mánadagur 24. juni 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 26 l 24. juni 2013
6
Lýsing
vikustjórin
Fiskaríteknologur á odda
hjá Sjógæta við Norðskála
Umleið helmingurin av framleiðsluni hjá Sjógæta verður seldur á føroyska marknaðinum, og hin helmingurin fer
av landinum. – Heimamarknaðurin er ov lítil til at bera alla okkara framleiðslu, sigur stjórin, Hans Marius í Byrgi
Vilmund Jacobsen
Hans Marius í Byrgi í Søldarfirði er
stjóri í Sjógæta, sum er virkið við Norð
skála, ið framleiðir ymiskar fiskavørur,
fiskafrikadellur og fiskafars til før
oyska heimamarknaðin.
Men, heimamarknaðurin fyri fiska
vørum er ikki nóg mikið hjá eini slíkari
fyritøku, sum hevur fólk í arbeiði.
Umleið helmingurin av umsetn
inginum hjá felagnum er av sølu í
Føroyum og hin helmingurin av sølu
uttanlands.
Aftrat sær í felagnum hevur Hans
Marius toftamannin, Jóhannus M. Ol
sen, ið eigur helmingin av fyritøkuni.
Toftamaðurin eigur línuskip og
hevur eisini annað virksemi, og tí er
Hans Marius tann aktivi parturin í
felagnum við Norðskála.
Sjálvur er stjórin hálvur søldfirð
ingur og hálvur toftamaður, uppvaksin
í Byrgisbrekkuni í Søldarfirði.
Fiskaríteknologur
Hans Marius í Byrgi hevur útbúgving
sum fiskaríteknologur, og útbúgving
ina tók hann í Esbjerg.
- Vit vóru í Danmark árini 1994-
2005, og tá vit komu heimaftur, fór eg
at arbeiða hjá Friomar við Norðskála,
sum húsaðist í sama bygningi, sum
vit nú húsast í. Tá so Friomar gavst,
stovnaðu Jóhannus M. Olsen og eg í
2007 Sjógæta.
Áðrenn Hans Marius og konan,
Elisabeth, sum er úr Saltangará, fluttu
til Danmarkar, sigldi hann eitt nú sum
framleiðsluleiðari við grønlendskum
flakatrolara, og longri afturi í tíðini
sigldi hann eitt nú við flakatrolaranum
Vesturvón.
- So, eg havi fingist við fisk í rætti
liga nógv ár tilsamans, sigur stjórin.
Áhugin er stórur
Hans Marius í Byrgi vísir á, at Sjó
gæti hevur stóran áhuga í heima
marknaðinum, og tí er felagið javnan
at síggja í Vágsbotni við fiskavørum,
umframt at felagið eisini ger eitt
rend til Suðuroyar og í Vágar umleið
eina ferð um mánaðin. Selt verður úr
snotuligum vogni, sum er innrættaður
til endamálið.
Samstarv við Tavuna
Sjógæti hevur eitt ávíst samstarv
við Tavuna í Leirvík, haðani virkið við
Norðskála keypir sítt gulllaksafars.
- Í gulllaksavertíðini plaga vit eisini
at selja fars fyri Tavuna, tá vit eru úti
við við okkara fiskavørum.
Hans Marius í Byrgi sigur, at eing
in flakamaskina er á virkinum við
Norðskála, men tey hava maskinur at
skrædla fiskin við.
- Vit keypa meginpartin av okkara
fráfiski á Fiskamarknaði Føroya, og
allur fiskurin verður skorin við hond.
So, samstundis sum vit gjarna vilja
dekka heimamarknaðin, er Sjógæti
eisini eitt arbeiðsskapandi fiskavirki,
sigur Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjó
gæta.
Hann hevur útbúgving sum fiskaríteknologur, og útbúgvingina tók hann í Esbjerg. Hans Marius í Byrgi hevur stóran áhuga fyri fiski og fiskavørum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fakta
Navn: Hans Marius í
Byrgi
Hjúnarfelagi: Elisabeth
Børn: 1
Starv: Stjóri
Sjógæti eisini
eitt arbeiðs
skapandi
fiskavirki