Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 12 vikutíðindi Heilsa upp á hávarnar og búgv á Crowne Plaza Hevur tú ætlanir um at vitja stóra, nýggja ferðamálið í Danmark, Den Blå Planet? So er Crowne Plaza Copenhagen Towers staðið at búgva í Keypmannahavn. Hotellið hevur nevniliga gjørt eina avtalu við fyrimunum við akvariið sum merkir, at øll familjan kann búgva á hotellinum og fáa atgongumerki til størsta akvarium í Norðureuropa við í prísinum Den Blå Planet hevur – bara tríggjar mánaðir eftir, at hon læt upp – longu staðfest sína støðu sum ein uppliving út um tað vanliga. Akvariið hevur longu fingið prísin hjá AOK, Besta Barna­upp­living í Býnum, og tú og fam­iljan kunnu tí rokna við einum hendingar­ríkum degi millum 20.000 fiskar í sjey milliónum litrum av vatni, tá tit leggja leiðina framvið. Hotel Crowne Plaza er vorðið al­ mennur hotelsponsor fyri Den Blå Planet og bjóðar í tí sambandi ein saml­aðan pakka restina av árinum, har ein familja við einum barni undir 11 ár kann búgva á einum dupultkamari og fáa atgongumerki til Den Blå Planet við í prísinum. Hartil liggur Crowne Plaza væl fyri í Ørested, sum ger tað lætt at koma aftur og fram til Kastrup, har akvariið liggur. Stjórin á Crowne Plaza er fegin um at kunna bjóða familjunum eitt uppi­ hald við atgongd til akvariið. Den Blå Planet er – eins og okkara hotel – nakað út um tað vanliga, og vit byggja á sama virðisgrundarlag við tað, at bæði støðini hava fokus á umhvørvi og náttúru. Tað er væl í tráð við okkara egna politikk um sosiala ábyrgd, og samstundis tryggja vit, at børnini og foreldur teirra fáa gleði av teirri gransking, ið fer fram handan múr­arnar í akvariinum, sigur Allan Agerholm, stjóri á Crowne Plaza. Shopping, shopping og aftur shopping Tá tað er vorðið nóg mikið við hamars­ hávum og piratfiskum, ber til at gera sær dælt av nærleikanum hjá Crowne Plaza við eitt av størstu innkeyps­mið­ deplum í Danmark, Field's, við fleiri enn 100 handlum, millum annað ein­ ari deild av Magasin. Tað er eitt frálíkt alternativ til ein túr eftir Strøgnum í Keypmannahavn ein regndag. Her er møguleiki at shoppa ígjøgnum, og so enda dagin við einum døgurða á einum av mongu mat­stovunum á triðju hædd. Fær tú ikki nóg mikið av shopping, ber til at gera ein skjótan túr til Malmø, har til ber at hugna sær í gamla mið­ býnum, har gongugøtan snýr sær higar og hagar við einari rúgvu av síðu­gøtum við spennandi handlum og matstovum. Men tað ber eisini til at at vitja størstu keypsmiðstøð í Norður­ londum, Emporia, eitt stopp áðrenn Malmø City. Crowne Plaza liggur beint við Ørested statión, har bæði metroin til Keypmanahavn og tokið til Malmø og Norðursæland steðga, og tað er tí lætt at koma sær runt við almenna flutning­inum til bæði Keypmannahavn og Malmø. Tað merkir, at tað tekur undir tíggju minuttir at koma til Kongens Nytorv, Nyhavn og Tivoli, og undir ein hálvan tíma til Emperia og Malmø mið­bý. Somuleiðis er lætt at koma í Tivoli, uttan at stúra fyri parkering av bil­inum. Tað ber eisini til at fáa eina upp­ living av at læra at spæla golf á Royal Golf Club, sum Crowne Plaza hevur eina avtalu við, og sum liggur beint við hotellið. Her kunnu bæði royndir og nýbyrjarar hugna sær á vøllinum í vøkru náttúruøkjunum á Amager Fælled. Runt við góðari samvitsku Crowne Plaza kann við góðari orsøk vera errin av sínum rúmligu og luft­ igu kømurum við sýni út móti Keyp­ manna­havn, sum bjóða fram danskt snið­gev við Paustian møblum. Um tit ferðast sum familja, ber til at bíleggja familjukømur, ið eru tvey deluxkømur við hurð ímillum. Annað kamarið hevur eina dupultsong og hitt tvær einkultsengur, og bæði rúmini hava stórt baðirúm. Tað kostar bert 400 krónur at uppgradera eitt delux­ kamar til eitt familjukamar. Eitt deluxkamar kann eisini fáa ein av tveimum elbilum hjá hotelinum sum leigu fyri 300 krónur, um ein bilur er tøkur. Bilurin fæst uppladaður og við øllum neyðugum tryggingum, og um neyðugt eisini við barnasetrum. Skal tú sum gestur á hotelinum flúgva víðari út í verðina, ella kemur tú heim uttanífrá og skal liggja nátt á Crowne Plaza, kanst tú við fyrimuni nýta ókeypis shuttlerutuna, sum koyr­ ir frá 06 til 23. Á tann hátt kanst tú lættliga náa flogfarið uttan at byrja frítíðina við einari stressandi fráferð. FAKTA Crowne Plaza Copenhagen Towers er partur av International Hotels Group, IHG, sum er heimsins størsta hotelketa við fleiri enn 4.500 hotellum kring allan heim. Crowne Plaza er einasta IHG- hotel í Norðurlondum. Hotellið varð á ferðaportalinum, TripAdvisor, kosið sum ársins hotel 2013, og fekk skráseting fyri sín grøna profil frá bæði ISO og Dansk Standard í endanum av 2012.