsson Lýsingarráðgevi maggi@sos.fo tel. 216135 Súkkla fyri krabbasjúkum børnum Fyri fyrstu ferð verða pengar savnaðir til føroysk krabbasjúk børn. Tað verð­ ur gjørt við at súkkla til París. – Tá barnið verður sjúkt, er tað altíð ein stórur fíggjarligum smeitur, sigur Krabbameinsfelagið, sum fegnast um átakið Eg vil ikki brenna út – Eg síggi fyri mær, at komandi trý árini á skúlanum verða tung og strævin at koma ígjøgnum, og skal eg ikki brenna út, er tað nú, eg skal royna okkurt nýtt, sigur Mikkjal Helmsdal, fráfarandi rektari í Hoydølum. Sum fluga í fløsku – Man skal ikki bara yvirliva, man skal eisini liva, sigur deildarsjúkrasystir á Lágargarði. Á ellis- og røktarheimum stríðast starvsfólkini fyri at tryggja teimum gomlu ein virð­ iligan gerandisdag, tá skerj­ ingar verða gjørdar Vikan ið fór Birgir W. Høgnesen marknaðarleiðari birgir@sos.fo tel. 284444 Avgreiðsla/bókhald tel. 341800 Vinn gávukort upp á 25.000 krónur frá Bónus Rás2 skipar nú fyri einari nýggjari sms-kapping, har høvuðs­- vinningurin er eitt gávukort upp á 25.000 krónur frá Bónus í Hoyvík – Høvuðsvinningurin hesaferð er eitt gávukort frá Bónus í Hoyvík upp á ikki minni enn 25.000 krónur, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Tað er í sambandi við, at nýggi Bónus­handilin letur upp týsdagin 9. juli, at Rás2 hevur fingið til vega henda sera forkunnuga vinning. Nýggi Bónushandilin er á horninum Atlagøta/Karlamagnusar­gøta í Hoyvík. Gávukortið frá Bónus skal brúkast í nýggja Bónushandlinum í Hoyvík. – Kappingin fer at koyra fram til leygar­dagin 6. juli, tá sannur hátíðardámur verður í Hoyvík í sambandi við tiltak, sum Bónus skipar fyri á økinum við Bónushandlin hendan dagin, sig­ur Jonhard Hammer. Tiltakið verður á parkerings­pláss­ inum uttan fyri nýggja Bónushandilin, har eitt nú danska rockmamman, Sanne Salomonsen, fer at sygnja, eins og okkara egnu Jens Marni Hansen, Hallur Joensen, Signar í Homrum og bólkurin, Flamma. – Trøllapætur og klovnurin, Bubu, koma harumframt at vitja tey smærru børnini.  Eisini kunnu børn­ ini m.a. stuttleika sær í hoppiborgum, karusellum og koyra minitok. Undir­ haldið er ókeypis, men Hvonn og Okkara fara at selja mat og drykkju­ vørur, so ongum nýtist at ganga svang­ur og tystur, sigur Bónus í tíðinda­skrivi. Karlamagnusarbreyt er ætlað sum handilsgøta í býlinginum við Løg­ mannabreyt, og Bónus verður sostatt fyrsti handilin í nýggju handilsgøtuni. Handilin í Hoyvík verður líka stórur sum Bónus í Miðlon – 850 fermetrar. 20 fólk eru sett í starv í Bónus í Hoyvík, og tilsamans starvast 120 fólk í Bónushandlunum kring landið. Send sms-boð við tekstinum: bon til 1940 – Um kvøldið leygardagin 6. juli fer Rás2 eisini at senda frá stóra tiltakinum, og beint áðrenn vit gevast at senda, fara vit at kunngera, hvør er hepni vinnarin av hesum stóra vinninginum, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2 Nýggi Bónus­handilin á Karlamangusarbreyt letur upp týsdagin 9. juli Mynd: Álvur Haraldsen