Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 52

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 16 vikutíðindi Grønt, brúnt og frítt í Keypmannahavn Fyri summar føroyingar er Keypmannahavn Strøgið, Nyhavn, Skarv og Tivoli. Her geva vit tær nøkur ráð um, hvat tú annars kanst uppliva og royna í danska høvuðsstaðnum Far á súkkluna Tað ber saktans til at fara ein góðan súkklutúr í Keypmannahavn. Í býnum er lætt at verða á súkklu, og skalt tú hava meira útsýni, ber til at súkkla klassik­aran á Strandarvegnum til Helsingør. Tað eru 40 kilometrar hvønn vegin, og á leiðini kanst tú hyggja út á hav ella eftir vøkrum húsum. Rennitúrurin Nógv fólk taka renniskógvarnar við á ferðina til útlandið, og í Keypmanna­ havn ber eisini til at fáa ein góðan rennitúr. Nógv fólk renna fram við vøtn­unum – Søerne – inni í býnum, og tað er ein góð ruta. Tað ber eisini til at fara í Søndermarken, har rutan er 2,5 kilometrar til longdar. Og vilt tú hava ein Rocky Balboa rennitúr, kanst tú renna fra Nordhavn støðini og út á endan á Norðhavnini, men minst so til gráa hettutroyggju. Et úti Óteljandi støð eru, har tú kanst fáa ein bita, ein kaffikopp ella eina øl úti. Nyhavnin er populer og sjarmerandi, men á Pile Allé liggur matarstaðið Krøgers Have, sum hevur 140 ár á baki. Har kanst tú royna stóra kalda borðið ella eitt rækjubland ella ein hakki­búff við leyki. Í Kongens Have er Orangerie, har tað ber til at fáa fyrsta­ floks smyrjibreyð. Øluppliving Í Viktoriagade liggur ein av heimsins bestu ølbarrum. Mikkel Borg Bjergsø – betur kendur sum ølbryggjarin Mikkeller – hevur síðani 2010 havt eina kjallara­barr, har ølfjepparar streyma til. Í ølbarrini hjá Mikkeller ber til at fáa eina heilt serliga øl, sum kann verða bæði avbjóðandi og áhuga­verd. Mikkeller útflytur nú serøl til 40 lond og er veitari til nógvar fínari mat­stovur. Fá frið Vilt tú hava frið og vakurt umhvørvi saman við onkrum, tú ert góð við, kanst tú fara í Universitetshavarnar á Frederiksberg. Har eru 6.000 ymiskar plantur við navnaskeltum at ganga fram við og ein rósugarður frá 1929. Ger inntrykk við eini vitjan har. Gamalt vertshús Rák elva til mótrák, og samstundis sum nógvar nýggjar og innbjóðandi kaffistovur og vertshús eru blivin partur av býarlívinum í Keypmanna­ havn, ber eisini til at leita aftur til góðu, gomlu vertshúsini – tey brúnu, har tað luktar av royki og øl. Eitt av teimum er Rosengårdens Bodega, sum liggur í Rosengården í miðbýnum. Et gott og bíligt Matstovuvinnan blómar og við Noma hevur Keypmannahavn fingið gott orð á seg, tá ið tað kemur til matar­upp­ livingar. Á matstovuni Relæ ber til at eta framúr góðan og nýskapandi mat, men fyri ein munandi lægri prís enn á Noma ella Geranium. Mat­stovan brúkar bíligt bestikk og endur­nýtslu­ stólar, men umhvørvið er hugnaligt, og maturin ein uppliving. Vitja í tí grøna Í 1600-talinum var økið partur av verj­uni av Keypmannahavn, men nú er Østre Anlæg kanska besta – og minst um­rødda – park í Keypmannahavn. Vøkur náttúra mitt í býnum og mun­ andi størri park, enn fólk geva sær far um.