Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 4 vikutíðindi Kjøt og blóð á tíðindameldurin Síðstu vikurnar hevur Sosialurin lagt seg eftir at koma nærri fólkunum, ið søgurnar í dagliga tíðindameldrinum ofta fara lætt um. Royndi journalisturin Dánjal Højgaard letur úr hondum reportagu í Sosialinum hvønn mánadag. - Hetta er ein roynd at koma nærri fólkunum aftan fyri søgurnar. Hug­ skotið er at taka lesaran við, har søgurnar fara fram. Tað veri seg út á arbeiðsplássið ella út í ta aktuellu støðu, ið søgan byggir á, sigur Dánjal Højgaard. Royndi jounalisturin hevur ikki verið at sæð í fjølmiðlaheiminum síðstu árini, meðan hann hevur lisið løgfrøði burturav. Nú er prógvið komið í hús, og journalistikkurin tikin fram­ aftur. Dánjal Højgaard er knýttur at Sosialinum, og uppgávan er at geva lesarunum nakað, ið ikki hevur verið so vanligt í føroyska fjølmiðlaheiminum síðstu árini. Í Sosialinum hvønn mána­ dag er ein berandi reportaga, ið tekur støði í einum av aktuellu evnunum úr tíðindameldrinum. – Við reportaguni kunnu vit rað­ festa upplivingina. Tað snýr seg um at vera til staðar. Fara niður í detaljuna, og haðani seta problematikkin í perspektiv, sigur Dánjal Højgaard. Aktualitetur Higartil hevur journalisturin gjørt reportagu við einari av teimum kvinn­ um, sum gongur ímóti rákinum. Re­ portagan hevur støði í ST-frágreiðing, sum staðfestir at kvinnurnar eru ov illa umboðaðar í leiðarastørvum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eisini hava vit fylgt lesandi, ið terpa til próvtøku, og vit hava verið til arbeiðis á ellis- og røktarheimum, ið eru rakt av sparingum og skerjingum. Í Sosialinum í kvøld eru vit farin ein túr við útlendskum ferðafólki, ið koma til landið við cruiseskipum fyri at vitja oyggjarnar nakrar tímar. Alt aktuell evni, har vit fara koma nærri fólkunum aftanfyri søgurnar í tíðindameldrinum. Reportagan er fastur táttur í Sosialinum hvønn mánadag. Myndin er eitt berandi element í reportagunum. Anna K. Højgaard er útbúgvin fotografur við drúgvum roynd­um, og fylgir hon við journa­ listinum á ferð. Journalisturin Dánjal Højgaard til arbeiðis, her saman við týskum ferðaleiðara, tá Delphin um dagarnar vitjaði í Føroyum. Mynd: Anna K. Højgaard Knappliga fer eitt ljós at bunka á vegginum og ein alarmur sigur frá, at brúk er fyri hjálp á einum ørðum kamari. ”Bibb, bibb, bibb” sigur tað títt, og í hinum endanum á deildini hoyrast róp. Ruth sleppur øllum, hon hevur í hondunum og loypir avstað. Eitt av búfólkunum er farið á wc og hevur brúk fyri hjálp, men tá hon kemur fram er onkur longu komin til hjálpar. Tær friðsomu løtunar við persónligari samveru saman við búfólkunum eru avmarkaðar. Røktin kallar. - Brot úr reportaguni ”At liva og at yvirliva”, um skerjingar á eldraøkinum.