Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 26 l 24. juni 2013 Ókeypis lýsingarblað 18 Suðuroy Vikutema Grør um gangandi fót Í Tvøroyrar kommunu er bæði fólkavøkstur og inntøkuvøkstur. - Nú jóansøka stundar til, gleða vit okkum at taka ímóti gestum, bæði nær og fjar, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen Vilmund Jacobsen At vera vertur fyri tjóðarhátíð suð­ur­ oyinga, sum jóansøka er, er altíð ein stórur heiður. Síðan 1925 hava Tvør­ oyri og Vágur skiftst um stevnu­na. – Hetta var hátíðin, tá fólk úr flestu bygdum í Suðuroy komu til jóansøku at kappast í fleiri ítróttargreinum, og hetta var hátíðin, har suðuroyingar kundu hittast. Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sigur, at tað er ein stórur heiður hjá Tvøroyrar býráði at vera vertur fyri hesi tjóðarhátíð. - Í dag eru tað ikki bert suðuroyingar sum koma á jóansøku. Nú kemur fólk úr øllum Føroyum og úr útlondum, tí broytingar í samferðslukervinum hava gjørt hetta møguligt. Høg raðfesting Borgarstjórin sigur, at Tvøroyrar býráð altíð hevur raðfest ítróttin rættiliga høgt. – Ítrótturin her í kommununi hevur eisini eina sera ríka og søguliga mentan. Her varð jú grundarsteinurin undir føroyskum ítrótti lagdur. Uttan ítrótt hevði Tvøroyri og allar Føroyar verið fátækar. Kristin Michelsen vísir á, at eitt, sum sermerkir jóansøkuna, er ung­ dómurin, ið hevur fingið summarfrí eftir nøkur strævin lestrarár. – Nú kunnu hesi fara úr reiðrinum og njóta hátíðina á Tvøroyri, leggur hann aftrat. Borgarstjórin ynskir eisini at takka øllum, sum eru við til at fyrireika jóansøkuna og sum hava ymisk tiltøk á stevnuni – tað veri seg ítróttarlig, mentanarlig, andalig og mong onnur. – Hjartans tøkk til tykkum øll sum gera, at jóansøka verður ein undirhaldandi stevna og hátíð at koma til.   Vøkstur og menning Kristin Michelsen fegnast um tann vøkstur og ta menning, sum er á Tvøroyri. – Her grør um gangandi fót. Vit hava bæði fólkavøkstur og inn­tøku­ vøkstur, og eg vil enn einaferð nýta høvi at takka teimum, ið tóku avgerð um at byggja uppsjóvarvirkið her saman við okkara lokalu kreftum, samstundis sum eg vil ynskja blíðan byrð fyri hesa fyritøku. Hjartaliga vælkomin Vegna Tvøroyrar býráð bjóðar borgar­ stjórin øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum á jóansøku. – Tað er okkara ynski, at fólk enn einaferð kunnu fara heimaftur við góðum minnum frá jóansøkuni 2013. Vit vóna, at veðurgudarnir fara at hátta sær væl, og at fólk í økinum fara at røkka góðum ítróttarúrslitum. Tá verður jóansøkan góð fyri okkum øll, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri. - Vit fegnast um vøkstur og menning á Tvøroyri, og vit ynskja blíðan byrð fyri tað virksemi, sum her er, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen Vegna Tvøroyrar býráð bjóðar Kristin Michelsen øllum vælkomnum á jóansøku, tjóðarhátíð suðuroyinga Mynd: Vilmund Jacobsen Vit takka øllum, sum eru við til at fyrireika jóansøkuna og sum hava ymisk tiltøk á stevnuni Fríðka um á Tvøroyri til jóansøku Nú jóansøka stundar til, verður fríðkað um í miðbýnum á Tvøroyri við litaðum blómum Vilmund Jacobsen Umframt at menn hjá kommununi í hesum døgum gera meiri burtur úr við at loysa gras og hampa um fram við vegum, gørðum og bygningum, verður býurin eisini ruddaður og pyntaður. Tvøroyrar kommuna hevur eitt gott samstarv við Karl Øster Blómuhandil á Sevmýru, sum tekur sær av at seta niður litaðar blómur ymsastaðni í miðbýnum. Í nøkur ár hevur kommunan brúkt avkubbaðar tunnur, sum eru settar upp, og nakrar slíkar eru framvegis í brúki. Men, nú hevur Tvøroyrar kommuna eisini útvegað sær nakrar blómukassar úr betongi. Haraftrat eru nøkur støð í miðbýnum, har blómur verða settar í skráningar og onnur útvald støð. Umframt at taka sær av at seta niður litaðar blómur, syrgir Karl Øster Blómuhandil eisini fyri, at blómurnar verða vætaðar, tá turkur er. Litirnir eru avgjørt við til at fríðka um miðbýin á Tvøroyri, sum nú verður vertur fyri jóansøku. Blómur verða settar í skráningar og blómukassar í miðbýnum á Tvøroyri Mynd: Vilmund Jacobsen