mánadagur 24. juni 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 26 l 24. juni 2013
Ókeypis lýsingarblað
14
vikutíðindi
Billund er frálík lopfjøl
víðari út í heim
Fráferðirnar úr Vágum til Danmark eru munandi øktar summarmánaðirnar, og hóast Keypmannahavn
er høvuðsdestinatiónin, er Billund eitt frálíkt alternativ, serliga um ein ætlar sær víðari út í heim
Leo Poulsen
Summar merkir økt flogferðsla hjá
Atlantic Airways, ikki minst upp á
Danmark
- Summarmánaðirnar flúgva vit
tríggjar ferðir um dagin til Kastrup og
hvønn dag til Billund. Haraftrat kemur
so rutan til Aalborg, har vit flúgva
fleiri ferðir um vikuna, sigur Allan
Skaalum, sølu- og marknaðarleiðari á
Atlantic Airways.
Rutan til Kastrup er høvuðs
destinatiónin hjá Atlantic Airways.
– Har er rættiliga stórur beleg
ningur. Eg hugsi, at føroyingar kenna
Keypmannahavn og kenna seg tryggar
í Kastrup. Hartil kemur so, at tað er
rímiliga lætt at finna runt í danska
høvuðsstaðnum, sigur Allan Skaal
um.
Tok- og metrosambandið er rætti
liga gott í Keypmannahavn, og tí er
rættiliga lætt at koma runt í býnum.
- Eisini eru bæði nógv og kend
ferðamál í danska høvuðsstaðnum,
har kanska Tivoli og Zoologiskur Havi
eru tvey tey kendastu. Men nú hevur
Keypmannahavn eisini fingið eitt risa
akvarium við 20.000 fiskum, sum
boltra sær í sjey milliónum litrum,
sigur Allan Skaalum.
Haraftrat koma so øll tey vanligu
ferðamálini so sum Strøget, Runde
tårn, Nyhavn og so víðari.
- Keypmannahavn hevur sjálvandi
óteljandi gistingarmøguleikar, bæði til
tey, har størsti týdningurin er at fáa
ein kodda at leggja høvdið á, og hjá
teimum, ið seta størri krøv til komfort,
sigur Allan Skaalum.
Lopfjøl
Føroyingar brúka eisini meira og meira
Billund, sum eina destinatión.
– Føroyingar seta Billund í samband
við Legoland og Lalandia, og tað er í
sjálvum sær ein góð grund til at velja
Billund sum destinatión. Men vit skulu
heldur ikki gloyma, at Billund er eitt
frálíkt knútapunkt víðari út í heim,
sigur Allan Skaalum.
Atlantic Airways letur flogfør til
Atlantis Rejser, sum ger leiguferðir til
fleiri destinatiónir í Europa.
- Hetta felagið skipar eitt nú fyri
ferðum til tvær destinatiónir í Egyp
talandi, Sharm-el-sheik og Hurgada,
so velja føroyingar eina slíka ferð,
kunnu teir lættliga enda umborð á
einum av flogførunum hjá Atlantic
Airways, sigur Allan Skaalum.
Tað var í fjør, at Airbus 319A
flogfarið hjá Atlantic Airways fekk
skaða, og tí var neyðugt at leiga
flogfør frá øðrum felagi, Jet-Time,
sum fleyg fyri Atlantis Rejser. Flog
farið og serliga føroysku starvsfólkini
vórðu so væl dámd, at Atlantic
Airways um stutta tíð yvirtekur
nýggjan leigusáttmála við Atlantis
Rejser, sum aftur opnar fyri nýggjum
ferðum til nýggjar destinatiónir.
- Óhappið í fjør við Airbus 319A
flogfarinum kom óhepna stund, tí júst
tá skuldu vit lata eitt av gomlu
Aerospace flogførunum til Kili. Tað
mátti so útsetast, og annað flogfar
mátti leigast fyri Airbussin, sigur Allan
Skaalum.
Bilaleiga
Inni á heimasíðuni hjá Atlantic Air
ways ber til at síggja, hvørjar tænastur,
flogfelagið
kann
bjóða
sínum
kundum.
- Eitt tað hentasta vit kunnu bjóða
teimum, ið ætla sær at leiga bil
uttanlands, er ein skipan, ið nevnist
CarTraveler. Inni á henni ber til at
síggja, hvar bíligasti bilurin er at fáa.
Skipanin skannar allar tær kendu
bilaútleigingarfyritøkurnar, so sum
Hertz ella Avis, og tað kann saktst
lata seg gera, at fáa bilin bíligari
gjøgnum CarTraveler, enn beinleiðis
hjá bilaútleigingarfyritøkuni, sigur
Allan Skaalum.
Tað kann saktans lata seg gera við
fyrimuni at flúgva til Billund ella
Keypmannahavnar, og so leiga bil
einar fjúrtan dagar og koyra suður
eftir.
– Tað er sjálvandi tað sama gald
andi, um fólk velja at flúgva til
Aalborg. Størsti jútski býurin liggur
væl fyri í Norðurjútlandi, har stutt er
til stóra føroyska býin, Hirtshals.
Aalborg liggur eisini nærhendis fleiri
summarhús økjum fram við norður
jútsku strondini í Jammerbuktini, sigur
Allan Skaalum.
Tað ber eisini saktans til at vitja
tiltikna summarbýin, Skagen, og spáka
ein túr út á Grenen. Og tað gongur væl
hjá flogfelagnum.
- Árið í ár sær sum heild gott út, og
vit hava selt munandi fleiri ferðir í ár í
mun til í fjør, sigur Allan Skaalum.