Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 8 vikutíðindi Ungur úrmælingur Bert seytjan ára gamal stóð Dávur Birgisson í vár royndina at sleppa inn á Konservatoriið í Keypmannahavn við hægsta próvtali. Hesa vikuna hevur hann tvær konsertir Dávur Birgisson hevur seinnu trý árini gingið á Musikkskúla Miðnám í Tórshavn við Ragnari Olsen sum lær­ara. Dávur byrjaði at ganga í musikk­skúla sum tíggju ára gamal, og longu tá vísti hann serstøk evni og serstakan vilja til at fáa nakað burtur­úr gittaranum. Sum ellivu ára gamal stóð hann sína fyrstu próvtøku í Associated Board of the Royal Schools of Music, og hevur hann síðani tikið allar Associated Board próvtøkunar. Dávur hevur eisini luttikið á nógvum kon­sertum bæði á musikkskúlanum og ymsa­staðni í Føroyum.Umframt hetta hevur hann eisini luttikið á tí stóru musikkkappingini Berlingske Tidendes Klassiske Musikk­onkur­ rence. Bert seytjan ára gamal stóð Dávur Birgisson í vár royndina at sleppa inn á Konservatoriið í Keypmannahavn við hægsta próvtali. Hesa vikuna ber til at hoyra Dávur spæla á tveimum konsertum. Onnur er mánakvøldið 24. juni kl. 19.00 í Tjørnuvíkar Kirkju, og hin verður á Listasavninum í Tórshavn mikudagin 26. juni kl. 19.30. Áðrenn Dávur fer av landinum í lestrarørindum, vil hann við hesum konsertum sum gittarsolistur, takka fyri seg. Á konsertunum spælir hann tónleik eftir Mauro Giuliani, J.S Bach, Fernando Sor, Antonio Lauro, Luys de Narváez og Villa Lobos. Hallur syngja við Bellamy Brothers Á nýggju útgávuni hjá Halli Joensen syngur Hallur Joensen saman við kendu amerikansku Bellamy Brothers. Sangurin »Send Me A Letter Amanda« hevur verið nógv at hoyrt seinastu vikurnar, og í næsta mánaði skal Hallur Joensen fram­ føra sangin live saman við Bellamy Brothers. Tað verður á Norsk Countrytreff, sum er størsti countryfestivalurin í Noregi. Festivalurin verður hildin mið­skeiðis í juli, og Hallur Joensen skal hava framførslu við sínum bólki. Bellamy Brothers eru høvuðsnavn á festivalinum, og teir vilja hava Hall Joensen at framføra nýggja sangin saman við teimum. – Hetta er stórt fyri meg og vísur eisini, at teimum dámar sangin væl, sigur Hallur Joensen. Bendar Spónir við fløgu Tónleikabólkurin Bendar Spónir, sum hevur fleiri ár á baki, hevur loksins givið út eitt staklag. Samstundis boð­ar bólkurin frá, at fyrsta útgávan er á trappuni, og ber hon heitið »Hvussu bendir mann spónir?«. Nýggja staklagið kallast »Hin nýggi sangurin«. Bendar Spónir hevur annars ikki útgivið nakað áður, men hava havt fleiri konsertir kring landið. Eitt nú spældi bólkurin saman við Kára Sverrisson á G! í fjørsummar. Tað verður eisini saman við Kára Sverrisson, at Bendar Spónir hava næstu konsertina. Tað verður í sanghøllini í Sankta Frans skúla í Havn tann 12. juli og í Tøting í Gøtu tann 13. juli, tá bæði Kári Sverrisson og Bendar Spónir hava útgávu­kon­ sert. Teir, ið manna Bendar Spónir eru Mattias D. Kapnas, Jóhannes J. Müller, Jón McGavin, Kriss F. D. Poulsen og Per I. H. Petersen. Út­gávan »Hvussu bendir mann spónir?« er upptikin í Studio Oyravox hja Terja Rasmussen í Nólsoy og er síðani ljóð­blandað í Støkumørk hjá Jens L. Thomsen. Jens Marni Hansen frá Parkini til Vágsbø Jens Marni hevur framførslu á Vágsbøi, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í august Fyrr í hesum mánaðinum hitaði Jens Marni Hansen upp til amerikanska rockbólkin Bon Jovi í Parkini, og summar fer við fleiri framførslum. Nú boðar Summar Festivalurin frá, at Jens Marni spælir við bólki á stóra palli á ársins festivali. Jens Marni hevur fleiri ferðir áður spælt á Summar Festivalinum, og hann hevur eisini verið á stóra palli. Nú er tíðin komin til, at hann aftur vitja størsta tónleikapallin í landinum og fer at spæla ein rockkonsert, sum bert Jens Marni kann gera tað. Gávaður og áhaldandi 38 ára gamli Jens Marni Hansen, sum er úr Kollafirði, hevur verið virkin tón­ leikari, síðani hann bleiv tannár­ingur. Hann hevur spælt í nógvum ymiskum samanhangum – bæði sum solistur og í bólkum. Hann hevur eisini havt stórar konsertir og uppgávur. Eitt nú hitaði hann upp fyri Bryan Adams á Tórsvølli á sinni, og Jens Marni hevur eisini lut­ tikið í danska Grand Prixnum. Jens Marni hevur hesi mongu árini, hann hevur verið tónleikari, víst seg sum ein gávaðan tónleikara og sangara, og hann hevur verið áhald­ andi og íðin alla hesa tíðina. Jens Marni hevur gjørt tvær solofløgur – tann seinna kom út fyrr í ár. Jens Marni fer at spæla sangir av báðum hesum útgávum – og øðrum við – tá ið hann spælir á Summar Festival­inum, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august. Dávur Birgisson hevur tvær konsertir hesa vikuna. Í næstu byrjar hann á tónlistaskúla í Danmark Mynd: Álvur Haraldsen Jens Marni Hansen er 38 ára gamal og ættaður úr Kollafirði. Hann hevur spælt alment, síðani hann var 13 ára gamal. Jens Marni hevur verið við í bólkum sum All That Rain, Kjølum, Showmonnum, og seinastu tíðina hevur hann spælt nógv saman við Evi Tausen. Jens Marni hevur givið tvær solofløgur út: The Right Way (2008) og Anywhere You Wanna Go (2013) Í 2010 luttók Jens Marni í danska Grand Prixnum við sanginum Gloria, og 6. juni í ár hitaði hann upp fyri Bon Jovi í Parkini í Keypmannahavn. Jens Marni skal í august spæla á størsta tónleikapallinum í landinum